týsdagur 5. august 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. august 2014 · Nr. 87
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
fótbóltur
H E S A V I K U N A
4
Jákup Mikkelsen:
Kann illa lastast fyri málini hjá
Víkingi, men er íblandaður í tí fyrra,
tá hann kemur út, men fær onga
hjalp frá verjuni. Bjargaði einum
100% møguleika
2
Fritleif í Lambanum:
Spældi eitt skifti upp til eitt
4-tal, men sum restin av ÍF liðnum,
so gekk tað ov illa við bóltinum. Kom
til fleiri innlegg, men misti alt ov
nógvar bóltar í uppspælinum
3
Bartal Eliasen:
Virkaði ikki serliga væl upp
lagdur og megnaði ikki at seta dám
á dystin. Kanska tí Víkingur spældi
rundan um hann, men virkaði ikki í
toppform og var sjáldan miðdeplin í
tí sum hendi
3
Poul N. Mikkelsen:
(Út 73.min) Var heldur ikki
sannførandi í sínum avriki, men aftur
er spurningurin hvussu nógva hjálp
hann fekk frá hinum. Fór út við, at
síggja til, fiburskaðan í baklærinum
3
Jan Ó. Ellingsgaard:
Aftur eitt forkøla miðalavrik.
Hann er sterkur í nærdystinum
og góður á bóltinum. Tað bjargar
honum, hóast tað sjáldan kom nakað
vandamikið burturúr. Ikki í toppform
2
Høgni Zachariasen:
ÍF spældi við einum í yvirtal í
70 minuttir. Tað sást ikki aftur á
vøllinum og miðvøllurin eigur sín
part. Høgni megnaði ongantíð at seta
seg á miðvøllin, hóast hann er sterkur
í verjuspælinum. Spældi verjukendur
miðvallari
2
Bogi Rein. Petersen:
U21 landsliðsmiðvallarin rann
eisini aftaná tað mesta av dystinum.
Hevur mist toppstigið, sum gjørdi
at hann var so týdningarmikil í fjør.
Skapar lítið og vinnur ov lítið, og
fyllur ov lítið til evnini
3
Karl Løkin:
Fær 3-talið fyri at søkja møgu
leikan móti endanum og skora eitt
gott mál. Annars misti hann ov
nógvar bóltar í avgerandi støðum
og tapti saman við hinuum slagið á
miðvøllinum.
2
Dánjal á Lakjuni:
(Út 77.min) Hvørki saft ella kraft
í avrikinum hjá vonginum, sum fyri
einum og tveimum árum síðani var
ein marra at spæla ímóti. Kom til
okkurt hissini innlegg, men langt er
til spælaran, sum fór til Íslands at
royna seg
3
Ari Ó. Ellingsgaard:
(Út 86.min) Fær 3-talið fyri
at leggja upp til fyrra málið, men
eins og við Dánjal, so er talan um
eina light-útgávu av manninum,
sum hevur spælt so væl á U21
landsliðnum og á silvurvinnandi ÍF
liðunum farnu tvey árini
3
Clayton Soares:
Skorar fyrra málið hjá ÍF, men
meir enn tað, so er talan um eitt
undir miðal avrik. Verður í næstan
øllum tilfeldunum steðgaður í sínum
aktiónum. Spældi kortini rætt, tá Atli
Gregersen fekk reytt kort
2
Kristoffur Jakobsen:
(Inn 73.min)
Kom inn, men megnaði ikki at gera
seg galdandi á vøllinum.
Leivur Joensen: (Inn 77.min)
Kon inn á høgra vong, men tað
broytti lítið upp á spælið.
Bogi Løkin: (Inn 86.min)
Kom inn í seinastu minuttinum
spælarameting
Tróndur Arge
Víkingur misti á stokkinum.
Hóast teir vóru ein í undirtal
í 70 minuttir, so var tað Vík
ingur, sum misti á stokk
inum. Tað sigur nakað um
Víkingi, sum hevur yvirskot
ið at spæla uttan tríggjar
profilar, og alíkavæl trýsta ÍF
í Fuglafirði við tíggju monn
um.
Tað sigur eisini eitt sind
ur um ÍF, sum hvørki hevði
orkuna at trýsta Víking ella
evnini at spæla seg úr trýst
inum. Hóast dysturin end
aði við javnleiki, so vann
Víkingur moralska sigurin
hetta mánakvøldið í Fløtu
gerði.
Rok á vøllinum
Tað var rok í Fuglafirði longu
í fyrra hálvleiki, tá Atli Greg
ersen fekk beinleiðis reytt
kort frá Dagfinni Forná.
Filip Djordjevic misti bóltin
í uppspælinum og so fór ÍF
í mótálop. Tað endaði við, at
Clayton Soares og Atli Greg
ersen komu í hornatøk. Tað
gekk hart fyri seg og dóm
arin bríkslaði fyri frísparki,
men í sekundinum eftir
metti Dagfinn Forná, at Atli
Gregersen gjørdi enn eina
takling og í somu rørslu sló
eftir Clayton og rakti hann í
andlitið.
Dómarin stóð tætt við
og var ivaleysur, tá hann fór
í reyvalumman eftir osta
skorpuni, og sendi Atla av
vøllinum.
Hendingin
fór
fram
beint
frammanfyri
bonkinum hjá Víkingi, og
Sigfríður Clementsen var lít
ið fegin um dómin.
– Eg haldi tað er eitt
kempi fríspark áðrenn. Dóm
arin kundi bara havt bríksl
að fyri tí, so var tað avgreitt. Í
so máta haldi eg, at dómarin
eitt ella annað stað er við
til at skapa støðuna, sigur
Sigfríður Clementsen, venj
ari hjá Víkingi.
Í løtuni aftaná var nógv
rok og serliga Bogi Reinert-
Petersen kókaði yvir. Tað
máttu viðspælarar til at fáa
hann at slappa av. Upp á ein
máta, so lýsir tað eisini eitt
sindur ÍF á degnum. Teir
dugdu ov illa at gera sær
dælt av støðuni.
Víkingur betri við
tíggju monnum
Fram til hálvleik var Víking
ur greitt omaná, hóast teir
vóru ein maður í undirtal.
Spæli riggaði væl og tað
gekk skjótt at flyta bóltin
fram
á
vøllin.
Skiftivís
var tað uppspæl við eitt
nú Sølva Vatnhamar sum
snúningspunkti, og longum
bóltum, sum Heðin Hansen
skuldi vinna langt frammi á
vøllinum.
Heðin Hansen spældi
væl í fyrra hálvleiki. Aft
Atli Gregersen fekk beinleiðis reytt kort longu miðskeiðis í fyrra
hávleiki, men tað ávirkaði ikki víkingarnar, sum vóru omaná leikliga.
Teir mistu á stokkinum, tá Karl Løkin meddaði bóltin í kassan
Víkingur
færri og
betri
1 til 6
(1-1) 2-2
0-1: Bárður Hansen 40.
1-1: Clayton Soares 43.
1-2: Finnur Justinussen 58.
2-2: Karl Løkin 86.
Dómari: Dagfinn Forná
Finnur í miðverjuni Finnur kann alt! Tað
sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi, um
Finn Justinussen, sum í gjár spældi sum áleypari,
men varð fluttur í miðverjuna fyri útvísta Atla
Gregersen. – Tey sum halda, at Finnur bara er
ein áleypari kenna ikki Finn, sigur venjarin.