Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juni 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 116 - 22. juni 2004 Nr. 116 - 22. juni 2004 15 farin fyri skeyti. Tey hevur hann snikkað borð og benkur burturúr, og burtur úr greinunum hevur hann gjørt ein stóran verjugarð fyri at verja viðarlundina ímóti vesturættunum. Og eru tað onkur, sum hevur brúk fyri at sleppa burturúr einum strævnum gerandisdegi, ella sum hevur brúk fyri at sleppa burtur frá eini rokaligari jóansøku, er neyvan nakað betri stað at leita, bæði hjá børnum og vaksnum, enn í viðarlundina í Trongisvági. Gøtur ganga ígjøgnum alla viðarlundina og mitt omanígjøgnum haan, renn- ur eisini ein áarløkur, har tað hevur verið upp á tal at fáa eitt dunnupar at støðast. Men framvið allari viðar- lundini í niðaraborði, renn- ur Stórá, har tað eisini eru onkrir rættiliga stórir hylar hjá børnum at spæla í. Tann, sum fær hug at rinda møðina, ella bara hevur hug at seta seg niður at draga til sín, kann setast á ein av teimum mongu benkrunum. Og tann, sum hevur matpakka, kann setast við eitt av borðunum, sum Jákup hevur sett upp ymsastaðni í viðarlundini. Men skuldi nakar komir framá eitt rekkverk úr jarni, sum tey halda, sær eitt sindur ófantaligt út, so er tað kortini ikki av tilvild at tað er har. Talan er nevniliga um eitt søguligt rekkverk, tí tað er tikið av gøtuni niðan í gomlu kolanámini í Rangabotni. Nógv vitjað Men tað eru fleiri og fleiri, sum hava fingið eyguni upp fyri hesum friðsæla bletti mitt í Suðuroynni, tí har eru fólk at kalla hvønn dag. Barnagarðurin í Trongis- vági ger nógvar ferðir við børnunum inn í viðarlund- ina og aðrir bólkar somu- leiðis. Og hvønn góðveðursdag, eru rættiliga nógv av øðrum fólki í viðarlundini. Og tað sæst eisini, at fólk eru góð við viðarlundina, tí tey fara væl um. Jákup sig- ur, at fólk eru røsk at koyra óruddið, sum liggur eftir tey, í ruskspannirnar, sum standa ymsastaðni og yvir- høvur verður farið væl um. Eitt hjartasuff hevur hann kortini: – Tað er komið fyri, at onkur hevur skorið ein stóran flaka av barki av einum træið. Hetta er ógvuliga ringt fyri eitt træ og kann beina fyri tí. Hann sigur, at soleiðis kann eitt træ fyribeinaast upp á nakrar minuttir, sum annars hevur havt eini 80 ár um at veksa seg stórt og prútt. Einaðrastaðni hevur onkur kynt bál uppi á ein- um av træborðunum, so tað er brent niður í borðið. Hann heldur, at hesi her- verkini eru gjørd í tanka- loysi, Men hansara áheitan til øll er, at fara væl um, so at so mong, sum gjørligt, kunnu fáa gleði av viðar- lundini. Og hon er eisini við at gerast ein partur í frítíðar- lívinum har um leiðir, tí nú er tað blivið fastur táttur at skipa fyri ymsum tiltøkum í viðarlundini har um leiðir. Á jólum hava tey altíð eitt kvøld, har tey hittast í viðarlundini og har tey fáa heitt kakao og bollar og har jólamaðurin kemur við onkrum góðum til børnini. Og á ólavsøku hittast tey aftur við Grønu Sangbók. Tá er eisini eldur í teirri stóru grilluni, sum er lagað í niðri við ánna í útjaðar- anum á viðarlundini og har kunnu fólk steikja pylsur, ella, hvat tey nú hava við. Viðarlundin í Trongis- vági er 13.000 fermetrar. Men nú er grannatrøðin uppá aðrar 13.000 fer- metrar, keypt afturat og nú hon verður nú løgd afturat viðarlundini. Har verður plantað og gróðurssett, tá ið peningur og umstøður eru til