Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. august 2014 · Nr. 87 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 anitu-vanlukkan Vilmund Jacobsen Annfinnur Garðalíð, ið hevur fylgt málinum um hin 34 ára gamla indonesaran, Sea­ fundin Hasanah sum doyði, meðan hann var við garna­ skipinum Anitu, sigur, at einkjan eftir mannin helst fer at fáa eina ávísa trygg­ ing­arupphædd. ­– Einkjan, Kuswatun Hasa­nah, hevur eftir øll­ um at døma rætt til trygg­ ingar­pening frá Vanlukku­ tryggingini, tá maður henn­ara var mynstraður við før­oyskum skipi. Men tað, at mynstr­ingin ikki var sambært før­oyskum sáttmála, ger, at tryggingarupphæddin verð­ur munandi minni, enn hon annars hevði verið. Tað tekur sína tíð at avgreiða eitt slíkt mál, og tí hevur tryggingin mælt einkjuni til at søkja um forskot upp á tryggingarpengarnar. Annfinnur sigur, at áhugi hansara fyri familjuni hjá Seafundin birtist, tá eingin gjøgnum alla tilgongdina í málinum spurdi um bak­ grundina hjá indonesiska sjó­manninum. – Hvussu var støðan hjá familju hansara, og hvat fingu tey at vita um van­ lukk­una? Hann sigur, at við góðari hjálp frá indonesisku mann­ ingini, sum var við Anitu, eydnaðist honum at fáa greiði á, hvussu støðan hjá familjuni í Indonesia var. – Tað vísti seg nevniliga, at eftir sat einkja og tvey ára gamla dóttir teirra, Nasya Aqila Hasanah. 150.000 krónur Annfinnur Garðalíð sig­ur, at tá fiskimaður - før­oy­ing­ur ella útlendingur - mynstrar við føroyskum skipi, hevur viðkomandi lógar­tryggj­aðan rætt til eina ávísa van­lukku­ trygging. – Men, tað gevur eina munandi minni tryggingar­ upphædd, tá viðkomandi ikki er limur í føroyskum fak­fe­lag og mynstraður eftir før­oyskum sáttmála. Hann sigur, at tryggingar­ upphæddin, sum einkjan kann vænta sær at fáa eftir deyðsfallið, eftir hansara meting helst fer at liggja um einar 150.000 krónur. – Við hjálp frá mann­ ingar­feløgunum hevur eis­ ini eydnast okkum at fáa sjó­frá­greiðingina umsetta úr donsk­um til indonesiskt mál, soleiðis at einkjan kann lesa um, hvat hendi manni hennara, og hvat gjørt varð fyri at finna Seafundin Hasanah aftur, sigur Ann­ finnur Garðalíð, sum er næst­ formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag. Samlagstrygging Formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Eyðstein Djurhuus, sigur, at umframt vanlukkutrygging, hava fak­ feløgini hjá sjófólki eisini eina samlagstrygging, sum eitt nú tryggjar eftirsitandi við deyða. – Okkara felag og Maskin­ meistarafelagið eru saman um samlagstrygging hjá Trygg­ingarfelagnum Føroyar, og Føroya Fiskimannafelag hevur sína samlagstrygging hjá Alka í Danmark. Hann vísir á, at ein orsøk til, at einkjan eftir indones­ Alt bendir á, at einkjan eftir indonesiska fiskimannin, sum sigldi við og fór út við garnareiðskapinum umborð á Anitu, fær tryggingarendurgjald. Óvist er tó, hvussu stór henda upphædd verður, men mangt bendir á, at talan verður um eitt lutfalsliga lítið endurgjald í mun til, hvat ein føroysk eftirsitandi einkja hevði fingið, um maðurin læt lív umborð á skipi Anitu-vanlukk Einkjan fær he tryggingarpen Saefundin Hasanah varð føddur 4. juli 1979 í Indonesia. Einkjan, Kuswatun Hasanah, er fødd 26. august 1987 og dóttirin, Nasya Aqila Hasanah, er fødd 7. februar 2012.