Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juni 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. juni 2014 · Nr. 73 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Meðan Drekin Reyði, Jarnbardur og Erla Kongsdóttir hava trygga kós fram ímóti FM, so er tað tætt í hinum kappingunum, har tað á jóansøku vóru fýra aðrir vinnarar enn á Skálafjørðinum boðið í fleiri kappingum Jóannes Hansen Tað var summar, og tað vóru framúr kappróðrarlíkindi, tá ið tað leygardagin varð kapp­ ast á jóansøku í Vági. Tað gekk sum smurt av av­greiða róðrarnar, og stóran hálvan annan tíma eftir at 5-manna­ førini við dreingj­um tóku fyrstu tøkini, tá ið klokkan var trý, vóru 10-mannaførini farin um málið. Gongdin í fýra teimum fyrstu kappingunum í ár bend­ir á, at tað ikki verður fyrr­enn á ólavsøku, at FM spurningurin verður svar­ aður í fleiri kappingum. Lítil ivi er tó um, at 10-mannafarið Drekin Reyði, 6-mannafarið Jarnbardur við kvinnum og 5-mannafarið Erla Kongs­ dóttir við kvinnum fara at vinna FM, og at tað longu verður á fjarða­stevnu í Vest­manna leygar­dagin ella helst á vestan­stevnu annan leygar­dag, at FM heitini verða staðfest. Flaggskipini Kvinnurnar á Jarnbardi hava beina kós ímóti FM heit­inum. Leygardagin var fjastøðan aftur til Lóm ein báts­longd ella umleið tann sama, sum hon var á sunda­ lags­stevnu. Í hinum báðum kappingunum var hon størri enn so. Men tað er als einki, sum bendir á, at Jarnbardur ikki fer at vinna FM við fullum stigatali á sama hátt, sum tær megnaðu tað í fjør. Drekin Reyði er púra suverenur í kappingini mill­ um 10-mannaførini. Held­ ur ikki á Vágsfirði var tað spurningurin, um hann fór at vinna, men heldur var spurn­ing­urin, hvussu sann­ før­andi sigurin fór at verða. At frástøðan aftur til næsta bátin hesa ferð var níggju sekund, meðan hon næst­ síðsta leygardag á Skála­ fjørð­inum var tíggju sekund skal einki leggjast í. Í kappróðrar­umhvørv­ inum hevur ljóðað, at Vest­ menningur fyrireikar seg at leggja uppí, og Klaksvíkingur ætlar sær at bjóða av á ólav­ søku. Spurningurin er ikki, um Argja Róðrarfelag fer at vinna fyrsta FM heitið nakran­tíð í hesi kappingini, men heldur er spurningurin, um FM heitið verður vunnið við fullum stigatali, sum teir á Argjum ætlað! Undanfarnu ferðirnar hev­ur Havnarbáturin vunnið kappingina um næstfremsta plássið. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. Á jóansøku togaðu ungu menninir umborð á Eystur­oyingi seg framum hvíta drekastevnið. Knørrur kneykaði Kvívíking Tað var tætt og spennandi, og tað endaði við, at ein nýggj­ur vinnari varð funn­in í kapp­ ingini millum 8-manna­førini. Hesa ferð var tað Knørr­ur hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn, sum var fyrstur um málið, og hesa ferð var Kvívíkingur, sum hevur vunnið undanfarnu ferðir­ nar, næstfremstur. Hetta var fyrsta ferðin síðani á ólavsøku í 2006, at Knørrur vann ein róður. Í 2006 vann Knørrur fimm ferðir og varð harvið FM vinn­ari. Tað er framvegis møguleiki fyri, at Knørrur skal vinna FM í ár. Kvívíking­ ur er trý stig undan Knørri í FM kappingini, og kappingin millum 8-mannaførini leyg­ ar­dagin undirstrikaði, at tað er tætt millum hesar báðar bátarnar, og at tað ikki er óhugsandi at annar av hinum bátunum eisini hev­ur