mánadagur 21. juni 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 116 - 22. juni 2004
Nr. 116 - 22. juni 2004
13
Jóansøkudreymur
Orð og lag:
Dagfinn Olsen
juni 1999
Í fríum høgum lofti, sær fuglur setti kós
Í miðum summarløtum, sær sveinur valdi drós
Í suðuri búreisingar, reistu smáttu tá
Fjálgur logi hitar lon og vrá.
Tá morgunroðin litar, í lofti hoyrast ljóð.
Í summarløttum løtum, rodna morgunfljóð
Ungt lív í føgrum blóma, yvir lág og reyn
Sveimar burt í jóansøkudreym.
Niðurlag:
Setið segl í sunnan - ljóða stevnuboð
Gentur, dreingir, repið segl og tog
Miða summarkætið heita, kveikir uttan drál
Heitan dreym og jóansøkubál
- innst í hvørji sál
Tvøroyri við longsli, hýsir stevnufólki kær
Vágur gestablídni vísir, gestum nær og fjar
Jóansøkudreymur ferðast, frítt um bygdagarð
Stevnukæti fremst í huga var.
Hásummarkvøða
Nú durva íður - hav við klettin stendur -
Í bergsins barni yðjur fuglamongd
Í líðum blómur taka saman hendur -
Um dimmið - fjøll í reyðargulli fongd
Niðurlag:
Fjálga, sæla summarløta -
Kveikir vónir barmum í
Morgun blítt sæst kvøldið møta
- eymt um hægstu náttartíð
Nei, tað er eingin tíð á hesum landi
Sum er so vøkur, dragandi og blíð -
Á dreymanátt er knýtt mangt ástarbandið -
Í undurføgru jóansøkutíð
Nú menskir alvar eins og ungar moyggjar
Á firðum fremja mangt eitt ítróttsbragd,
Ein dýrgripur - sum prýðir vára oyggjar -
Tey eru øll - og okkum mikil frægd
Hygg grøs og urtir - sóljufjøld í lágum -
Í náttardøgg tey sløkkja tosta sín
Fær - finn tær hvíld við keldufar í náðum
Og skoða verkið - skrýtt í summarlín
NePtuN (2001)
C
M
Y
K
13
12