Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juni 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. juni 2014 · Nr. 73 ítróttur Víkingur hevur úr at gera. Sum steypavinnari skulu teir luttaka í Europa League, har teir í ár skulu til Lettlands at hitta FC Daugava Daugavpils. Har­ umframt hava teir ikki einans landskappingina her heima afturat at hugsa um, men eisini steypafinaluna. EB/Streymur hevur fyri fyrstu ferð í átta ár bara landskappingina at hugsa um í summarsteðginum og seinnu hálvu. Teir eru nevniliga teimum heldur óvant ikki við í steypafinaluni. 5. pláss í Effodeildini í fjør merkir, at teir eiheldur skulu út í Evropa at spæla. fótbóltur fyrra hálva Pætur Albinus Talan var um eina marru­ byrjan upp á kappingarárið hjá Víkingi, sum fyrstu tvey umførini mátti lúta fyri AB og KÍ. Síðani hevur Víkingur tó ikki hugt seg aftur um bak og einans tapt ein dyst av teimum síðstu 13 fram ímóti summar­steðginum. Felagið, sum hevði styrkt seg væl til hetta kappingar­ árið, tykist hava fingið góða greiðu á ting­unum eftir hvøkkin við kappingar­árs­ byrjan. Tað er serliga verju­ parturin, sum hevur staðið seg væl og er triðbestur í deildini við 16 málum ímóti saman­borið við 14 hjá B36 og HB, meðan málrevurin Finnur Justinussen hevur funn­ið máltevið fram og skot­ið níggju mál. Málsetningurin hjá Víkingi var at fara eftir meistara­heitinum, og við til­ gongd av framúr mið­vallar­ um sum Halli Hanssyni og Súna Olsen, var hetta skilj­ andi í oyrunum hjá teim flestu. Eitt triðja pláss í lands­kapp­ingini er ikki heilt av leið, ser­liga havt í huga mynstr­ið, sum hevur verið, at Víkingur bara hevur tapt fimta hvønn dyst. Hetta má tó bøtast um, skal felagið hava vónir um at vinna FM. Spælið hevur í nógvum dystum verið til enn fleiri sigrar, men mál­møgu­ leikar hava ikki í nóg stóran mun verið umsettir til mál. Hinvegin hevur tað verið eitt plástur á sárið, at felagið aftur í ár er í steypafinaluni. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Gongdin hevur verið heldur misjøvn hjá EB/Streymi, sum tó hevur arbeitt seg til eitt 4. pláss í Effodeildini. Teir liggja væl fyri í stóra miðfelt­ inum í deildini og lúra eftir heiðurs­merkjunum. Heimavøllurin hevur ver­ ið teimum stinnur, har teir hava vunnið 14 út av teim­ um 22 stigunum. Úti­vøll­ur­in hevur hinvegin verið teim­ um ein meinbogi, har teir bara hava vunnið ein dyst – nevniliga seinasta dystin áðrenn steðgin, 2-1 ímóti NSÍ. Tað hevur verið ilt at funnið nakað mynstur í gongd­ini. So skjótt tap hev­ ur verið fyri teimum í tveim­ um dystum á rað, hava teir vent gongdini. Tískil hev­ ur ongantíð verið talan um kreppu, men hinvegin hevur talan eiheldur verið um nakran veruligan stima, ið hevur tryggjað teimum fleiri stig innan eitt stutt tíðar­ skeið. Tað kann róliga sigast, at gongdin hevur verið upp og niður. Ein orsøk til hetta tyk­ist vera, at málrevurin Arnbjørn Hansen hevur ver­ið darv­ aður av skaða og bara spælt árakað helvtina av tíð­ini. Hann er einasti av­gjørdi fremsti maður á lið­num, og í frá­veru hansara hava verið royndar ymiskar saman­ setingar. Eitt, sum hevur verið ser­ merkt fyrsta hálvárið hjá EB/ Streymi er, at teir fyri fyrstu ferð í átta ár ikki hava spælt seg í steypafinaluna. albinus@sosialurin.fo Víkingur heldur fram við at elta Einki mynstur teknar seg Geza Turi Atli Gregersen Erling D. Jacobsen Bárður J. Hansen Hanus Jacobsen Hans Jørgen Djurhuus Heðin Hansen Súni Olsen Hallur Hansson Filip Djordjevic Finnur Justinussen René Tórgarð Egil á Bø Marni Djurhuus Jónas Tór Næs Gert Hansen Pól J. Justinussen Høgni Madsen Gunnar Zachariassen Hans