Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Borgarstjórin fer at seta fjarðastevnu Skráin fyri fjarðastevnu, sum í ár verður í Vestmanna, er løgd, og her er nógv ymiskt á skránni fyri fríggjadagin 4., leygardagin 5. og sunnudagin 6. juli Vilmund Jacobsen Fjarðastevna er annað hvørt ár í Vestmanna, og síðan skifti hon aðru hvørja ferð – tá stevnan ikki er í Vestmanna – millum Skála og Strendur. Ymisku tiltøkini byrja longu fríggja­dagin, og tað er eisini henda dag­in, at stevnan verður sett. Eftir at skrúðgongan við ítr­ óttarfólki, sum byrjar við ítr­ótt­ar­ høll­ina fríggjakvøldið klokkan 18.30, er komin oman á torgið í bygdini, fer borgarstjórin í Vestmanna komm­ unu, Pauli T. Petersen, klokkan 19 at seta fjarðastevnu. Eins og á øðrum summ­ar­stevn­ um, har kappróður er, gleða vest­ menn­ingar og onnur seg eisini til hetta hátíðarliga tiltak, ið sum vant verð­ur leygardagin klokkan 15. Eitt nýtt ”pust” Pauli T. Petersen sigur, at vest­menn­ ing­ar eru fegnir um, at tey nú hava stevnu við FM-kappróðri annað hvørt ár í Vestmanna. – Áður deildu vit saman við kommununum í Vágum vest­an­ stevnu millum okkum, og tá vóru fýra ár millum hvørja stevnu ­í Vest­ manna. Borgarstjórin ásannar, at summ­ ar­stevnurnar tapa í kappingini við eitt nú festivalarnar og stóru báta­ stevn­urnar. – Hóast veðrið á bátastevnuni í Vest­manna í ár ikki var av tí besta, leit­aðu kortini nøkur túsund fólk sær til bygdar. Hann vísir á, at tey, sum skipa fyri summarstevnum kring um landið, ivaleyst síggja sama mynst­ ur, har hesar stevnur ikki savna líka nógv fólk sum áður. – Tað er ein sannroynd, at kapp­ ing­in við eitt nú festivalarnar er stór, og tí er tað ein spurningur, um gomlu og hugnaligu bygda­stevn­ ur­nar ikki áttu at fingið eitt nýtt ”pust”, sum hann tekur til. Pauli T. Petersen sigur, at tað er ikki bara sum at siga tað at koma við hugskotum í eini handavend, tí ivaleyst er neyðugt veruliga at gjøgn­umhugsa, hvat kundi drigið fólk, nú tilboðini gjøgnum alt summ­arið eru so mong. – Trupult er at siga, hvør nýggi íblást­urin kundi verið, men hetta er iva­leyst nakað, sum fyriskiparar av summ­arstevnum kundu tikið upp sín­ámillum, leggur hann aftrat. Nógv á skránni Borgarstjórin fegnast um, at Vest­ manna eigur nógv og dugnalig fólk, sum eru við til at reisa slík tiltøk sum bátastevnu og fjarðastevnu á føt­ur. – Aftur í ár hevur eydnast stevnu­fyrireikarunum at skipa eina góða og fjølbroytta skrá, har okkurt er til øll – alt frá mattilboðum um ym­iskar framsýningar og ítrótt til FM-kappróður og dansitiltøk fyri ung sum tilkomin. Pauli T. Petersen fegnast um, at fólk enn leita til hesar summ­ arstevnur og sigur, at FM-kapp­ róð­urin altíð dregur nakað av fólki, eins og ymisku tiltøkini, sum eru á skrá, eisini gera tað. – Øll skulu vera hjartaliga væl­ kom­in á fjarðastevnu í Vestmanna, og vit vóna, at nógv fólk fara at leita sær higar um vikuskiftið, sigur borg­arstjórin. – Øll skulu vera hjartaliga vælkomin á fjarðastevnu í Vestmanna, og vit vóna, at nógv fólk fara at leita sær higar um vikuskiftið, sigur borgarstjórin, Pauli T. Petersen. Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen Borgarstjórin í Vestmanna komm­unu, Pauli T. Petersen, fegn­ast um, at virksemið aftur hev­ur verið á fiskavirkinum í bygd­ini, har tey hava arbeitt fryst­an fisk. – Tað hevur leingi verið deyd­ ligt á virkjunum og fram við bryggjukantinum í bygdini. Tí er tað gleðiligt, at lív er komið í aft­ ur, og eg vóni, at virksemið, sum nú hevur verið, fer at halda fram und­ir einum ella øðrum formi. Pauli T. Petersen vísir á, at á havnalagnum er bæði fiska­ virk­ið, har nógv fólk í sínari tíð høvdu sítt livibreyð, og her er eisini uppsjóvarvirkið, sum vón­ andi eisini kemur at geva nøkr­ um fólki arbeiði. – Vestmanna hevur í mannaminni verið ein fiski­ vinnu­bygd – við bæði skipum og virkj­um, men seinnu árini hevur hes­in parturin av virkseminum í bygd­ini verið lutfalsliga lítil. Nú er tó vón fyri framman, og tað gleð­ir manga sál í Vestmanna, at fólk nú aftur eru til arbeiðis á fiska­virkinum. Pauli T. Petersen fegnast ann­ars um alt tað virksemi, sum ym­iskir veitarar í Vestmanna skapa – alt frá tí smæsta til tann størsta. – Vit fegnast um hvørt ein­ stakt arbeiðspláss á landi og sjógvi. Tey eru øll gevandi fyri okk­ara øki, sigur borgarstjórin. Øll arbeiðs- pláss hava sín týdning – Vit fegnast um hvørt einstakt arbeiðspláss á landi og sjógvi, sigur borgarstjórin fjarðastevnu Vælkomin á í Vestmanna