mánadagur 21. juni 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 116 - 22. juni 2004
Nr. 116 - 22. juni 2004
17
Fløgan
PDF
Vágs
Skipasmiðja
PDF
Stuttsøga eftir Arnfinn Bjarkhamar
Ltr: D. Olsen
–––––––––––––
Gilli hevði ligið tað mesta av náttini í
andvekri. Snaraði sær stundum á høgru lið,
stundum á vinstru. Hann fekk ikki blund í
eyguni av berum spenningi, tí í morgin fór
hann at kapprógva á jóansøku við 5-
mannafarinum Hvíta, og tá galt um at vísa
hvør stinnastur var.
Hann hugsaði um venjingina. Dag um
dag, leygardag og sunnudag við, vóru teir
farnir á fjørðin. Illa hevði manningin gramt
seg um árabløðrur, um eyman rygg, búk og
afturpart. Men harða venjingin hevði hild-
ið áfram, og nú skuldi røkka ella støkka.
Einki mátti miseydnast. Gilli snaraði sær
enn einaferð á vinstru lið. Hvat um eitt
homluband slitnar ella ein tollur brotnar.
Og um eg nú leggist fyri á hálvum máli.
Hvat fara fólk á landi at siga ella bátsfelag-
arnir.Tankarnir mólu í klingur í heysinum á
Gilla, og hann kendi seg so fjáltraðan, at
hann noyddust enn einaferð upp á pissa.
Tað var minst tjúgunda ferðin hesa ólukku
nátt.
Neyvan var Gilli komin undir aftur dýn-
una, tá kom kappróðurin, sum verða
skuldi, aftur fram fyri hann.
Tíggju 5-mannafør við dreingjum
høvdu meldað luttøku hesaferð, og Gilli
hevði frætt, at Svarti norðan úr Hvala-
støðum róði ótrúliga væl. Teir vóru bæði
stórir og sterkir, og helst eisini ovgamlir at
rógva við dreingjabátinum, hugsaði Gilli.
Kanska áttu vit at melda teir, sovorðnir
snýtarar. Ætla at vinna við snýt, og ómans-
ligt er tað eisini.
Gilli hitnaði um skallan, knýtti nevarnar
og lovaði at teir skuldu fáa aðra bók at lesa
í. Einki tapa vit fyri dreingjum, sum liva av
fløtabollum, vinarbreyðum og kola.
Skerpikjøtið og nátarnar, sum vit hava
etið, mugu fara at vinna á hundaføðini hjá
tílíkum apuspjótum. Gilli ripti í dýnuna,
sum vildi hann leggja Svarta væl og virði-
liga afturum, men kom so at hugsa um
nakar svíkur mundi vera innanborða á
Hvíta. Hann hevði hug at banna, tí hann
hevði hoyrt frá eldri manni, sum hevði
eygleitt bátin, at Agnar, sum situr í mið-
rúminum í stýriborð, tekur ov stutt tak og
fellur ov litið í við kroppinum.
Og róðursmaðurin Súnaldur er ov tung-
ur, tí báturin hongur ov nógv aftan. Ólukk
í handa mammudreingin, gongur altíð og
tyggir. Hann átti at fingið eitt heftiplástur á
munnin, so hann ikki fekk matartugguna í
fjúrtan dagar. Øll í húsinum eta ov nógv, og
neyvan er tað av tilvild, at pápi hansara
verður eyknevndur "Spikið"
Tapa vit í morgin, skulu bæði Agnar og
Súnaldur á bláman. Vit kundu eins væl
biðið ommu Agnar siti í miðrúminum, og
eitt áarross at stýrt fyri Súnald. Gilli østi
seg upp, men sissaðist skjótt aftur. Hann
knýtti enn einaferð nevarnar og svór so
dýran við, at tað skal meira til enn nakrir
koladrekkarar av Hvalastøðum at syfta
okkum í morgin.
Men at enda varð hann pøstur. Tá ið
sólin reis úr eystri, lá hann og ríkti søttliga.
Jóansøkudagur upprann við logn og
dýrdarveðrið, og fólk vóru í stevnuhýri.
Bygdin var øll flaggskrýdd, og á havnaøk-
inum stóðu kappróðrarbátarnar álíkir
smáum víkingaskipum, allir sera snøggir
og í alskyns litum. Hvør bygdin hevur sín
lit, so lætt var skyna á hvaðani teir ymsu
bátarnir komu.
Gilli fór hugagóður heimananífrá við
einari pútu undir arminum, og ikki vóru
viðmerkingarnar fáar, og góðaráðini trutu
ikki, um hvør taktikkur bestur var at nýta í
tílíkum veðri. Alt meir hann nærkaðist
havnaøkinum, alt spentari gjørdist hann.
