Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 6. august 2014 · Nr. 87 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 70 ára føðingardagur 7. august fyllir Marna Hjelm í Vági 70 ár. Fødingardagurin verdure hildin leygardagin 9. august millum kl. 12-18 heima á Skálavegi 44 í Vági, har øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagur Óluva Hansen, frá Hoyvík, fyllur 70 ár 16. august. Adr. Enggade 20, 5400 Bogense, Danmark. 60 ára føðingardagur 30. mai 2014 fylti Finnbj. Hansen 60 ár og 1. oktober 2014 fyllir Elin Næs 60 ár. Vit ætla at halda dagin í Sjónleikarhúsinum tann 20. september 2014 kl. 19:00. Tey ið vilja halda dagin saman vð okkum verða biðin um at tekna seg við at boða frá til mailadressu elfinn120@ gmail.com ella við at ringja á fartlf. 581139 (Elin), 580459 (Finnbj.) ella á heimanr. 318764 í seinasta lagi tann 31. august 2014. 70 ára føðingardagur Tann 25.09.14 verður henda vakra kvinna (Tove Madsen) 70 ára gomul. Dagurin verður hátíðarhildin á Norð­sø­centeret í Hirtshals tann 26.09.14 kl 17.00. Tey sum vilja gleð­ ast saman við henni henda stóra dag, verða biðin um at melda seg til á tlf +45-51239172 / 51553868 /51556777. Seinasta freist at siga frá er 15.09.14 Vinarliga døturnar 80 ára føðingardagur 24. september verður Ingrid í Punta­ byrgi 80 ár. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum á Tvøroyri tann 12. september millum 16:00 og 20:00. Tey ið vilja gleða hana og halda dagin saman við henne, vinarliga sig frá á tlf. 259066 ella 273741 áðrenn 5. sep. 90 ára føðingardagur Maria á Heygum heldur sín 90 ára føðingardag í nýggja missi­óns­hús­ inum í Vest­manna leygardagin tann 9. august. Tey, sum ynskja at heilsa uppá Mariu á 90 ára føðingar­degi henn­ara, eru vælkomin at hitta hana í missións­húsinum millum kl. 16 00 – 20 00. merkisdagar Brúdleyp Leygardagin 9. august klokkan 11 giftast Diana Solbjerg Mouritsen, Tórshavn, og Símun Jensen, Sandur, í Hoyvíkar Kirkju. Opið hús verður Verkstaðnum Vón, Hóvabrekka 1, Argir, millum klokkan 14-20. Brúðarhús verdur sunnudagin heima í Baraldsgøtu 15, frá klokkan 19 - øll eru hjartaliga vælkomin" Brúdleyp Leygardagin 9. august giftast Jastrud Hanusardóttir Joensen, Klaks­vík, og Petur Mohr, Fugla­ fjørð­ur. Vígslan verður í Siloa, Fugla­firði, kl. 12. Veitslan verður fyri inn­bod­num í Mentanarhúsinum í Fuglafirði kl. 18. Sunnudagin 10. august verður brúðarhús, Dáva­ brekka 6 í Klaksvík frá kl. 16 Silvurbrúdleyp Týsdagin 26. aug. hava Rannvá & Petur Jacob silvurbrúdleyp Tað gleðir okkum at bjóða tykkum øllum í silvurbrúdleyp okkara, týsdagin 26. aug. frá kl. 17.00 , í K.F.U.M. & K., í Klaksvík. Tey ið ynskja at koma, eru vælkomin at siga okkum frá, innan 18. aug. á tlf. 217108 - 232300 aftaná kl. 17 ella á teldupost: peradana@ olivant.fo. Tað hevði glett okkum at sæð so mong sum møguligt. Vinarligar heilsanir Rannvá & Petur Jacob Langgaard Brúdleyp Leygardagin tann 9. august giftast Ann-Britt Borg, Vágur, og Heini Mortensen, Tórshavn. Vígslan verður í Havnar Kirkju kl: 14.00. Veitslan verður fyri innbodnum. Brúdleyp Leygardagin 9. august giftast Rósa Tyril úr Norðagötu og Jonathan David Gaardlykke úr Runavík. Vígsl­an verður í Filadelfia í Götu kl 11. Bjóðað verður til drekkamunn í kjall­aranum aftaná. Öll eru hjarta­ liga vælkomin. Silvurbrúdleyp Hin 19. august 2014 eru 25 ár liðin, síðan vit bæði gingu saman í hjúna­ lag. Hetta ætla vit at há­tíðarhalda leygardagin hin 16. august kl. 19.00 suðuri á Oyruni á Signabø. Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, verða biðun um at siga frá í síðsta lagi hin 7. august á teldupost: dorthea.joensen@skulin.fo ella ej2903r9@skulin.fo , ella tit kunnu ringja til Evald 217609 ella Dortheu 211609 Brúdleyp Brúdleypið hjá Judit Reinert Lydersen, Argir og Ingibjørn Royðutoft, Strendur, er útsett til tann 23 august vegna serligar umstøður. Vígslan verður í Kelduni, í Skálafirði, kl. 13 og veitslan verður hildin í Oasuni, í Hoyvík, kl. 19. Tey sum ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum kunnu ringja á tlf. 266480 ella 506600, ella senda ein teldupost til jlyder@hotmail. com ella ingibjorn-r@hotmail.com, innan 17. august. Brúdleyp Leygardagin 16. august giftast Ingrid Maria Mellemgaard, Tórshavn og Abraham Joensen, Hoyvík. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl. 11, og veitsl­an verður fyri innbodnum í Oasuni kl. 16. Brúdleyp Fríggjadagin 8. august kl. 15 giftast Rebekka Kiel Rughave og Hans Arni Nybo Joensen í Nørrelandskirkjuni á Døesvej 1 í Holstebro. Receptión verður eftir vígsluna í Musik Teateret á Den Røde Plads 16 í Holstebro, har øll eru hjartaliga vælkomin. Kl. 18.30 verður veitsla fyri innboðin á sama stað. Brúdleyp Leygardagin 9. august giftast Angelie Poulsen, Eiði og Símun Olsen, Gøta. Vígslan verður í Gøtu kirkju kl 10:00. Eftir vígsluna verður brúðarparið at hitta til móttøku á Hotel Hafnia, Tórshavn frá klokkan 15:00 til 18:00, øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 9. aug. giftast í Vinderslev kirkju, DK. Borghild Juul, Fuglafjørður og Steffen Over­ gaard, Hørdum. Veitslan verður fyri innbodnum í Skovhuset, Hedevej 1, Fårvang. Opið hús verður heima sunnudagin 10. Aug. á Pederstrupvej 68, Pederstrup, 8620 Kjellerup.