møguleika at vinna onkran róðurin. Á øllum 1000 metra tein­ inum á Vágsfirði var tað dramatiskt og tætt. Mið­ving­ ur var leingi frammi í odd­ inum, og Argjabáturin var ikki so langt frá heldur. Tá ið tað stóð á, og endamálið ikki var so langt burtur, so vóru tað Knørrur og Kvívíkingur, sum kappaðust um sigurin. Knørrur var alla tíðina undan í endaspurtinum, hóast kvívíkingar eina løtu støð­ugt minkaðu um munin, og fyri fyrstu ferð í átta ár fór Knørrur fyrstur um mál­ linjuna. Skriva søgu í Fuglafirði Tað gongur strúkandi við kapp­róðrinum hjá kvinn­ unum í Fuglafirði. Soleiðis plagdi tað ikki at vera. Tað eru ikki so nógv ár síðani, at tað var heilt merkisvert, at Erla Kongsdóttir vann. Nú hevði tað verið merkisvert, um Erla Kongsdóttir ikki vann! Í 2012 og 2013 vann Erla Kongsdóttir FM í kappingini millum genturnar, og í 2010 vann Erla Kongsdóttir FM í kappingini millum 5-manna­ før við kvinnum. Frammanundan 2010 hevði eingin bátur í Fugla­ firði vunnið FM, síðani tað í 1973 varð farið undir meistara­kappingina í tí líki, sum hon nú er skipað. Í tíðar­skeiðnum 1964-1972 vórðu FM vinnararnir funnir í kapp­ing ein sunnudag eftir ólavsøku. Fyri einari hálvari øld síðani – í 1964 – vunnu gentur­nar á Erlu Kongsdóttir fyrsta FM heitið, sum tað varð kappast um. Kappróðurin í Fuglafirði er gott dømi um, at tá ið eld­ sálir ganga undan, og tað fer at ganga væl, so økist áhugin, og so er ikki so langt til, at tað fer at ganga uppaftur betur. Fleiri av kvinnunum um­ borð á Erlu Kongsdóttir hava undan­farnu árini verið við til at vinna tvey FM í gentu­ kappingini. Nú hava tær beina kós ímóti FM í kvinnu­ kappingini. Erla Kongsdóttir vann aftur á jóansøku. Aftur hesa ferð var tað leyst aftur til næsta bátin, men tær á Havfrúnni úr Vestmanna, sum í fjør vunnu FM í hesi kappingini, taka seg alt nærri Erlu. Á sundalagsstevnu var munurin tólv sekund, á eystan­stevnu var hann fýra sekund, og leygardagin var hann trý sekund. FM heitið er á veg til Fugla­firðar. Tað er tó fram­ vegis spenningur um, um tað fer at eydnast at vinna tað við fullum stigatali á sama hátt, sum tað varð vunnið í gentukappingini í fjør. Leygardagin skrivaði kvinnu­róðurin í Fugla­ firði søgu. Umframt at Erla Kongsdóttir vann, so eydn­ aðist tað gentu­mann­ing­ ini, sum nú mannar Silju, at vinna. Tað er ongantíð kom­ ið fyri áður, at tvær kvinnu­ mann­ingar úr Fuglafirði hava vunnið á somu stevnu. Hetta var fyrsta ferðin, at Silja vann, og nú eru tær úr Fuglafirði næstfremstar í FM kappingini. Báturin varð enda­liga mannaður tvær vikur fyri norðoyastevnu. Í fyrstu royndini vóru tær nummar tvey, á sunda­ lags­stevnu duttu tær aftur á fjórða plássið, á eystan­ stevnu vóru tær nummar trý, og á Vágsfirði eydnaðist tað at koma fyrst á mál. Næstfremst var Drekin, sum er fremstur í FM kapp­ ing­ini – trý stig undan Silju. Fípan Fagra, sum vann á norðoyastevnu, og Jallurin, sum var næstfremstur á eystan­stevnu, komu á mál í somu tíð og endaðu á bronsu­plássinum. Hesir báðir bátar­nir komu annars á mál aftan­fyri Blik og Spógvan, men hesir báðir bátar­nir vórðu koll­dømdir fyri at stýra skeivt. Sum fyri tveimum árum síðani Jóansøka er í Vági annað­ hvørt ár og annaðhvørt ár er hon á Tvøroyri. Fyri vertir­ nógvir um FM Tað eru kappróður