mánadagur 30. juni 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. juni 2014 · Nr. 73
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fyrra hálva fótbóltur
NSÍ, sum er fallið av triðja plássi og aftur á eitt fimta
pláss, skal taka tað róliga. Jens Joensen er við at
koma aftur frá leikbanni og tað sama er Jústinus R.
Hansen frá skaða. Tilfeingið er gott, spælið hevur verið
gott og málmøguleikarnir hava verið nógvir í tali.
Visti tú at KÍ einans hevur fingið 1 stig á útivølli
móti trimum teimum niðastu feløgunum. Tað stigið
fekk KÍ á Argjum, tá AB í seinastu sekundunum fekk
útjavnandi málið. KÍ hevur tapt hinar báðar útidystirnar,
ið vóru spældir ávíkavíst á Toftum og á Skála.
Pætur Albinus
Hóast NSÍ í hópi sínum hev
ur ógvuliga nógvar heimligar
leikarar og ikki hevur styrkt
seg nevnivert nógv við útlend
ingum og leikarum aðrastaðni
frá, so fáa teir tað at rigga og
hava skavað nógv stig saman.
Trupulleikin hevur tó verið,
at teir ongantíð hava megn
að at vunnið á einum liði, sum
liggur á omanfyri 8. pláss.
Allir seks sigrarnir eru nevn
iliga komnir ímóti Skála, B68
og AB.
Støðan er tó ikki verri enn
so, at tað eru stigini, ið telja,
og at onnur lið hava um
venda trupulleikan – nevn
iliga tað, at teir hava trupul
leikar ímóti botnliðunum.
Tað hevur NSÍ als ikki, sum
tilsamans hevur hølvað tey
trý niðastu liðini 24-3 til
samans.
Tað kann tó gerast ein
trupulleiki, um NSÍ ikki
skjótt mengar at vinna á
teimum fremru liðunum. Tað
hevur ment seg til at vera
ein vanbøn, ið ikki er til at
broyta. Tað tykist at vera ein
sálarligur trupulleiki, ið kann
samanberast
við
heims
kenda tennisleikaran Andy
Murray, sum er ovarliga á
heimsstyrkislistanum eftir
at hann vinnur allar, sum
hann 'eigur' at vinna á, men
ongantíð vinnur á teimum,
ið liggja ímillum teir fremstu.
Spælið hevur stundum
verið meistarligt hjá NSÍ og
málmøguleikarnir í hópatali.
Tað tykist, sum teir bara
mangla at taka av og binda
um.
albinus@sosialurin.fo
André Olsen
Enn einaferð byrjaði kapp
ingarárið væl hjá KÍ. KÍ
hevði fult stigatal aftaná 2
umfør og var eisini væl við
í oddastríðnum fyrstu 7 um
førini. Síðani tá er KÍ dragn
að nakað aftur út odda
stríðnum, meðan B36 og HB
støðugt hava tikið stig. Tí má
tað metast sum eitt vónbrot
fyri Klaksvíkingar at fara í
summarfrí á einum 6 plássi.
KÍ fekk styrk til verju
partin áðrenn kappingina,
har liðið fekk tilgongd av
Jonasi Flindt Rasmussen til
verjuna og Ndende Adama
Guéye til verjukenda mið
vøllin. Hóast verjuspælið
til tíðir hevur sæð munandi
betri út enn farna kappingar
ár, er tað bert farið eitt mál
færri ígjøgnum tá liðið í ár
fer í summarsteðg, í mun til
í fjør.
Tó peikar gongdin hjá
Klaksvíkingum rætta vegin,
hóast liðið í seinasta dyst
inum áðrenn summarsteðgin
tapti útidystin móti Skála.
Serliga heimasigrarnir móti
ÍF og EB/Streymi hava givið
Klaksvíkingum vón um, at
liðið kann røkka málsetn
inginum, ið er at leika í Evro
peiskum fótbólti komandi
kappingarár.
