mánadagur 30. juni 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. juni 2014 · Nr. 73
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
B36 vann í 2011 FM við met nógvum stigum. Tá fingu
teir 67 stig og høvdu 37 stig í summarsteðginum.
Tað hevur B36 eisini í ár. Málúrtøkan er næstan tann
saman, men liðið í 2011 lat eitt mál færri inn. Sostatt
er líkheitin millum 2011 liðið og liðið í ár at fáa eyga á.
Í mun til í fjør, tá HB vann FM, so hevur felagið fingið
fýra stig færri fyrr steðgin í ár. Tað er í sjálvur sær
ikki so galið, men sæð í mun til B36, so sær tað
ikki so gott út. Verjan er eins góð við 14 málum í
gjøgnum, men HB hevur skotið fimm mál færri í ár.
fyrra hálva fótbóltur
Tróndur Arge
B36 hevur tikið tey flestu á
bóli. Við eini framúr fyrru
hálvu, so eru teir á veg til
at vinna FM heitið í ár. Teir
eru ikki færri enn sjey stig
fremst. Tað hevur staðið
á í onkrum av dystunum,
so sum í triðja umfari
móti Víkingi, og móti NSÍ
í Runavík. Tó so, so kundi
munurin verið heili tíggju
stig, um B36 kláraði at
halda leiðsluna móti HB í 14.
umfari.
Tórður Thomsen hevur
havt eitt avbera gott kapp
ingarár, har hann hevur
verið tryggur í tí mesta, sum
han hevur gjørt. Tíverri fyri
hann, so kemur brølarin
móti HB at standa fastur í
minninum, tá hann misti
bóltin í málið í evstu løtu.
Í verjuni hava allir spælt
væl. Miðverjan er óroynd,
men spælir væl og verður
væl vard av miðvøllinum,
sum arbeiðir hart. Serliga
Róaldur
Jakobsen
hevur
staðið sterkur í myndini á
miðvøllinum.
Á høgra vongi hevur
Jákup á Borg verið undan
gongumaður.
Spælandi
hjálparvenjarin
hevur
skotið neyðugu málini og
gingið á odda. Í álopinum
hava
Lukasz
Cieslewicz
og Adeshina Lawal verið í
einum flokki fyri seg. Lukasz
sum uppleggjari og Lawal
sum málskjútti.
Her at enda, so fær Sámal
Erik
Hentze
eina
heilt
serliga viðmerking. Venjari
hjá B36 er uttan iva ársins
venjari higartil. Hann hevur
funnið eina spæliætlan, ið
riggar við bæði royndum og
óroyndum spælarum. Nú
er spurningurin um hann
klárar at halda skútuni á
kós við trimum nýggjum
spælarum í hópinum.
Tróndur Arge
HB er í steypafinaluni og
liggur nummar tvey í lands
kappingini. Fyri eitt hvørt
annað lið í Føroyum, hevði
tað verið góðkent. Soleiðis er
støðan bara ikki í HB. Undan
hesum
kappingarárinum
fekk HB dreymavenjaran
í Heðini Askham, meðan
hópurin bleiv styrktur við
spælarum sum Levi Hanssen,
René Shaki Joensen og Poul
Ingason, meðan bara Bárður
Olsen fór hinvegin.
Spælið hevur verið lítið
skapandi og mangan hava
sigrarnir verið lítið spenn
andi. Símun Samuelsen er
illa plágaður av skaðum,
meðan
ChristianR.
Mouritsen og Andrew av
Fløtum somuleiðis hava havt
trupulleikar. Tað hevur sett
sín sjónliga dám á liðið, sum
ikki megnar at halda fast í
bóltinum longur.
Í málinum hevur Teitur
Matras Gestsson upp til fleiri
ferðir bjargað HB liðnum
sigrar, tá hann hevur havt
eina stórbjarging fyri og aðra
eftir. Verjan er navnfram,
men tað hongur ikki altíð
líka væl saman. Miðvøllurin
knústi alla mótstøðu fyrsta
triðingin, men tiltikna grúsið
er komið í, og tað merkist.
Á vengrunum eru tað ikki
longur tveir landsliðspælarar
í landsliðsformi, sum skapa
møguleikarnar,
meðan
Andrew var framúr til hann
bleiv skaddur. Keypið av
Jóan Símun Edmundsson er
til at skilja, tí teir spæla illa
uttan Andrew.
Hetta er HB og Heðin
Askham hevur eina drúgva
uppgávu fyri seinnu hálvu.
