Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 6. august 2014 · Nr. 87 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 t u løturnar helt sjálvur fyri, at hann hevði ongantíð sungið sangin fyri eini áhoyrarafjøld, sum hevði sungið so væl við áður. Hetta endurtók hann á einum twitter-boðum til allar sínar fjepparar eftir konsertina í Klaksvík. Keating var ein ordans poppstjørna – sannførandi, tryggur og vælsyngjandi – og so hevði hann eisini sangirnar, sum skulu til fyri at bera eina stóra poppkonsert á Summar Festivalinum. 5 MIKA (2013) Poppdrongurin úr Bretlandi við teirri fantastisku falsettrøddini hevði eitt topptrimmað og professionelt show á Vágsbøi í fjør. Mika hevur hittað um allan heimin við sangum sum Lollipop, Grace Kelly og fleiri, og sangirnir vórðu framførdir við lív og sál. Bólkurin spældi framúr væl, og Mika, sum var sentralur í showinum allatíðina, spardi seg ikki eina løtu. Hann syrgdi fyri at syngja væl allatíðina, men hevði eisini orku og yvirskot til at fáa fólkið við og verða livandi og lívligur á pallinum. Ein poppstjørna í heimsflokki! 4 RASMUS SEEBACH (2011) Sonur kenda Grand Prix sangaran Tommy Seebach er blivin størsta poppstjørna í Danmark seinnu árini, men hvat kundi mann vænta av framførsluni hjá honum? Var tað bara hálvkvøddur, banalur poppur uttan stóru sannføringina? Nei! Tað var tað sanniliga ikki! Rasmus Seebach yvirraskaði tey flestu við einum stórfingnum showi. Hann var nærverandi og sjarmerandi, pallurin var stórur og flottur, og ein væl mannaður bólkur spældi framúr væl. Hetta var eitt av allarbestu framførslunum, sum nakrantíð hava verið á Summar Festivalinum. Stóru hittini rungaðu á Vágsbøi, Seebach sjálvur hevði áhoyrarnar fullkomiliga í sínum parti við síni erligu og herligu framførslu, og hóast tað regnaði alla konsertina á tamb, mundu tey flestu verða púra burtur í fantastisku framførsluni. 3 ROGER HODGSON (2006) Kanska mest legendariska konsertin á Summar Festivalinum nakrantíð. Hetta árið var ólag á flogferðsluni, og Roger Hodgson sveimaði fleiri ferðir yvir Føroyum, áðrenn hann umsíðir slapp til landið seint leygarkvøldið. Tá hevði hann verið á ferð í tveir dagar og mundi vera nakað troyttur. Hann varð flogin til Klaksvíkar í tyrlu á náttartíð, og eftir at hann hevði heilsað upp á fólk, vildi hann sleppa á pallin, hóast tað var farið at lýsa móti morgni. Og tíðliga sunnumorgunin setti hann seg so við klaverið og spældi nakrar av sínum heimskendu sangum. Røddin var knívskørp, og løtan var magisk. Ein ógloymandi løta fyri Summar Festivalin – og ivaleyst eisini fyri Hodgson sjálvan. 2 THE SCORPIONS (2007) Týska rockódnin blásti Vágsbø um koll við eini framførslu, sum ikki hevur sæð sín líka her á landi. Rockbólkar, sum hava verið virknir so leingi, sum The Scorpions hava verið, hava góð og minni góð tíðarskeið. Júst um tað mundið, tá ið bólkurin vitjaði Føroyar, vendu allir pílar uppeftir. Tónleikararnir vóru sera væl fyri, bólkurin hevur júst spælt framúr góða fløgu inn í USA, og teir vóru farnir á konsertferð við einum væl trimmaðum bólki. Og so fóru teir á pall á Summar Festivalinum og spældu eina framúr góð rockkonsert. Teir spældu legendarisku hittini og nýggjar sangir, og stóra áhoyrarafjøldini vildi ikki sleppa bólkinum aftur, so Klaus Meine máttu spæla fleiri eykaløg, enn teir høvdu ætlað. Størsta rockkonsert á Summar Festivalinum – higartil! 1 WESTLIFE (2010) Størsta konsertin á Summar Festivalinum nakrantíð var, tá ið fýra írskir menn fóru á pallin í 2010. Westlife eru heimskendir og hava í nýggjari tíð havt óteljandi hitt kring Europa og aðrastaðni. Eisini her heima hevur Westlife eina serliga stjørnu, og tað sást aftur á Summar Festivalinum, har ein metstór mannfjøld savnaðist á Vágsbøi til mjúku popptónarnar frá írska dreingjabólkinum. Westlife vístu, at teir ikki bara eru góðir á vælframleiddum fløgum, men at teir sanniliga eisini duga at framføra live á palli. Teir sungu væl, høvdu eitt gott show og vóru í støðugum sambandi við áhoyrararnar. Størsta festivalkvøldið í Føroyum nakrantíð!