Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. august 2014 · Nr. 87 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur profilurin Hilmar Jan Hansen Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at 24 ára gamli Torkil Veyhe er okkara fremsti kappsúkklari. Nú stóra etapukappingin var kring Føroyar fyri átjandu ferð, vann hann fyri fjórðu ferð samanlagt kappingina, sum í ár bar heitið Volvo Kring Føroyar. Líka síðani 2007 hevur Tork­il verið heilt í fremstu røð í kappingini, og hann var tvær ferðir næstfremstur aft­an fyri íslendingin, Haf­ steinn Ægir Geirsson, ið vann fýra ár á rað frá 2005 til 2008, og síðani hevur Torkil vunn­ið kappingina allar ferð­irnar, burtur sæð frá í 2011, tá danskarin, Kristian Gos­vig, var drúgvastur. Í fjør, tá eingin kapping var, tí summarið bleiv í so trong­ligt við oyggjaleikunum á Bermuda mitt í juli mánaði, gjørd­ist Torkil hinvegin besti føroyski súkklarin har við tveimum silvurmerkjum í bæði landsvegssúkkling og eink­ultstarti, so hann fekk stað­fest sína styrki har við. – Yvirhøvur haldi eg, at tað gongur væl við súkkl­ ing­ini hjá mær. Í fjør byrjaði eg at kappast í B-bólkinum niðri, men eftir bara fimm kapp­ingar flutti eg upp í A-bólkin, har eg so restina av kapp­ingarárinum royndi at bíta meg fastan og finna meg til rættis, greiðir Torkil frá. – Munurin á súkklingini hjá mær í ár og í fjør hevur heilt greitt verið, at eg havi verið í nógv betri grund­ venjing í ár. Danska súkklu­ ár­ið gongur frá síðst í apríl til síðst í oktober, og so er tað ein steðgur í juli og inn í hálvan august, men eg byrjaði longu at venja hart í desember mánaði, so eg skuldi vera so væl fyri sum gjørligt. Millum annað súkkl­ aði eg átta til tíggju tímar hvørt vikuskifti, áðrenn kapp­ingin byrjaði, og síðani havi eg bara bygt upp á tað, so eg eri rættiliga væl fyri nú. Glaðir amatørar Dagliga er Torkil Veyhe, sum býr í Århus, partur av Odder Cykelklub, sum er við í kappingini í A-bólkinum sum eitt samlað lið, ið tó gev­ ur ríkiligt av plássi fyri, at tann einstaki súkklarin kann fara eftir sínum kjansi, tá ein møgu­leiki er fyri tí. – Í grundini koyra vit meira sum einstaklingar, enn sum eitt lið, men vit liggja allíkavæl ikki og koyra hvønn­annan inn. Eg kann nevna, at tá vit vóru í Fyn Rundt, vóru vit tveir, sum komu í eitt avgerandi útbrot, og tá skuldu vit sjálvandi sam­starva. Ta ferðina bleiv tað so eg, sum arbeiddi fyri hin, sum endaði við at gerast numm­ar seks, sum er eitt fant­astiska gott úrslit fyri okk­um, sigur Torkil. – Aðrar ferðir eru tað kanska onkrir av hinum, ið taka eitt tak fyri meg, um eg komi at liggja væl fyri, so vit skiftast eitt sindur um tað. Vit geva og taka í besta for­ stá­ilsi, og ofta avtala vit úti á rutuni, hvussu vit gera. Men tað mest vanliga er, at vit hava eina góða hóming av, hvør er væl fyri og hvør kanska ikki er so væl fyri at fara allan vegin, og tí kanska tann dagin má ofra seg eitt sind­ur fyri onkran av hinum. Súkklingin er enn bara eitt frítíðarítriv hjá Tork­ ili, sum akkurát er lið­ug­ur sum bachelor og nú eft­ir summarfrítíðina fer at byrja Vinnarin av súkklukappingini Volvo Kring Føroyar hevur framvegis hug at gera meira við súkklingina, og hóast hann næstu tvey árini verður upptikin av at lesa til sivilverkfrøðing, væntar Torkil Veyhe, at stundir eisini vera til at víðka virksemið innan súkklingina við kanska at royna at koma á eitt av teimum meira ambitiøsu súkkluliðunum niðri Torkil Weihe: víðari Torkil vil fegin uppá at lesa til siv­il­verk­ frøð­ing. Hann hevur verið niðri í hálvtfjórða ár, og um alt gongur eftir ætlan, hevur hann tvey ár eftir, áðrenn hann er liðugt útbúgvin. – Teir, vit kappast við, eru í fleiri førum ordilig lið, so sum eitt nú Cult, har teir koyra sum eitt professionelt lið. Vit eru hinvegin glaðir ama­tørar, sum hava tað stutt­ligt saman, og tað er bara ein hjá okkum, sum einki annað ger enn súkklar. Rest­in av okkum hevur lest­ ur ella arbeiði at hugsa um, og so kemur súkklingin aftr­ at, sigur hann. Betri kapping Torkil Veyhe er sjálvandi ov­urfegin um enn ein sig­ ur í stóru føroysku súkklu­ kapp­ingini, og hann heldur eis­ini, at tað, at Volvo Kring Før­oyar var longri og taldi nógv fleiri kilometrar enn onn­ur ár, var ein fyrimunur fyri seg. – Eitt ella annað stað var tað lættari fyri meg, tí eg eri frammanundan van­ur við at koyra hesar longu kappingarnar, sum