Spælið
í
teimum báðum dystunum
hevur verið sannførandi og
fleiri av ungu leikarunum
hava í teimum báðum dyst
unum víst, hví fólk í Klaksvík
hava so stórar vónir til ungu
KÍ leikararnar.
andre@sosialurin.fo
Trupulleikar við teimum stóru
Skiftandi avrik hjá Klaksvíkingum
András Gángó
Jens Joensen Per Langgaard
Jonhard Frederiksberg Einar Tróndargjógv
Magnus H. Olsen Sjúrður Jacobsen
Andy Ó. Olsen Árni Frederiksberg
Jann Martin Mortensen
Klæmint A. Olsen
Meinhardt Joensen
Sørmundur Kalsø Jonas F. Rasmussen
Jóhan Jacobsen Heðin á Lakjuni
Atli Danielsen Ndende A. Gueye
Hjalgrím Elttør Heðin Klakstein
Rodrigo Silva Páll Klettskarð
Tað er vorðið eitt prátingarevni, at NSÍ ikki megnar at vinna ímóti
teimum fremru liðunum. Hinvegin hava trý tey niðastu liðini fingið
tveir valsir í part og tapt samanlagt 24-3, men sambært spæli og
møguleikum verður tað skjótt, at NSÍ eisini koppar teimum stóru
KÍ hevur í fleiri førum víst at teir eru betri
enn avrikið seinasta kappingarár. Úrslitini hjá
Klaksvíkingum hava tó verið ov óstøðug til at
liðið hevur blandað seg við í oddastríðið
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
1. umfar
1. umfar
3. umfar
3. umfar
5. umfar
5. umfar
7. umfar
7. umfar
9. umfar
9. umfar
11. umfar
11. umfar
13. umfar
13. umfar
15. umfar
15. umfar
Formkurvin
Formkurvin
tídningarmiklastur fyri steðgin
tídningarmiklastur fyri steðgin
Toppskjúttar
Toppskjúttar
flest minuttir
flest minuttir
eftir steðgin...
eftir steðgin...
Klæmint A. Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15
Árni Frederiksberg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7
Magnus H. Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3
Páll Klettskarð . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7
Ndende Adama Gueye . . . . . . . . . . . . . . . . 5
Rodrigo Silva . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4
Jonhard Frederiksberg . . . . . . . . . . . . 1350
Klæmint A. Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . 1350
András Gángó . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1350
Sørmundur Kalsø . . . . . . . . . . . . . . . . 1350
Meinhardt Joensen . . . . . . . . . . . . . . . 1350
Ndende Adama Gueye . . . . . . . . . . . . 1333
Klæmint A. Olsen
Við 10-talinum, liðskiparabandinum og fremsti maður bæði á vølli, topp
skjúttalista og í ábyrgd hevur Klæmint A. Olsen verið tann leikarin, ið hevur verið
greitt týdningarmestur hjá NSÍ í fyrru hálvu. 15 mál í eins nógvum dystum vitnar
um, at máltevið er framúr. Útstráling hansara er eisini framúr og týdningarmikil
fyri liðið. Stríðsandin smittar av á alt liðið, og somikið róligur, sum hann
nattúrliga er, kemur hann sjáldan í óføri og er altíð til taks.
Ndende Adama Gueye
Sterki miðvallarin úr Senegal hevur verið eyðsýndur styrkur á KÍ liðnum í ár.
Avrikið er altíð støðugt og harafturat hevur Ndende Adama Gueye fingið 5 mál
á KÍ liðnum í ár. Ndende er ein leikari, ið fyllir nógv á miðvøllinum – bæði í álops
og verjustøðu. Onkran dyst hevur Ndende Adama Gueye eisini leikt í miðverjuni
hjá KÍ. Sterki miðvallarin úr Senegal hevur hildið sítt støðið, sum ein av bestu
leikarunum í Effo-deildini gjøgnum fleiri ár.
Við sjey málum og fleiri uppleggum hevur Árni Frederiksberg verið ein sera
týdningarmikil partur av NSÍ-liðnum í ár. Tað tykist vera ógvuliga umráðandi,
at hann heldur støðið í seinnu hálvu og heldur fram við at framleiða málmøgu-
leikar og mál. Við vongspæli sum ein av størstu hóttanum hjá NSÍ hvílir stór
ábyrgd á honum og hinum vongleikaranum, Andy Ó. Olsen.
Málsetningurin, um at koma út í Evropa, livir enn. Einans 2 stig eru upp til sein-
asta evropeiska plássi. Tí var tað ein dyggur smeitur, at KÍ í seinasta umfarinum
áðrenn summarsteðgin, tapti útidystin móti Skála. Um KÍ skal leika í Evropa
komandi kappingarár, er tað eitt krav, at liðið skal fáa meira burturúr á útivølli
móti botnliðunum. Avrikini móti hinum liðunum hava í flestu førum verið góð.
NSÍ: 4-2-3-1
KÍ: 4-4-2
5
6
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen