Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað er ein vakur siður, at vit á hvørj­ um ári minnast tey, ið farin eru í ferðsl­uni. Sunnudagin verða blómur aftur lagd­ar á støð kring landið, har fólk eru farin í ferðsluni. Í ár verða 200 blóm­u­tyssi soleiðis løgd út at minn­ ast tey farnu. Hetta er fimtanda árið á rað, at skip­að verður fyri hesum tiltaki, sum Ingi Gunnarsson í Havn tók stig til í 2000, og tí er hetta ein siður, sum er komin fyri at verða. Ferðslan er ein stór hóttan ímóti lívi – og tað er als ikki ein hóttan, ið kann góð­tak­ast. Tað var eisini tí, at løg­ting­ið samtykti 0-hugsjónina í 2005. Tað er hugsjónin um, at eingin skal doyggja ella koma álvarsliga til skaða í ferðsluni. Hóast batar eru hendir í hag­tølu­ num, so eru hagtølini síðan sein­asta minningardag rættiliga døpur, tí níggju fólk hava latið lív hetta sein­ asta árið. Fyrsta ferðsluvanlukkan, sum kravdi mannalív var á Varma­keld­ u­eiði í 1928, og síðani tá eru 281 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Skilið var serliga ringt í sjeyti- og átta­tiár­u­num. Bilferðslan vaks nógv frá seinast í sekstiárunum, tá før­oy­ ing­ar rættiliga fóru at koyra bil, og vega­net­ið varð nógv útbygt kring alt land­ið. Í áttatiárunum komu fleiri trygd­ ar­tiltøk. Eitt teirra var lógin um trygd­ar­b­elti, sum kom í 1986 eins og ferðsl­u­lógin varð gjørd strangari við, at tú mist koyrikortið, um tú koyrdi 30 km/t oman fyri hægst loyvdu ferð. Hetta tiltakið minkaði nógv um ferðina. Og við nógv mentu trygd­ar­útgerð í bilunum, so fall tal­ ið av deyðs­føllum í ferðsluni nógv árini fram um aldaskiftið. Endamálið við 0-hugsjónin er eisini at skapa umhvørvi ferðslu­ trygt. Tað merkir, at vegir og um­ hvørvi verða gjørd soleiðis, at tað alla tíðina verður hugsað um, hvat kann henda, um illa vil til. Tí verður hugt gjølla eftir øllum vandum, sum eru í umhvørvinum, eins og ferðin skal lagast til umstøðurnar. Tað er eitt faktum, at ferðin er størsta hótt­ an­in, tí hon minkar so munandi um reak­tións­tíð og økir harvið vandan fyri eini van­lukku. Munurin millum at koyra 80 og 90 km/t kann vera ein spurningur um lív ella deyða. Útrokningar vísa, at koyrir tú 80 km/t er vand­in fyri at doyggja 30%, um tú ert í frontalum samastoyti. Koyrir tú har­aft­ur­ímóti 90 er vandin fyri at doyggja 70%. Soleiðis meira enn tví­faldast vandin fyri at doyggja, um ferðin bara økist 10 km/t. Tiltakið við minningardegnum fyri teimum, sum farin eru í ferðsl­ uni, eigur at fáa okkum øll at hugsa um vandan í ferðsluni og minna okkum á tryggan ferðsluhugburð. Vandin at doyggja tví­fald­ ast um ferðin økist 10 km/t 21. juni vóru vit á Hørs­holms Kunstfgorening, har Bárð­ur Ják­ups­son bjóð­aði til fern­ i­ser­ing við framsýningini »Fjeld­vis­ioner«. Sýnd vórðu fram 55 listarverk í olju á lør­ifti og akvarel, sum eru verk frá seinastu árunum, 2012 – 2013. – Tey skulu tosa fyri seg