P. Samuelsen Niels P. Danielsen Arnbjørn Hansen Tað var ein hvøkkur við tveimum ósigrum, sum góvu Víkingi eina marrubyrjan upp á kappingarárið. Síðani tá hevur tað bara gingið ein veg hjá Víkingi, sum av triðja plássi eltir oddaliðini. Harumframt hevur felagið aftur í ár tryggjað sær pláss í steypafinaluni Ongantíð hevur sama útfall verið í dystum hjá EB/Streymi tríggjar ferðir á rað. Tap verða vend til sigrar og øvugt. Tað er í grundini søgan um fyrsta hálvárið hjá EB/Streymi, sum í svingandi gongdini tó hevur savnað sær nóg mikið av stigum til eitt 4. pláss 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1. umfar 1. umfar 3. umfar 3. umfar 5. umfar 5. umfar 7. umfar 7. umfar 9. umfar 9. umfar 11. umfar 11. umfar 13. umfar 13. umfar 15. umfar 15. umfar Formkurvin Formkurvin tídningarmiklastur fyri steðgin tídningarmiklastur fyri steðgin Toppskjúttar Toppskjúttar flest minuttir flest minuttir eftir steðgin... eftir steðgin... Finnur Justinussen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 Súni Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7 Heðin Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 Hans Pauli Samuelsen . . . . . . . . . . . . . . . . 8 Arnbjørn Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 Niels Pauli B. Danielsen . . . . . . . . . . . . . . . 4 Erling D. Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . 1350 Geza Turi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1350 Finnur Justinussen . . . . . . . . . . . . . . . 1340 Egil á Bø . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1331 Gert Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1350 Hans Pauli Samuelsen . . . . . . . . . . . . 1273 Finnur Justinussen Málrevurin hevur víst seg at vera sera umráðandi fyri Víking aftur í ár. Eins og við liðnum, so byrjaði kappingarárið heldur ivasamt, men eftir sítt fyrsta mál í 6. umfari er gongd komin á málskjótingina, sum hevur víst seg at vera í tráð við gongdina hjá liðnum. Skorar Finnur, so vinnur Víkingur – næstan hvørjaferð. Hann skoraði í øllum umførunum frá 8. - 12. umfar, sum var eitt tíðarskeið, har Víkingur vann fýra av fimm dystum, og sum bar Víking langt fram á stigatalvuna. Hans Pauli Samuelsen Tekniskt dugnaligi vongleikarin hevur víst ábyrgd meðan Arnbjørn Hansen bara hevur verið hálvur vegna skaða. Eisini í málskjótingini, har hann hevur skotið níggju mál í fyrru hálvu. Hetta eru longu fleiri mál enn hann skeyt alt kappingar­ árið í fjør, tá ið hann skeyt sjey. Tað er einki at taka seg aftur í, at nógv av upp­spølunum hjá EB/Streymi fara umvegis Hans Paula Samuelsen, sum hevur gott hug­flog og hevur góð evni bæði at leggja upp og at skjóta mál. Hann hevur verið við í øllum dystunum hjá EB/Streymi higartil. Tað tók evnaríka miðvallaranum rúma tíð at finna seg sjálvan á liðnum, men Hallur Hansson hevur tikið seg fram fyri hvønn dyst og hevur arbeitt seg fram til at vera millum teir týdningarmestu leikararnar. Hann hevur evnir í nógvum pør- tum av spælinum, men enn hevur stríðið bara kastað eitt mál av sær. Við frálíka skot-teknikki hansara er hugsandi, at hann fer at skjóta fleiri mál í seinni hálvu. Skaðar hava darvað Arbirni Hansen í at gjørt seg galdandi í fyrru hálvu, men nú hevur hann steðgin til koma fyri seg aftur. EB/Streymur hevur tørv á sínum egna málrevi, sum so mangan hevur verið krónan á verkinum í teimum góðu uppspølunum hjá væl samanspældu sundalagsmonnunum. Seinastu skaðafríu seinnu hálvu, sum var í 2012, skeyt hann 11 mál. Tað hevði munað nógv í ár. Víkingur: 4-4-1-1 EB/Streymur: 4-2-3-1 3 4 Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen