Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juni 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 116 - 22. juni 2004 Nr. 116 - 22. juni 2004 19 Stóra Pakkhús í Vági verður karmur um mong tiltøk á jóan- søku MENTAN Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Stóra Pakkhús í Vági er snotiligur karmur um alskyns tiltøk, eftir at húsið var sett í stand fyri nøkrum árum síðani. Har eru bæði konsertir, fundir, framsýn- ingar og hugnaløtur og jóansøkan er einki undan- tak í so máta. Sera forvitnislig er sjálv- andi tónleikacaféin, ið á jóansøku seinast eydnaðist sera væl í hugnaligu hølun- um. Í ár luttaka millum onnur Tróndur Enni og Guðrum Sólja Jacobsen. Sjósavn er eisini í húsin- um og ber eisini til at vitja innar at kunna seg um hesi viðurskiftii. Annars eru húsini søga í sjálvum sær og eru eina vitjan verda, tí tey eru í upprunastandi og t.d. síggj- ast gomlu el-skipanirnar, sum óivað teljast millum tær elstu í Føroyum og stuttligt er eisini at síggja nøvnini á teimum, ið hava ritað navn sítt á pakkhús- veggin, hvørt tað so var í spølni ella í eini fríløtu. Fólkafundur: 200 ár síðani Nólsoyar Páll og Royndina Fríðu 200 ár eru liðin síðani Nólsoyar Páll bygdi Roynd- ina Fríðu og verður tískil skip- að fyri fólkafundi á jóansøku, har Torbjørn Jacob- sen heldur røðu FÓLKAFUNDUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Sunnudagin klokkan 14 er fólkafundur á Fløtuni Fríðu. Tað var har Nólsoyar Páll og aðrir bygdu Royndina Fríðu, ein varði í før- oyskari siglingarsøgu. Tað eru í ár 200 ár síðani hesa stórhend- ing, sum fór fram á Fløtuni Fríðu í Vági. Fyri at minnast hetta, verður fólkafundur hildin og røðari á fundinum verður Tór- bjørn Jacobsen, løg- tingsmaður. Aftaná er café um- borð á Johonnu. Tað er við at vera síðsta útkall hjá róðrarbátinum Royndini Fríðu, tí fyrsta dagin fáa vágbingar nýggjan bát, ið skal bera navnið Royndin Fríða KAPPRÓÐUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Bátar og kappróðarbátar - og kanska eisini størri før - røkka ofta høgan aldur í Vági. Grindabátarnir eru søguligir og sluppin Jo- hanna talar fyri seg. Fleiri av kappróðrarbát- unum í Vági eru eisini gamlir, men eru til enn og Tofta Regin verður 70 ár í summar. Men nýggir bátar leggjast til og í næstum verður aftur nýggjur bátur á fjørðinum. Tá verður tað ein nýggj Royndin Fríða, ið fer um bylgjuna bláu. Fleiri kapp- róðrarbátar við navninum Royndin Fríða hava verið í Vági og hendan komandi er nummar 4 ella 5 í røðini. Royndin Fríða, sum nú fer í søguna, er bygd í sjeytiár- unum. Sámal Hansen, bátasmiður við drúgvum royndum við kappróðrar- bátum, hevur smíðað nýggju Royndina Fríðu til Vágs Kappróðrarfelag. Hesar manna Royndina Fríðu og nú fáa tær nýggjan bát at royna seg í Mynd:D.Olsen Nýggj Royndin Fríða Pakkhúsið góður karmur Stóra Pakkhús Mynd: D.Olsen Suðuroyar Heimavirkið & Vágs Matmøðrarfelag Ynskja Ynskja øllum eina llum eina góð óða j a jóans ansøku ku Ítróttar- & klædnahandil 900 Vágur Tlf. 374 221 Vit ynskja tykkum øllum eina góða jóansøku C M Y K 19 18