týsdagur 1. juli 2014síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
liva festival
Dagfinn Olsen
Hóast áður hevur verið roynt at
skipa tónleikafestivalar í Suður
oynni, eittnú Jóansøkufestival í
samband við jóansøku, so eru hesi
tiltøk ikki av álvara vorðin aftur
vendandi tiltøk.
Men hetta ræðir ikki fyriskipar
arnar av nýggja LIVA festivalinum,
ið verður um vikuskiftið. Og mong
hava hildið, at nýggi LIVA festi
valurin á Tvøroyri er ein grein av
undanfarnum royndum, men so
er ikki.
- LIVA er nýtt hugskot. Vit
høvdu ætlanir um eitt tiltak, ið ikki
skuldi vera á jóansøku. Tá so gamli
vøllurin stóð tøkur, har økið er av
byrgt, og allir møguleikar annars
eru til taks, so spratt hugskotið um
LIVA. Tvey tiltøk hava longu verið
á økinum, ið hava eydnast sera væl,
sigur Bjarni Hammer, ið er ein av
fyriskiparunum.
Gongur væl
- Fyrireikingarnar ganga væl, og vit
eru í gongd við tað praktiska, og alt
sær út til at ganga eftir ætlan, sigur
Bjarni Hammer, ið gleðir seg til LIVA
festivalin, ið hann metir hevur eina
góða, drúgva og breiða skrá.
- Eg eri spentur uppá tey før
oysku nøvnini, eittnú Byrta, ið
kemur á pall við nógvum fólkum,
men eisini gleði eg meg at hoyra
Vágaverk, og so The Dreams, tí
hetta er teirra einasta framførsla í
ár, og hvør veit um hetta ikki eisini
verður tann síðsta hjá bólkinum?
- Men sjálvsagt eri eg eisini
spentur uppá Mike Tramp og so
Black Ingvars, sum vitja í Føroyum
fyri fyrstu ferð. Íslendsku The Vin
tage Caravan eru eisini spennandi,
tí teimum hevur gingist væl, eittnú
í Danmark, sigur Bjarni Hammer.
- Skráin er á tremur við góðum
nøvnum. Vit hava roynt at lagað tað
so, at fríggjakvøldið er meira rock-
kent, og so er leygarkvøldið meira
blandað, sigur Bjarni Hammer.
Byggja víðari
Gykl er eisini á skránni, so børnini
fáa sín part eisini. Annars er Borgin,
ið er gamla TB-húsið, til taks og har
eru brúsur og wc. Og annars verður
eisini ymiskt har, so sum søla av
ymsum og á kvøldi verður dansur.
- Viðvíkjandi camping, so er
plássið avmarkað, men pláss er tó
fyri nøkrum campngvognum, sigur
Bjarni Hammer.
- Vit vóna at hetta eydnast væl,
so byggjast kann víðari á hetta hug
skotið, sigur Bjarni Hammer, fyri
skipari av LIVA festivalinum.
Vónandi kann byggjast
víðari á LIVA
- LIVA er nýtt hugskot, ið spratt, tá karmarnir við gamla fótbóltsvøllin og TB-húsið vóru tøkir,
sigur Bjarni Hammr, ið er ein av fyriskiparunum til nýggja festivalin í Suðuroynni