Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-01, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fjarðastevna Nógv ymiskt á skránni í Vestmanna fríggjadagin Skráin fyri fjarðastevnu, sum verður í Vestmanna um vikuskiftið, byrjar fríggjakvøldið 4. juli og heldur fram leygardagin og sunnudagin, ávikavist 5. og 6. juli Vilmund Jacobsen Longu fríggjamorgunin klokkan 9 lata Fjørðukrógvin & Søgusavnið upp, og Fjørðukrógvin borðreiðir tá við heitum mati. Søgusavnið leiðir teg gjøgnum fortíðina við øllum tí áhugaverda og forvitnisliga, sum har er. Á fjarðastevnu verður Vest­ manna Camping opið, eins og siglt verður undir Vestmannabjørgini við Lamhauge og Skúvadal. Fríggjakvøldið byrjar við, at paintball verður á havnalagnum við Skipasmiðjuna, og tá letur eisini tivoli upp, eins og her eisini verður søla av mati. Klokkan 18.30 fer skrúðgonga við ítróttarfólki frá ítróttarhøllini og oman á torgið í bygdini, har Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vest­manna kommunu, klokkan 19 fer at seta fjarðastevnu. Um kvøldið verður kafé opin í gamla BankNordik, og her verður høvi hjá fólki at keypa sær ymisk etandi og leskandi. Klokkan 19 fríggjakvøldið letur eisini málningaframsýning upp í gamla BankNordik, har lista­kvinn­ ur­nar, Heidi Petersen og Ann Mari Egholm, fara at sýna fram sína list. Ymiskt annað er eisini á skránni fríggjakvøldið, sum lesast kann um í skránni, sum er í Sosialinum í dag. Klokkan 20 verður list og kvirra í Vestmanna kirkju, og her verða myndir hjá Astrid Andreasen sýndar. Marjun Kálvalíð, sóknarprestur, fer í samband við tiltakið í kirkjuni at halda fyrilestur um fisk sum kristin tekin. Úr Vestmanna verður sagt, at tey, sum ynskja tað, kunnu sita í kvirru í kirkjurúminum, og eisini ber til at tendra ljós.Vestmanna Kirkju­kór fer at syngja, og aftan á verður kaffimunnur í kirkju­kjallar­ anum. Fríggjakvøldið verður eisini ungdómsdiskotet í dansistovuni í Vestmanna sum byrjar klokkan 20 og endar klokkan 23, og klokkan 23 verður dansur í dansistovuni, har bólkurin Brim fer at spæla. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Leygardagurin á fjarðastevnu í Vest­manna byrjar eins og fríggja­ dagurin við, at Fjørukrógvin & Søgu­savnið lata upp stundisliga klokkan 9. Eisini henda dagin verður høvi at sigla undir Vest­ manna­bjørgunum við Lamhauge og Skúvadal. Klokkan 11 skipa Bragdið, VÍF og FÍF fyri 5. GrandPrix-renning inni á Fjørð við Fiskivinnuskúlan, og her fer tilmelding fram á www.renn.fo Barnaróður verður í Vestmanna klokkan 13, og tá letur eisini pylsu­ vognur upp á havnalagnum. Høvið verður hjá fólki at royna skjóttgangandi bátin, Scorpions, sum fer fleiri túrar á fjørðinum. Klokkan 14 letur tivoli upp, og tá verður eisini matsøla á havna­ lag­num. Paintball letur uppaftur á havnalagnum við Skipasmiðjuna. Tiltakið í gamla BankNordik við listaframsýning og kafé letur eisini upp klokkan 14 leygardagin, og tá verður eisini søla av heimagjørdum lutum í sama bygningi. Klokkan 15 leygardagin verður FM-kappróður, og steypa-og medalju­handan verður klokkan 17.30 við Atlantis. Staðið verður karmur um mynda­fram­sýning við eldri foto­ myndum, og framsýningin letur upp leygardagin klokkan 15. Sum leygarkvøldið í Vestmanna gongur, verður felagsmøti á torg­ inum klokkan 19. Hondbóltur verður eisini á skránni leygarkvøldið, tá stevnu­ steypa­dystur verður millum VÍF og Kyndil Elektron. Klokkan 20 verður eisini stevnu­ steypadystur millum VÍF og KÍF (AA). Tónleikur og dansur eru eis­ ini á skránni í Vestmanna leygar­ kvøldið. Hetta byrjar við live tón­leiki klokkan 22 við ymiskum tón­leik­arum úr Vestmanna. Til­ takið verður í tjaldinum oman fyri gamla BankNordik. Tónleikur og felagssangur við Magna Christiansen og øðrum verður frá klokkan 23-00.30, og tá tað tiltakið er liðugt, fara Rannvá Vesturklett og Jóannes Jacobsen at spæla í tjaldinum uttan fyri gamla BankNordik. Klokkan 00.30 verður eisini live- tónleikur og túnadansur í tjald­ inum uttan fyri BankNordik, og her verður 18 ára aldursmark. vilmund@sosialurin.fo Kappróðurin verður størsta einstaka tiltakið leygardagin Sunnudagin verður