Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 6. august 2014 · Nr. 87 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 aran neyvan fær so høga tryggingarupphædd, sum ein føroyskur sjómaður hevði fingið, er, at inntøkan hjá manni hennara umborð á Anitu ikki var serliga høg. Haraftrat var indonesiski sjó­ maðurin heldur ikki partur av føroyskari samlagstrygging. – Ein partur av trygg­ ingar­upphæddini er sjálv upphæddin og ein ann­ar partur, sum verður rokn­ aður mánaðarliga, bygg­ir á inntøkuna hjá sjó­mann­in­ um. Eyðstein Djurhuus sig­ ur, at neyðugt verður eis­ ini at tryggja sær, at tað verður einkjan eftir Sea­ fundin Hasanah, sum fær tryggingarpengarnar - og ikki aðrir møguligir mill­um­ menn. anitu-vanlukkan kan: elst ngar Tað var hin 11. februar í ár, at ein syrgilig vanlukka hendi umborð á garnaskipinum, Anitu. Mynd: Vilmund Jacobsen Mán-hós. kl. 10–18 Fríggjad. kl. 10–19 Leygard. kl. 10–18 Útsøla Útsøla Útsøla Útsølan er byrjað Vilmund Jacobsen Blaðið Mið & Magn, sum Før­oya Skipara-og Naviga­ tørfelag og Maskin­meist­ arafelagið geva út í felag, veit at siga, at indonesiska mann­ingin varð send heim við 50$ - ella umleið 270 krón­um - í part. Hetta skuldi manningin lívbjarga sær við á drúgvu ferðini úr Før­oyum til Indonesia. Ferð­in tók teimum um 36 tím­ar. Annfinnur Garðalíð, næst­formaður í FSN, held­ ur ikki, at hetta er nógv­ur peningur til eina so drúgva ferð. Hann heldur, at hetta snøgt sagt er mann­mink­ andi. Annfinnur setti sær fyri at kanna trygg­ingar­viður­ skiftini og um einkjan eft­ir indonesaran, sum sjó­látst, fór at fáa pening frá vanlukkutryggingini. Nógv­ir spurningar eru at fáa greiðu á, og fjarstøðan mill­um Indonesia og Føroy­ ar er stór. – Umsíðir eydnaðist at fáa vígslubræv og faðir­ skapsjáttan hjá barninum. Men hetta vísti seg ikki at vera nøktandi. Annfinnur vísir á, at van­lukkutryggingin kravdi, at myndugleikarnir á staðnum skuldu vátta, at tey vóru gift og áttu dótt­ rina saman, tá van­lukkan hendi. – Samskift hevur verið við telduposti, nógv er skriv­að aftur og fram, men tað hevur nú eydnast at fáa tey neyðugu skjølini. Av tí, at málsviðgerðin ikki er liðug, er einkjan biðin um at søkja um forskot upp á tryggingarupphæddina. Annfinnur sigur, at hin 1. juli 2014, tá greinin í Mið & Magn fór avstað, hevði einkjan í Indonesia ikki fingið nakran pening. – 34 ára gamli indones­ arin, sum doyði við Anitu, Saefundin Hasanah, var báts­formaður umborð. Mán­aðarlønin hjá honum var 850 dollarar um mán­ aðin. Hetta svarar til um­ leið 4.500, krónur. Mán­aðar­ lønin hjá einum vanlig­um dekk­ara umborð á Anitu var umleið 2.500 krónur. Annfinnur Garðalíð sig­ u­r, at hetta er minni enn helvtin av minstulønini, sum altjóða felags­skapurin ILO hevur ásett. Vilmund Jacobsen Í teldubrævinum, sum er dagfest 22. juni í ár og sum Annfinnur Garðalíð hevur fingið, vísir einkjan á dagin, 7. januar 2014, tá 34 ára gamli maður hennara fór undir sína seinastu ferð - burtur í onnur lond at for­ vinna familjuni til lívsins uppihald. – So kom løtan, tá síðsta útkall hoyrdist í há­tal­ar­ un­um. Vit fingu tað síðsta klemmið, og so mátti hann fara. Tað var tungt, gráturin sveið í eygunum. Meðan maður mín gongur, vendir hann sær móti okkum, vinkar og smílist. Tá visti eingin, at hetta varð hansara seinasta farvæl. Eg gloymi aldrin smílið, hann sendi, áðrenn hann bleiv burtur á flogvøllinum saman við skipsfeløgum sínum. Síðan nevnir einkjan dagin, 9. februar 2014. Henda dagin ringir telefonin. Hon er spent. Kanska er tað maður hennara. – Tað var fantastiskt at frætta frá honum, at hoyra rødd hansara, og at alt stóð væl til. Hann bað meg minnast til at biðja fyri sær - at hann mátti koma trygt heimaftur til okkum bæði. Hin 12. februar 2014 ring­ir telefonin aftur hjá einkjuni, og nú vónar hon, at tað aftur er maður henn­ara, sum er í hinum endanum. Men so var ikki. – Tað vísti seg at vera ein av skipsfeløgum hansara, sum boðaði mær frá, at maður mín hevði verið fyri eini vanlukku. Hann var blivin fastur í reiðskapinum og varð tikin við út á sjógv. Teir leitaðu eftir honum. Einkjan vísir á, at nú krepti kroppur hennara seg saman, og hon hugsaði, at hetta kann ikki passa. So byrjaði gráturin og óttin fyri, at maðurin ikki fór at vera funnin aftur. Hin 20. februar 2014 ring­ ir telefonin aftur. – Eg visti ikki, um eg skuldi gleða meg ella vera kedd. Sporini yvir til tele­ fonina vóru tung. Tá eg tók hana, vísti tað seg at vera ein av skipsfeløgunum aft­ur. Hann sigur, at teir høvdu leitað og leitað, men utt­an úrslit. Einkjan skrivar í teldu­ brævinum, at nú varð stað­ fest, at maður hennara var mistur og deyður á sjó­ num. – Eg græt og græt. Dótt­ irin spurdi meg, hví eg græt. Hvat skuldi eg svara? Eg segði, at mamman er eym um eyguni. Dóttirin spurdi aftur, um tað var pápin sum ringdi. Eg kláraði ikki fleiri spurningar, men eg megnaði ikki at siga dóttrini, at pápi hennara var deyður. Í teldubrævinum vísir einkjan at enda á, at maður hennara hevði ábyrgd fyri síni familju. – Eg vil minnast hann við stoltleika. Soleiðis endar einkjan sítt teldubræv til Anfinn Garðalíð. Kelda til hesa greinina er seinasta útgáva av blaðnum Mið & Magn. 270 krónur til 36 tímar Av tí, at Anita ikki slapp til fiskiskap eftir sjóforhoyrið, varð manningin send av landinum við flogfari tann 12. mars 2014 Hjartanemandi bræv frá einkjuni Einkjan eftir indonesiska fiskimannin, sum fór í havið við garnareiðskapinum umborð á Anitu, hevur skrivað hjartanemandi teldubræv