Væl av fólki stóðu kring Hvíta, har hann
stóð og skygdi í sólini, og ein eldri maður
stóð og helt um stavnin á Hvíta og var í fer
við at siga frá einari róðrarferð í grind fyri
mongum árum síðani. Hann var ungur tá,
og grind var norðuri á Trongafirði, og
mannaðu teir tíggjumannafarið Skrepp, tí
rógvast skuldi norður. Tá ið komið var
norður áraka Høvdingabygdina, kom átta-
manfar við stolta navninum Leivur Øssur-
son, men sum var eyknevnt Fimmoyra,
uppá síðina á teimum og beinanvegin varð
farið at kapprógva. Javnt gekk á, og tað
heilt innum Krossin á Trongafirði, tá rópar
Símun, sum sat á lærbekki, "píkar sjey, at
tapa vit fyri Fimmoyranum í dag, so vera
vit til láturs um alla oynna". Tá loysnaði og
vit vóru teir fyrru hjá grindini.
Gilli bant pútina á bekkin har hann var
vanur at sita; tað sama gjørdu allir hinir av
bátsmanningini,og nógvar vóru tær hend-
ur, sum hjálpti teimum at bera bátin á
sjógv.
K l á r i r r r… ljóðaði úr róparanum
hjá startdómaranum og somu orðini geltu í
nøkrum hátalarum, sum settir vóru um-
borð á nakrar installeringar, sum lógu aftan
fyri kappróðrarbátarnar. Gjøgnum útvarps-
lurtið fóru hesi boð inn í hvønn krók í
landinum, og allastaðni steðgaðu øll á og
bíðaðu. Ein løgin friður og spenningur
legðist á alt og øll. Oldingar kring um í
teim ymsu heimunum knýttu nevarnar, og
mintust tá ið teir við ár í hond kundu meta
seg ájavnt við aðrar, eitt tak kundu teir
einaferð taka og tað tvey eisini.
Úti á startmálinum ekkóaði í homrunum
omanfyri, øll hildu ondini og bíðaðu og var
tað eins og øll verðin bíðaði eftir skotinum
og roykinum. Ja, sjálvt likkur og æður
hildu uppat eina løtu at leita eftir føði, og
hugdu forvitnisliga at hesum spennandi
leiki, sum nú skuldi fara fram.
Gilli sat á toftubekki í bakborð á Hvíta
og helt treystliga um áralumman, vøddar-
nir spentust og knúgvarnir hvítnaðu. Og
meðan lærmenninir tókust við at halda
Hvíta á rættari leið, sat hann og skeitti yvir
at Svarta, sum lá teim næst. Bara teir ikki
tjóvstarta, hugsaði hann og spenti enn
meira um áralumman.
So brast skotið og allir tóku á. Róðurs-
menninir á øllum bátum róptu á sínar
manningar fyri at fáa rætta áralagið, og
skjótt startspurtaði allur bátariðilin.
1… 2… 3… taldu róðursmenninir og tá
ið komið var til tjúguogfimm, varð róð
meiri seigan, men alla tíðina varð hildið
sera gott eyga við hvørjum øðrum.
Gilli læsti eyguni saman og setti so fast
á fótalunnin, at hann nærmast bognaði.
Hann hoyrdi geylini frá Súnaldi, men hann
tordi ikki at skeita til viks. Hann visti ikki
um teir høvdu fingið ein góðan start, men
av og sá hann ymiskar bátar, sum vóru
aftanfyri teir.
"Sitið ikki sum nakrar neytakonur",
geylaði Súnaldur, "takið á, komið nú, latið
ikki hesar súrmjólkadrekkararnir norðan
úr myrkrinum vinna á okkum, og tú
Grímur, hatta er ikki ein haki tú situr við í
hondini, komið nú, latið okkum nú rógva
við báðum hondum og taka tíggju ódnar-
tøk… 1… 2… 3… og tá ið hesi tøkini vóru
tikin, varð aftur róð meiri seigan, men
stirðil var í hvørjum einasta árataki.
Gilli sat og beit tenninar saman og tók
treystliga á. Òlukk í handa Súnaldin, hugs-
aði hann, situr har afturi og er mest álíkur
einari skjaldbøku, og kjafturin gongur sum
ein grótknúsari. Vónandi øsir hann allar so
mikið, at tikið verður manniliga á. Gilli
skeitti varisliga í kring, og varð varur við,
at flestu 5-mannaførini vóru aftanfyri teir.
Men hvar var Svarti?? Òlukk í hasar jass-
arnar, teir verða óivað ringir at basa í dag?
Nú.. nú… nú… geylaði Súnaldur, kom-
ið nú, tað er bert ein bátar framman fyri
okkum, latið okkum vísa teimum, at ikki
alt á tykkum situr omanvert hálsvølin, og
at hetta er eingin sunnudagsskúlaútferð.
Skulu vit taka Svarta í dag, mugu tit fáa
sveittan fram og rógva sum høvdingar.
Komið nú, latið okkum leggja "knørr við
knarraborð" og taka tíggju bekkatøk.
Allir settu fótin á bekkin og tóku treyst-
liga á. Gilli kendi á árini, hvussu báturin
nærum loysnaði í sjónum, og bleiv lættur
undir árini.
