Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juni 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. juni 2014 · Nr. 73 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 P olitiska líkasælan um vertsskapin av Oyggjaleikum er ein vanlukka fyri føroyska breiddaítrótt. Leygardagin varð staðfest, at tað ikki verður í hesum umfarinum, at Føroyar skulu hýsa Oyggjaleikum. Eitt mál, sum fleiri partar hava arbeitt miðvíst ímóti seinawstu seks árini. Fyri føroyska ítrótt – serliga smærru kappingargreinirnar – er talan um vanlukkuliga støðu. Ferð eftir ferð er prógvað, hvussu stóra framgongd tað ber við sær, tá leikirnir verða hýstir. Betraðar kappingarumstøður, økt fokus og intensiverað venjing hevur hvørja ferð borið við sær, at vertstjóðin hevur betrað seg nógv. Ikki bara tað árið, tey hýsa leikunum, men so sanniliga eisini í komandi leikum. Talan var tí um gyltan møguleika at skapa eitt kvanta-lop í menningini av føroyskari ítrótt, men tann møguleikin er nú spiltur. Orsøkin er heilt einfalt politisk líkasæla. Ikki frá kommunalari síðu, tí her hevur viljin ikki vantað. Eitt nú setti Tórshavnar Kommuna longu eftir næst seinasta býráðsval mál um, at høvuðsstaðurin skuldi vera klárur í 2019, og síðani hava vit sæð stórar útbyggingar av ymiskum ítróttaøkjum. Hinvegin hevur politiskt drál í málinum um golfvøllin borið við sær, at ÍSF ikki tordi at skriva undir skjalið, sum hevði bundið Føroyar til vertsskapin. Í fleiri ár hava boðini frá ÍSF- forsetanum púrasta greitt verið, at tað nyttar einki, um vit siga, at vit allar helst vera klár. Kravið hevur heilt einfalt verið, at vit mugu prógva, at vit eru klár, og tað megnaðu vit ikki. Tess meira skelkandi var tað at hoyra landsstýrismannin, sum varðar av búnaðarlógini, um vikuskiftið, tá hann segði, at hann skilti ikki avgerðina hjá ÍSF, tí einki var til hindurs fyri, at ein golfvøllur er á Glyvursnesi í 2019. Jú! Tað, sum lá í buktini, er, at politiski myndugleikin hevur snorksovið í tímanum. Boðini um, at ÍSF mátti hava vissu, vórðu als ikki tikin í álvara, og so munar tað lítið at koma við umberingum í dag. Møguleikin er spiltur, og spurningurin er, um hesin møguleikin nakran tíð kemur aftur. Líkasæla kostaði Oyggja­ leikirnar www.b36.fo: Talan var ikki um besta spælið, sum vit hava víst í ár. Men stigini komu til høldar, og tað var hugaligt at síggja tríggjar nýggjar mans sleppa at royna seg www.hb.fo: Eitt stig í Sarpugerði í kvøld er avgjørt góðkennt. Víkingar eiga at iðra seg um at teir ikki tóku av sínum møguleikum. Vit fingu betur skil á so hvørt, og vístu góða styrki uttan at pranga. www.vikingur.fo: Finnur Justinussen, Erling Jacobsen og Hanus Jacobsen hava allir longt sáttmálan við Víking, soleiðis at hann er galdandi til og við 2016. Hans Jørgin Djurhuus hevur longt við einum árið. www.if.fo: Sjálvandi eru vit fuglfirðingar ikki nøgdir við at tapa, heldur ikki móti oddaliðnum, men dysturin í dag vísti, hóast alt, at vit eiga eitt gott og ágrýtið lið, ið kann vinna á so mongum liðum í bestu deildini. www.ab.fo: Tað var stuttlgt at síggja, hvussu alt liðið stríddist ídag og veruliga vístu, at teir vildu vinna. Vit skulu bara gera hetta hvønn dyst, so skulu málini og stigini nokk koma. www.nordlysid.fo: Sum heild var talan um ein fult uppibornan sigur, tí botnliðið átti teir størru møguleikarnar í einum illa leiktum dysti. Men Skála vildi tað meira og vann at enda uppiborið. Heimasíðurnar skriva: Ítróttar klumman Jákup Mørk ■ KÍ dugdi ikki at spæla 11 móti 11. Tí taptu teir ( Skála - KÍ ) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: ítróttur ítróttartoymið Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Vit fingu ikki oyggjaleikirnar Eirikur Lindenskov Tað hevur ligið í luftini, at Føroyar skuldu vera vertir fyri Oyggjaleikunum í 2019 – og at størsta avbjóðingin var golfvøllurin, soleiðis at Føroyar kundu bjóða 12 ítróttar­greinar, so sum fyri­ skrivað er. Petur Elias Petersen, for­maður í ÍSF, var leygar­ dagin á fundi hjá Oyggja­ leika­nevndini á Jersey, og har mátti hann boða frá, at vit kortini ikki kudnu átaka okkum leikirnar. – Vit hava ikki tær neyð­ ugu 12 ítróttar­greinarnar upp á pláss og tí kunnu vit ikki skipa fyri leikunum í 2019 sum ætlað. Vit hava hildið og vónað, at alt kom upp á pláss, men so varð ikki, segði Petur Elias Petersen í samrøðu við Brynhild Thomsen í Útvarpinum. Hann vísti eisini á, at tiltakið er vorðið so mikið stórt, at Oyggjaleikirnir í Jersey næsta ár verða størsta ítróttartiltak í Evropa í 2015. – Tí ber tað ikki til at bjóða seg fram og bara vóna, at alt verður liðugt. Hann heldur, at politikararnir hava arbeitt seinni enn væntað at fáa tær neyðugu umstøðurnar til allar ítróttargreinarnar, segði hann við útvarpið. Hann segði, at tað ber ikki til bara at vóna. Alt skal vera liðugt, áðrenn vit aftur bjóða okkum fram, segði hann. Av tí at Føroyar ikki eru klárar, so kunnu vit ikki átaka okkum Oyggjaleikir 2019. Tað segði Petur Elias Petersen við útvarpið um vikuskiftið