mánadagur 30. juni 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. juni 2014 · Nr. 73
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Triðja árið á rað varð skipað
fyri konsertdegnum Vox
botn 2014 í Vágsbotni. Til
takið byrjaði klokkan 15, tá
bólkurin Punjab sum tann
fyrsti fór á Stóra Pall. Afturat
tí stóra pallinum var sum
nakað nýtt eisini ein annar
pallur, ið var settur uppi við
Boysensgarð. Har framførdu
ymsir tónleikarar, tá steðgur
var á Stóra Palli.
Veðrið var av tí besta allan
dagin, og fleiri av teimum
kendu tónleikarunum fram
førdu tíðliga um kvøldið,
og tað gjørdi, at longu um
18-tíðina var nógv fólk savn
að saman í Vágsbotni. Longu
klokkan 22.30 var útselt.
- Tá høvdu vit selt 4.000
atgongumerki, og tað var ein
rúgva av fólki, ið komu, eftir
at dyrnar vóru lætnar aftur,
men tá var altso útselt, og tey
sluppu ikki inn. Tað hevur
ivaleyst verið at sæð aftur í
ymsu klubbunum í Havnini,
sigur Petur Slyne, ið er ein av
fyriskiparunum av Voxbotn.
Sum heild gekk dagurin
júst sum ætlað, og konsert-
gestir-nir skikkaðu sær eisini
væl.
- Nú er hetta triðja árið,
vit skipa fyri tiltakinum, og
tí vistu vit, hvar og nær vit
skuldu seta inn við vaktum.
Vit hava eisini eitt framúr
samstarv við bæði politiið
og býráðið, og vit kenna eftir
hondini staðið, sigur Petur
Slyne, ið samstundis avdúk
ar, at longu nú er greitt, nær
næsta Voxbotn verður.
- Fólk eru aftur í ár væl
nøgd við konsertdagin, og alt
gekk væl, og tí hava vit gjørt
av, at Voxbotn 2015 verður
tann 27. juni næsta ár, sigur
Petur Slyne.
rannva@sosialurin.fo
Voxbotn 2014
Vágsbotnur
kókaði á
Voxbotn 2014
Okkurt um 4000 fólk vóru leygardagin á
tónleikatiltakinum Voxbotn, har millum annað
LOC, Byrta, Swangah og Return framførdu. – Vit
eru sera væl nøgdir og hava bara fingið positivar
afturmeldingar frá fólki, siga fyrireikararnir