1… 2…. 3…. taldi Súnaldur og áðrenn
tey tíggju tøkin vórðu tikin, varð Gilli
varur við, at ein bátur sum lá í stýriborð
spakuliga kom afturvið. Hatta má vera
Svarti, hugsaði hann, og togaði enn meira í
árina. "Komið nú dreingir, rópti Súnaldur
afturi í rong," nú hava vit Svarta aftur, nú
skal bera ella støkka".
Eina góða løtu lógu bátarnir stavn um
stavn, og Gilli hoyrdi hvussu róðursmað-
urin á Svarta við harðmæltum orðum
eggjaði manningini, og bráddliga var
Svarti um at fara framum aftur.
Eisini ein annar gulur bátur, sum lá í
bakborð á Hvíta hevði hug at troðka seg
framvið. Tak fyri tak vann hesin seg inn á
bæði Svarta og Hvíta og tað hoyrdist langa
leið, hvussu róðursmaðurin díkti á sína
manning. Nú er tap í hendi, hugsaði Gilli
og var um at missa vónina. Móður var hann
eisini vorðin, fingrarnir sum hildu um
áralumman vóru um at verða maktarleysir,
tað píndi um skøvningarnir, og haraftrat
var hann turrur langt niður í vælindini.
Men róðursmaðurin Súnaldur gavst ikki
við at eggja og telja teir fram. Komið nú,
vísi tykkum sum rættar menn og ikki sum
nakrar lorta mammudreingir, nú skal
spikið og tvøstið standa sína roynd ímoti
páleggsjokolátu og pitsa. Latið okkum vísa
øllum, at vit eru bestir og sterkastir, We are
the champions, geylaði Súnaldur og legði
aftrat, øll konufólkini fara at fjeppast uppí
okkum, tá ið vit hava vunnið.
1… 2….. 3….. 4….Fellið í, takið long
tøk, soleiðis skal tað vera. Súnaldur helt
allatíðina áfram við at eggja teir við at
telja til tíggju, og píkarsjey vardi ikki
leingi fyrrenn teir enn einaferð lógu borð
um borð við Svarta, meðan hin guli báturin
eisini var dragnaður nakað.
Sum í dreymi hoyrdi Gilli rópini av fólk-
inum á landi, men hann skilti einki av tí,
sum rópt var, tað suðaði eins og av miklum
vestanbrimi.
Og langt burturi hoyrdi hann eisini
Súnald rópa, at nú mátti spurtast, tí nú var
stutt eftir á mál. Føtur í bekk dreingir,
rópti Súnaldur, og hóast allir vóru nærum
deyðgivnir av møði, varð gjørt, sum rópt
varð. Meðan Súnaldur sat og taldi áratøkini
og eggjaði teimum til at leggja tað allar-
síðsta í, sat Gilli og blundaði nú spurturin
fór fram, og ynskti at skotið small í
stundini.
Men hann uggaði seg tó við, at hinir um-
borð vórðu eins móðir og hann, og tað
stimbraði hann ómetaligt, nú hann enn
einaferð varð varur við, at teir róðu borð
um borð við Svarta. Vit skulu vinna í dag,
frýsti hann spakuliga út millum tenninar,
og hann kendi hvussu slevið rann niður á
høkuna, tíð og stað runnu saman í eitt og
rópini frá Súnaldi kundi eins væl komið av
havsins botni. Hann beit á kampi, árin vóð
næstan um kálvan, samanspælið millum
fingrar, spengur og vøddar runnu saman
útí áralumman, leggin og árablaðið, sum
treystliga skar seg gjøgnum sjógvin.
- "50 metrar eftir á mál," geylaði Sún-
aldur, "nú leggja vit í tað allar allarsíðsta
vit eiga, latið tey sum standa á landi
síggja, at enn eru knotur í føroyskum
kongum."
Nú endaspurturin var fyri, varð róð við
títtum longum tøkum, men tað vóru bert
tveir bátar sum lógu borð um borð nú
komið var inn móti málstrikuni. Róðurs-
menninir á øllum bátum royndu at fáa sínar
manningar at geva tann allarsíðsta vørrin,
nú endaskotið nærkaðist, men Svarti og
Hvíti vóru so javnir í oddinum, tá ið skotið
brast, at Súnaldur ongan møguleika hevði
at síggja hvør ið hevði munin. Av berari
møði kastaðu teir seg niður í bátin, meðan
teir alspentir bíðaðu eftir at fáa úrslitið av
róðrinum, og stór var frøin innanborða, tá
ið boðini komu, at teir høvdu vunnið róð-
urin. Teir dansaðu runt í bátinum og háls-
fevndi hvørannnan, og hóast ein sera
strævnan róður, vóru teir í gleðisrúsinum
samdir um, at hetta avgjørt ikki fór at verða
teirra seinasti sigur.
Blámar frá bløðum og brýtur frá bógnum
C
M
Y
K
17
16