eis­ini ym­iskt á skránni í Vest­ manna. Skráin fyri sunnudagin á fjarða­stevnu í Vestmanna er ikki drúgv – og tó verður ymiskt á skránni, sum iva­ leyst fer at savna fólk. Lagt verður fyri klokkan 11, tá gudstænasta verður í Vest­manna kirkju við Theodor Eli Dam Olsen, presti. Klokkan 14 letur tivoli upp, og tá verður eisini paintball á havnalagum. Kirkjan verður opin í tímunum millum klokkan 15 og 20. Eitt stuttligt tiltak verður á skránni klokkan 15, tá fót­ bólts­dystur og togtogan verð­ ur á skúlavøllinum í Vest­ manna millum Vestmanna komm­unu og Kvívíkar komm­unu. vilmund@sosialurin.fo Togtogan millum Vestmanna og Kvívík FM-kappróðurin á fjarðastevnu í Vestmanna leygardagin byrjar klokkan 15, men gjøgnum allan dagin verður nógv ymiskt á skránni Fríggjadag 4.juli 0900-18.00 Fjørðukrógvin & Søgusavnið er opið. Fjørðukrógvin borðreiður við heitum matið og vælum­ tókta Søgusavnið leiðir teg ígjøgnum fortíðina 09.00- Vestmanna Camping er opið allar dagar. Kontakt persónur Bjørg á Rógvu tlf. 212245 09.30 - Silgt verður undir Vestmannabjørgini við Lamhauge og Skúvadal. Ring 471500 18.00-23.00 Paintball á kajøkinum við Skipasmiðjuna 18.00-23.00 Tivoli og matsøla opnar 18.30- Skrúðgonga við ítróttarfólkinum fer frá høllini oman á Torgið 19.00- Stevnan verður sett av Paula T. Petersen, borgarstjóra 19.00-23.00 Café í gamla Bank Nordik Møguleiki er at keypa sær okkurt til matna og okkurt at drekka afturvið. 19.00-23.00 Málningaframsýning við Heidi Petersen og AnnMari Egholm í gamla Bank Nordik 19.00-23.00 Søla av heimagjørdum lutum 20.00- List og Kvirra í Vestmanna kirkju Myndir hjá Astrid Andreasen verða sýndar fram. Í hesum sambandi hevdur Marjun Kálvalíð, sóknarprestur, fyrilestur um fiskin sum kristin tekin. Tey sum, ynskja kunnu sita í kvirru í kirkjurúminum og eisini ber til at tendra ljós. Vestmanna kirkjukór syngur og aftaná verður kaffimunnur í kirkjukjallaranum. Prestar úr Norðstreymoyar prestagjaldið eru hjástaddir 20.00-23.00 Ungdómsdiskotek verður í dansistovuni 23.00-04.00 Brim spælur til dans í dansistovuni Leygardag 05. juli 0900-18.00 Fjørðukrógvin & Søgusavnið er opið. Fjørðukrógvin borðreiður við heitum matið og vælum­ tókta Søgusavnið leiðir teg ígjøgnum fortíðina 09.00- Vestmanna Camping er opið allar dagar. Kontakt persónur Bjørg á Rógvu tlf. 212245 09.30- Silgt verður undir Vestmannabjørgini við Lamhauge og Skúvadal. Ring 471500 11.00- Bragdið, VÍF og FÍF skipa fyri 5. Grandprix renning inni á Fjørð við Fiskivinnuskúlan Tilmelding og meir fast at vita á www.renn.fo 13.00- Barnaróður 13.00- Pylsuvognur á kajøkinum 14.00-23.00 Skjóttgangandi báturin, Scorpions ger túrar á fjørðinum 14.00-23.00 Tivoli og matsøla á kajøkinum 14.00-23.00 Paintball á kajøkinum við Skipapasmiðjuna 14.00-02.30 Café í gamla Bank Nordik. Ymiskt lætt til matna og okkurt gott at drekka 14.00-23.00 Málningaframsýning við Heidi Petersen og AnnMari Egholm í gamla Bank Nordik 14.00-23.00 Søla av heimagjørdum lutum í gamla Bank Nordik 15.00-20.00 Myndaframsýning við eldri fotomyndum á Staðnum 15.00- FM Kappróður á Fjarðastevnu í Vestmanna 15.00-22.00 Kirkjan er opin. Prestar í Norðstreymoy verða hjástaddir allar dagarnar 17.30- Steypa og medaljuhandan undir Atlantis 19.00- Felagsmøtið á Torginum 18.30- Steypastevnudystur við kvinnum ímillum VÍF og Kyndil Elektron Møguleiki er fyri at keypa pylsur og okkurt drekkandi í teltinum 20.00- Steypastevnudystur við monnum ímillum VÍF og KÍF AA Møguleiki er fyri at keypa pylsur og okkurt drekkandi í teltinum 22.00- Live tónleikur við ymiskum tónleikarum úr Vestmanna í tjaldinum uttanfyri gamla Bank Nordik 23.00-00.30 Tónleikur og felagssangur við Magna Christiansen og fleiri 00.30-02.30 Rannvá Vesturklett og Jóannes Jacobsen spæla í tjaldinum uttanfyri gamla Bank Nordik 00.30- Livetónleikur/túnadansur í tjaldinum uttanfyri gamla Bank Nordik (18 ára aldursmark) sunnudagin 6. juli 11.00- Gudstænasta við Theodor Eli Dam Olsen 14.00- Tivoli 14.00- Paintball verður á kajøkinum við skipasmiðjuna 15.00-20.00 Kirkjan er opin 15.00- Fótbóltsdystur og togtoðan ímillum Vestmann og Kvívíkar kommunu á skúlavøllinum