Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juni 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. juni 2014 · Nr. 73 ítróttur EFFO-liðið fyrru hálvu Ítróttartoymið í Sosialinum hevur sett ársins lið higartil í landskappingini Tróndur Arge Út­gangs­støðið er ársins lið frá fyrsta triðinginum, og so verða útskiftingar gjørd­ ar á tí liðnum. Talan er um besta liðið í føroysku lands­ kappingin í 15 teimum fyrstu umførunum. Bara tvær útskiftingar eru gjørdar frá liðnum, sum varð valt frá fyrsta triðinginum. Teitur M. Gestsson Jóhan T. Davidsen Klæmint A. Olsen Róaldur Jakobsen Bárður Hansen Jákup á borg alex mellemgaard Lukasz Cieslewicz hørður askham Adeshina Lawal Fróði Benjaminsen Kristin R. Mouritsen út – Lukasz Cieslewicz inn Fyrsta útskiftingin er á vinstra kanti, har Kristin R. Mouritsen úr HB hevur mist plássið. Avrikini hjá honum og HB hava verið óstøðug seinastu umførini. Kristin hevur ikki megnað at hildið støðugu avrikini og verður tí útskiftur. Í hansara stað kemur ein maður, sum vanliga ikki spælir á vinstra kanti, men tað slepst ikki undan, at Lukasz Cieslewicz má á liðið. Hann er lykilin í um­ stilling­ini og eigur stóran lut í flestu av málunum. Tí er kann komin á liðið, men av taktiskur orsøkum, so er hann skump­aður á vinstra vong. Andrew av Fløtum út – Klæmint A. Olsen inn Eisini í álopinum er ein út­ skift­ing. Andrew av Fløtum hevur verið skaddur at kalla síðani hann kom á liðið aftaná níggju umfør, og tí er hann nú útskiftur. Andrew hevur annars verið sera týdn­ingar­mikil fyri álops­ spælið hjá HB, og tað hevur verið saknur í honum. Í hansara stað kemur topp­ skjúttin í føroyskum fótbólti, Klæmint Andrasson Olsen. Hann er toppskjútti við 15 málum og tað eru seks fleiri enn nummar tvey á list­ anum. Tó hevur hann ikki fingið fult kredit fyri málini, tí tey eru fyri tað mesta komin móti botnliðnum í stór­sigrum. Nú er hann eisini farin at skora móti hinum. Tí er Klæmint á ársins liði higartil. Níggju standa við Av teimum ellivu, sum vóru á liðnum aftaná ein triðing eru á liðnum enn. Teitur M. Gestsson og teir fýra í verjuni standa við. Verjan hjá Víkingi hevur funnið stevið seinastu umførini, men tað er ikki nokk til at skumpa Jóhan T. Davidsen av liðnum. Á miðvøllinum standa Róaldur Jakobsen og Fróði Benjaminsen við. Teir eru í harðari kapping við Súna Olsen úr Víkingi, sum er á gáttini á sleppa á liðið. Var pláss fyri trimum á miðvøllinum, so var Súni á liðnum. Jákup á Borg og Adeshina Lawal standa somuleiðis við. Jákup hevur verið nakað skaddur, men samanlagt hevur hann verið besti høgri vongurin í kappingini higartil. fótbóltur Útskiftingarnar: Ársins lið fyrsta triðingin: Teitur M.Gestsson(HB) – Bárður Hansen(Víkingur), Hørður Askham(B36), Jóhan T. Davidsen(HB), Alex Mellemgaard(B36) - Jákup á Borg(B36), Róaldur Jakobsen(B36), Fróði Benjaminsen(HB), Kristin R. Moritsen(HB) - Adeshina Lawal(B36) og Andrew av Fløtum(HB)