tað. Uppá nøkur fá ár er viðarlundin í Trong- isvági vorðin ein hin hugnaligasti bletturin í øllum landinum VIÐARLUND Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hon liggur har, ímillum landsvegin og Stóra. Tað sæst ikki so nógv til hana frá vegnum. Men ert tú fyrst komin inn um tey fremstu trøini, opinberast ein heilt annar heimur fyri tær. Tað er viðarlundin í Trongisvági, vit tosa um. Hóast hon er rættiliga gomul, er tað ikki fyrrenn tey seinastu árini, at hon rættiliga er komin til heiður og æru. Og allarstørsta heiðurin og æruna av tí, eigur Jákup Leo. Hesi seinastu tvey árini hevur tað verið hansara lutur at fríðka og hugna um inni í viðarlundini. Og tað hevur hann gjørt so væl, at skemintarsom tvørafólk siga, at Jákup er ein av teimum, sum skuldi verðið kopieraðir fyri at fáa fleiri av slagnum. Sjálvur ger Jákup lítlan háva burturúr sær sjálvum. Men hann viðgongur kort- ini, at hann stórtrívist í viðarlundini og at tað, at fáa tað at grógva og grønka, er eitt arbeiðið, honum dámar sera væl. Men Jákup dugir annað enn at planta trøð og runn- ar, tí við einum túri ígjøg- num plantasjuna síggjast nógv prógv um, at hann hevur handalag sum fáur til alt møguligt handverk. Hann arbeiddi eitt mannaminni í heilsøluni hjá Poul Hansen á Tvøroyri. Men tá ið heilsølan læt aftur, misti hann arbeiðið saman við øllum hinum. Men fyri tveimum árum síðani fóru tey at sóknast eftir einum manni at røkja viðarlundina á Tróngisvági. Og at Jákup hevur gott hegni til slíkt, man vera alkent á Tvøroyri, tí hann varð spurdur um hann ikki kundi átaka sær uppgáv- una. Tað gjørdi hann fegin og hann røkir nú viðarlundina í Trongisvági og ein urta- garð úti á Tvøroyri fyri Skógrøkt Landsins, sum umsitur viðarlundina og urtagarðin. Og fyri at hava fullan dag, trívur hann eisini í ymiskt fyrifallandi fyri kommununa. Eitt stórt arbeiði – Eitt tað fyrsta, sum var at gera við viðarlundina, var at fáa hana innistikaða, tí so leingi seyðurin slapp at ganga, sum honum lysti um veturin, eru ongar vónir um at nýplantað trøð, koma fyri seg, tí tey verða etin so hvørt. – Men tá ið viðarlundin varð seyðatøtt, bar til og síðani hevur Jákup plantað nógv nýggj trøð í viðar- lundini. Tey fyrstu trøðini í við- arlundini vórðu plantað fyri áttati árum síðani, so nógva staðni varð hon so tættvaks- in, at trøðini stóðu í myrkri og kundi tí ikki veksa. So- statt hevur hann eisini tynt viðarlundina nógvastaðni, soleiðis at ljósið sleppur til. Trøðini, sum hann hevur tikið niður, eru als ikki Ein grønt friðskjól mitt í Suðuroynni Jákup Leo og Jonny Dimon spáka eftir einari av teimum hugnaligu gøtunum, sum eru lagdar ígjøgnum viðarlundina Jákup vísur okkum trøð, hann nýliga hevur plantað. Jonny Dimon var við í viðarlundini hendan dagin Jákup Og Jonny líta yvir ánna av brúnni, sum er gjørd tvørturum. Trøðin hinumegin ánna, er eisini løgd inn til viðarlund Stórá rennur ígjøgnum útjaðaran á viðarlundini og har eru eisini stóri hylar hjá børnunu at spæla í Yvirhøvur fara fólk sera væl um, men her hevur onkur skorið ein stóra nflaka av barki av einum træi. Soleiðis kann eitt træ oyðileggjast upp á eina løtu, sum hevur havt 80 ár um at veksa seg stórt Jonny og Jákup við eitt av teimum hugnaligu borðunum, hann hevur gjørt í viðarlundini. Tíverri hevur onkur kynt bál á borðinum, so tað er brent niður í C M Y K 15 14