Á veg móti FM og FM-metinum
Spælið og FM vónirnar kámast
Tórður Thomsen
Hørður Askham Andrias Eriksen
Høgni Eysturoy Alex Mellemgaard
Róaldur Jakobsen Klæmint Matras
Jákup á Borg Hanus Thorleifsson
Lukasz Cielsewicz Adeshina Lawal
Teitur M. Gestsson
Rógvi S. Holm Jóhan T. Davidsen
Jógvan Rói Davidsen Pál M. Joensen
Fróði Benjaminsen Heini Vatnsdal
Christian R. Mouritsen René S. Joensen
Kristin R. Mouritsen
Andrew av Fløtum
B36 er sjey stig fremst og hevur beina kós móti FM. Í 2011 setti B36
met, tá teir vunnu FM við 67 stigum. B36 er í ár á veg at tangera tað
metið. B36 hevur spælt ótrúliga effektivan og góðan skjótálops
fótbólt. Eisini hava profilarnir avrikað saman við venjaranum
HB hevur ikki heilt megnað at liva upp til stóru vónirnar undan
hesum kappingarárinum. Spælið er ikki flótandi og skapandi,
meðan vónirnar um at vinna FM kámast, so hvørt frástøðan
til grannarnar og arvafíggindarnar úr B36 veksur
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
1. umfar
1. umfar
3. umfar
3. umfar
5. umfar
5. umfar
7. umfar
7. umfar
9. umfar
9. umfar
11. umfar
11. umfar
13. umfar
13. umfar
15. umfar
15. umfar
Formkurvin
Formkurvin
tídningarmiklastur fyri steðgin
tídningarmiklastur fyri steðgin
Toppskjúttar
Toppskjúttar
flest minuttir
flest minuttir
eftir steðgin...
eftir steðgin...
Jákup á Borg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8
Adeshina Lawal . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8
Róaldur Jakobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
1 Símun Samuelsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6
2 Fróði Benjaminsen . . . . . . . . . . . . . . . . . 6
3 Gunnar Haraldsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
Adeshina Lawal . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1350
Høgni Eysturoy . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1350
Hørður Askham / Lukasz Cieslewicz 1350
1 Gunnar Haraldsen . . . . . . . . . . . . . . 1350
2 Fróði Benjaminsen . . . . . . . . . . . . . 1331
3 Christian R. Mouritsen . . . . . . . . . . 1320
Lukas Cieslewicz
Tað kundi verið ein av fleiri, men Lukasz Cieslewicz er tann spælari, sum ikki
hevði borið til at avloyst. Hann er lykilin í umstillingini og stendur mangan fyri
tí partinum í uppspælinum, sum ongin annar hevði kunnað. Bóltførleikin er
sermerktur og Sámal Erik hevur funnið júst rætta leiklutin til póllendingin, sum
hevði passað perfekt til føroyska landsliðið. Róaldur Jakobsen, Adeshina Lawal,
Hørður Askham, Tórður Thomsen og Jákup á Borg kundu allir verið nevndir.
Tað sigur ikki so lítið um samanspælið á liðnum.
Teitur Matras Gestsson
Tað plagar at standa Fróði Benjaminsen her. Tað gjørdi tað eisini leingi, men
sum kappingin hevur gingið, so hevur týdningurin av Teiti M. Gestsson í málinum
verið størri, enn leiðaraevnini hjá Fróða á miðvøllinum. Teitur hevur óteljandi
ferðir stórbjargað HB í hesum kappingarárinum. Tað sigur eisini eitt sindur
um gongdina á vøllinum, sjálvt um tað sær rímiliga gott út á stigatalvuni og
í steypakappingini. Teitur er tryggur í tí mesta hann tekst við, og er ótrúliga
sterkur í ein móti einum støðum.
B36 hevur fingið tilgongd av trimum spælarum í Odmari Færø, Rógva Poulsen
og Adrian Cieslewicz. Tað ljóðar sum góður styrkur, men Odmar og Rógvu skulu
spælast í form, meðan Adrian skal venja seg við føroyskan fótbólt. B36 er nú
stórur FM favorittur, men tað krevur at hópurin góðtekur tilgongdina av nýggju
spælarunum, sum skulu taka plássini frá onkrum.
HB hevur keypt Jóan Símun Edmundsson og longt avtaluna við René S. Joensen.
Tað er greið tekin um, at teir ætla sær at bjóða B36 av. Meiri avgerandi verður
tó, um teir fáa Andrew av Fløtum, Christian R. Mouritsen og Símun Samuelsen í
gongd eftir skaðar. Steypagull er ikki nøktandi, men sum støðan sær út í dag, so
kann tað blíva realiteturin, tí tað er um at blíva langt upp til toppin.
B36: 4-4-2
HB: 4-2-3-1
1
2
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Sigmar Mørkøre