sjálvi, tað er eins og við tón­ leiki. Tá okkurt eitur »mán­ a­skyns­son­ata«, so leita fólk eftir mán­askyni, og um eg kalli mínar myndir fyri eitt ella ann­að, so leita fólk eftir tí, og tað vil eg ikki, segði Bárð­ur Jákupsson. Listasjónarhornið hjá Bárði er merkt av føroysku nátt­úrini, og hann verður týð­u­liga ávirkaður, bæði sum menniskja og sum list­ ar­mað­ur. – Mítt sjónarhorn sprett­ ir úr øllum tí, sum føroysku fjalla­síð­ur­nar hava lagt í mín­ar tank­ar gjøgnum árini, sig­ur Rol­and R. Thomsen, sum vitjaði framsýningina hend­an dagin. – Sum gestur hendan leyg­ar­dagin í Hørsholm Kunst­for­ening, sum heldur til í ein­um bygningi við tí rám­andi navninum »Fugle­ sang­hus«, sigur Roland R. Thom­sen, sum eisini hevur sent okkum myndirnar. Bárður sýnir fram í Hørsholm Ferðin er størsti vandin 10.000 fólk hava upplivað Lakeside síða 14 Komin fyri seg aftur í Kirkjubø síða 22 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Bilasølan í fyrst hálvár í ár vaks við 11,6 prosentum í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tað vísa hagtøl frá Ak­ stov­uni. Samlaða sølan av akførum fyrra hálvár var 1.068 i mun til 957 sama tíðarskeið í fjør. Størsta talið er sum vera man sølan av persónbilum. Seld­ir vóru 812 bilar fyrra hálv­ár í ár, meðan talið fyri sama tíðarskeið í fjør var 749. Her er ein munur upp á 63 per­són­bil­ar ella 8,41 prosent. Vørubilarnir eru næst­ størsti bólkur – og eisini har er fram­gongd fyrra hálvár í ár í mun til í fjør. Seldir vórðu 112 bil­ar í ár í mun til 98 – ein vøkst­ur upp á 14 bilar ella 14,29 prosent. Sæð í mun til bilasøluna sein­astu árini, so tykist vøkst­urin at standa við. Bil­a­sølan síðani 2008 hev­ ur verið soleiðis: 2008: 1.239 bilar 2009: 693 bilar 2010: 817 bilar 2011: 864 bilar 2012: 1.112 bilar 2013: 1402 bilar Framrokna vit søluna í ár – og seta sum treyt, at eins nógvir bilar verða seldir seinna hálvár, so verður sølan 1498 bilar í ár. Bilasølan veksur framvegis HAGTØL Nýggj akfør Hagtøl fyri skráseting av nýggjum akførum fyri Jan-Jun 2014 og 2013 Útskriftin vísir, hvussu stór broyting er í talinum av skrásettum akførum 2 fylgjandi ár. Útskrift nr.: 1-1-02.1 Skrásett Nýggj akfør, Jan-mána Akfaraslag Jun 2014 Jun 2013 Broyting Jun 14/13 Jan-Jun 2014 Jan-Jun 2013 Broyting 14/13 %broyting 14/13 Pylsuvognar 0 0 0 0 1 -1 -100.00 % Smábussar 1 0 1 2 0 2 ódef. Bussar 3 0 3 5 1 4 400.00 % Neyðsendarakfør 0 0 0 1 4 -3 -75.00 % Kampingbilar 0 0 0 2 0 2 ódef. Prutl 9 5 4 43 20 23 115.00 % Lendisakfør 0 0 0 5 11 -6 -54.55 % Viðfestivognar 8 7 1 54 49 5 10.20 % Kampingvognar 0 1 -1 5 5 0 0.00 % Leguvognar 0 1 -1 0 1 -1 -100.00 % Persónbilar 176 158 18 812 749 63 8.41 % Lastbilar 1 1 0 9 8 1 12.50 % Hýruvognar 3 4 -1 12 7 5 71.43 % Tangabilar 2 0 2 2 0 2 ódef. Vøruvognar 26 21 5 112 98 14 14.29 % Motorsúkklur 2 0 2 4 3 1 33.33 % Samlað: 231 198 33 1068 957 111 11.60 % Roland R. Thomsen