Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-01, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ferðast Leo Poulsen Kunningarstovan hevur eftir­ hondini nøkur ár á baki í Nólsoy. Og burtursæð frá fyrstu árunum, hava tað verið tilflytarar, ið hava tik­ið sær av kunningini í bygdini. Í dag er tað Tjóðhild Patursson, sum er leiðari av Kunningarstovuni, og hon er sjálv tilflytari. - Fyri okkum var tað sum so líka­mikið um vit fluttu til Havnar ella Nólsoyar, tá vit fluttu heim úr Barcelona. Tað fall so á Nólsoy, og vit fingu leigað eini hús frá ein­um, sum skuldi til Íslands at lesa víðari. Og hesin hevði tá havt Kunn­ing­ar­ stovuna í nøkur ár. Soleiðis fall tað í mín lut at taka mær av hesum, sig­ ur Tjóðhild Patursson. Hon sigur, at av tí at hetta er fyrsta árið, hevur verið nógv at seta seg inn í. - Tað hevur verið eitt sindur meira at seta sg inn í enn eg hevði rokn­að við, men eg haldi, at eg eri við at koma eftir tí, sigur Tjóðhild Paturs­son. Tað fyrsta hon fór undir, var at siga søguna um prinsessuna í Korn­dali. - Vit upplivdu jú, at tað komu barna­garðar út higar longu frá apríl má­naði av, og onkur kom so við hug­skotinum um, at siga søguna um prinsessuna í Korndali. Nú havi eg spælt nakað av sjónleiki, og so kom hetta í lag at gera ein lítlan leik fyri barnagarðsbørn, har tey ikki bert fingu søguna sagda, men eisini tóku lut í leikinum, sigur Tjóð­hild Patursson. Tey hava so skiftst um at sæla prinsessan, og tey hava eisini fingið ein sjórænara við, sum er skotin í prinses­suni, og so skal hann saman við børnunum, finna ringin hjá prinses­suni. Borðan og suður í Dalar Flestu størru ferðaløgini, sum koma til Nólsoyar, gera tað í samstarvi við Kunningarstovuna. - Tað er eitt sindur ymiskt, hvat fólk ynskja. Vanligu túrarnir suður á Borðuna eru enn væl umtóktir, og teir flestu verða gjørdir við ferðaleiðara. Men eisini ein túrur eyst­an fyri, suður í Dalar, er væl­ dámdu­r, og teir túrarnir eru altíð við ferðleiðara, sigur Tjóðhild Paturs­son. Eisini vitja fleiri fók úti í Korn­ dali, har prinsessutoftin eisini er, og har bydgin frá fyrndartíð lá. - Men tað vindur meiri og meiri upp á seg, at fólk ynskja ein túr runt í bygdini við ferðaleiðara, sigur Tjóð­hild Patursson. Serliga føroyingar tykjast hava í síni heild eina serliga fatan av Nóls­ oy. - Flestu halda, at tað finst eitt heima­bryggj í hvørjum kjallara, og tey halda seg ikki aftur at spyrja um tað, sigur Tjóðhild Patursson. Kunningarstovan hevur ikki ført hagtøl yvir vitjanir,og tí dugir hon ikki at siga, um talan er um ein vøkst­ur í ferðafólkatalinum, ella ein mink­ing. - Vit kunnu bara gita, men tað hevur verið rættiliga nógv at gjørt higa­r­til í ár, staðfestir Tjóðhild Paturs­son. Matstovuloyvi Kunningarstovan hevur sínar av­ mark­ingar, serliga er tað óheppi, at tey einki matstovuloyvi hava. - Men við nýggju lógini hava vit søkt um at fingið eitt slíkt loyvi, og fáa vit tað, skapar tað so ógvuliga nógv­ar møguleikar, sigur Tjóðhild Paturs­son. Kunningarstovan letur upp 1. mai og hevur opið fram til 1. sep­tem­ber. - Men fáa vit hetta serliga nýggja mat­stovuloyvi, kundi eg hugsa mær at víðka um upplatingartíðirnar, so at vit til dømis kundu skipa fyri jóla­borð­haldum, eins og vit kundu havt opið um páskirnar og aðrar høg­tíð­ir, sigur Tjóðhild Patursson. Higartil í vertíðini hevur tað mest verið føroyingar, ið hava verið í Nólsoy á vitjan, men tað er við at broyt­ast. - Nú byrja fleiri útlendingar at koma, og tað er ein blanding av norð­ur­lendingum, onglendingum, týskar­um og ein rúgva av spaniól­ um, sigur Tjóðhild Patursson. Eitt annað, sum bæði føroyingar og útlendingar hava áhuga í at sígg­ ja, er báturin hjá Ova. - Og har eru vit væl fyri, tí hann stendur í kjallaranum á Kunn­ingar­ støðini. So tað skal ikki nógv til fyri at fólk sleppa at síggja hann, sigur Tjóðhild Patursson. Kunningarstovan er sum nevnt opin frá 1. mai til 1. september frá klokk­an 09.00 til 17.00, ella so leingi folk eru inni. Opið er hvønn dag, eisini sunnudag. Nólsoy nógv at bjóða Vit hava fleiri gongutúrar, vit hava prinsessutoftirnar, fornminnissavn og so eru tað alt fleiri, ið ynskja ein túr við ferðaleiðara runt í bygdini, sigur Tjóðhild Patursson, leiðari av Kunningarstovuni.