Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-05, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 6. august 2014 · Nr. 87 ítróttur kunnu vera úr 140 upp í 180 kilometrar og onkuntíð enn­ tá upp í 200 kilometrar, so tí var broytingin kanska bara til mín fyrimun, sigur hann. – Men kappingin var eis­ ini øðrvísi yvirhøvur, tí fyri tveim­um árum síðani vann eg ikki fýra av fimm etapum, sum eg gjørdi hesaferð. Og um eg skal seta orð á mítt av­ rik, so var tað nokk meira tað, at eg vann etapurnar, uttan at tíðin fyri tað var so nógv øðr­vísi. Men tað stuttliga er jú at vinna etapurnar, so eg var sjálvandi sera væl nøgd­ ur. Tá talan er um kapp­ing­ ina annars, heldur Torkil, at hin­ir føroysku súkklararnir eru rættiliga stabilir, so tað stendur væl til við súkkl­ ing­ini her á landi. Men hann kundi hugsað sær at sæð fleiri av teimum, ið plaga at vera við. – Eitt nú var Guðmundur Jo­ensen ikki við, hóast hann var í góðum formi fyrr í ár, so saknur var í honum. Hin­ veg­in vóru onkrir danskir A-súkklarar við, sum til døm­ is Alexander Brøchner, ið er á sama liði sum eg niðri, og hann var sjálvandi eisini við til at gera kappingina harð­ari fyri meg, umframt at Helgi Winther Olsen eis­ini gjørdi tað øgiliga gott, tí hann er meira vanur við fjalla­súkkl­ ing­ina, sigur Torkil. – Íslendingar fingu ikki kom­ið hesaferð, tí ein av teirra stóru kappingum í fjallasúkkling var sam­stund­ is, men teir síggja vit vónandi skjótt aftur. Hinvegin vóru donsku súkklararnir sera væl nøgdir og søgdu, at teir fegn­ir koma aftur eina aðru ferð. Teir vóru forrestin eitt sind­ur bilsnir av, at tað vóru so nógv fjøll í Føroyum, tí tað høvdu teir ikki væntað. Vil gjarna víðari Sjálv­ur hevur Torkil Veyhe verið í gongd við súkklingina í eini 14 ár, tí hann var ikki meira enn 10 ára gamal, tá hann byrjaði at venja, og hó­ast hann ikki at byrja við hevði tann stóra áhugan, bleiv hann skjótt so bitin av súkkl­ingini, at hon hevur ver­ið ein stórur partur av lív­inum og frítíðini. Longu sum 14 ára gamal byrj­aði hann so smátt at bjóða teimum vaksnu av, og Torkil var ikki meira enn 16 ára gamal, tá hann vann sína fyrstu vaksna­manna­ kapp­ing. Síðani hevur hann ver­ið við í øllum, sum hann hev­ur kunnað verið við í, og eitt nú var hann bara 17 ára gam­al, tá hann í 2007 var við til sínar fyrstu oyggjaleikir, sum tá vóru á Rhodos. – Eg royni altíð at klára meg so væl, sum eg kann, tá eg eri við. Og hóast eg neyv­ an komi at brúka stórt meira tíð upp á súkklingina, enn eg geri nú, so føli eg, at eg støðugt taki meg fram og fái betri úrslit. So er spurn­ing­ ur­in, um eg kanska um eini tvey ár fari at royna meg á onkr­um eitt sindur meira am­biti­øsum liði, sigur hann. – Tað kundi verið stutt­ ligt at roynt tað, men tað krev­ur so í minsta lagi, at eg haldi fram, sum eg geri nú. Hinvegin, so er tað nakað, sum forpliktar meira, tí tá fært tú útgerð, venj­ing­ar­ legur og so framvegis, um­ framt at meira trýst verður lagt á teg. Men eisini tað haldi eg vera lokkandi, at finna útav, hvussu tað liggur fyri at handfara tað størra trýst­ið, ið fylgir við at gera enn meira við súkklingina. Lesturin liggur sjálvandi framm­arlaga í huganum, og hann er jú fremsta orsøkin til, at Torkil er farin niður, hó­ast súkklingin niðri sjálv­ andi gevur nógvar og stórar av­bjóðingar, umframt at kapp­ingar jú eru mestsum alla tíðina. – Higartil hevur tað pass­ að væl saman hjá mær, lest­ ur­in og súkklingin, og onkur hev­ur eisini sagt mær, at nú eg eri komin so langt við lestr­inum, fer hann at krevja minni og minni tíð. Um tað vísir seg at passa, so eg fái nakr­ar fleiri tímar, eri eg sinn­aður at satsa meira upp á súkklingina, sigur Torkil. – Tað heila skal bara ganga upp í eina hægri eind, tí hó­ ast tað kann vera stuttligt at súkkla og kappast, so vil eg heldur ikki gloyma at liva mítt egna lív, tí tað ber held­ ur ikki til drepa seg við ber­ um ambitiónum. Men kann eg fáa eitt sindur av hvørj­ um og røkka nøkrum mál­ um, sum eg seti mær, eri eg nøgd­u­r. hilmarjan@sosialurin.fo profilurin – Eg taki meg støðugt fram og fái betri úrslit, og fyri meg er tað eisini lokkandi at finna útav, hvussu tað hevði ligið fyri at handfarið tað størra trýstið, ið fylgir við at gera enn meira við súkklingina, sigur Torkil Veyhe, sum herfyri vann stóru føroysku súkklukappingin Volvo Kring Føroyar Mynd: Álvur Haraldsen