Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-01, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 liva festival BYRTA á stórapalli leygarkvøldið 21.15 BYRTA er ein serað vælumtókt pop duo sum stendur Guðrið Hansdóttir and Janus Rasmussen. Saman hava tey fleiri tónleikarar og songkvinnur suður við sær. Guðrið er best kend sum ein singer-songwriter og Janus er best kendur fyri hansara leiklut í íslendska electro band Bloodgroup. Tey møttust í Reykjavík, Og síðani tá hava tey givið slóðbrótandi løg út sum veruliga er komið inn í hjarta á nógvum føroyingum. Vit eru serað spentir at sleppa at LIVA við BYRTA. Allstars Suðuroy Allstars Suðuroy eru nakrur suðuroyingar sum koma at spæla fleiri ferðir ímillum aðrar bólkar og hetta eru kend og góð nøvn sum vit øll kenna og vit fyriskipararnir vilja heldur yvurraskað tykkum til sjálvan festivalin har tit nokk skullu fáa tónleik og skemt fyri allar pengarnar Mike Tramp er føddur í Danmark og vaks upp á Vesterbro. Hann byrjaði sína yrkisleið tá ið hann sang í einum ungdómsbólkið sum kallaðist Vesterbro Ungdomsgård. Teir útgóvu plátuna : Vi lever på Vesterbro í 1974. Seinni bleyv hann forsangari í poporkesturinum Mabel, sum góvu út 4 albums og vóru serað populerur í Danmark og Spanien , har Mike fekk ein "teen idol" status. Í 1978 vunnu Mabel tað danska Melodi Grand Prix við sanginum Boom Boom og blivu nr 16 í Europæisk Melodi Grand Prix samma årið. Mabel fluttu til New York City síðst í 70', men bólkurin gavst stutt aftaná.  Eftir hetta møtti Tramp Vito Bratta og byrjaði White Lion. White Lion bleyv eitt mega hitt við serað mongum nr 1 hits og seldu nógvar plátur. Sangir so sum : Broken Home, When children cry og nógvur aðrir.  White Lion góvust at spæla í 1992 og Mike gjørdi ikki mætari enn at stovna bólkin Freak of Nature, sum hevði 3 útgávur til sítt navn. I 2005 byrjaði Mike Við einum bólkið sum skuldi eita Tramp's White Lion, som bara spældu White Lion-sangir. Hann hevur spælt nógv solo og hevur givið fleiri albums út sum solistur men tað vit fara at hoyra leygarkvøldið á stórapalli verður Tramp's White Lion og hetta eru bert tey størstu hittuni sum fara at runga yvur plenuna á sevmýri.  MIKE TRAMP v/ Band leygarkvøldið 22.45 á stórapalli THE VINTAGE CARAVAN á stóra palli 22.30 THE VINTAGE CARAVAN eru nakrir ungir garpar frá Reykjavík. Orkesturi var sett á stovn í 2006 tá teir vóru serað ungir men teir eru komnir langt síðan fyrsta dag. THE VINTAGE CARAVAN eru kendur fyri teirra ótrúliga orku teir hava á pallinum og hava verið serað aktivur tey seinnu árini.  Í 2011 kom fyrsta fløgan út sum kallaðist The Vintage Caravan og tann næsta er komin út í ár sum kallast  "Voyage" Tónlistarliga eru teir enn í klassiskum hørðum rokki frá 60' og 70' men teir hava teirra egna nútímans stíl blandaðan saman við, sum ger at hetta kann verða tað heilt stóra upplivilsi á LIVA festivalinum leygarkvøldið á stóra palli.  The Dreams er ein pop bólkur frá Føroyum  Bólkurin hevur spælt saman síðan 2004 og vóru í 2008 í Dansk Melodi Grand Prix,har teir fingu eitt flott 4 pláss. Í 2006 góvu teir teirra fyrstu plátu út sum kallaðist Tazy, hetta vóru nýggjar innspælingar av gomlum føroyskum slagarum so sum Sa Sa Sa Sa Hjá harra eystaná. Teir hava eisini útgivið eina plátu á donskum sum fekk navnið Den Nye By. Hon bleyv eitt stórt hit og teirra fyrsta sjónmyndalag kom ovast uppá DR1 Boogielisten. Hetta var ikki síðstu fer tað hendi. Lagið Himlenfalder/helvede kalder var eisini nr 1. Super góða lagið "Backstabber" var eisini í toppinum í heilar 10 vikur. Vit gleða okkum ótrúliga nógv til The Dreams tí men hevur hoyrt at hetta er kanska síðsta konsert hjá bólkinum og einasta í Føroyum í ár. The Dreams LIVA við okkum 4 juli. The Dreams Project Ásgar Project Ásgar er navnið á eini heilt serligari og spildurnýggjari magiskari gyklasýning. Ásbjørn og Holgar hava inrættað ein campingvogn til eitt lítið magiskt mini-teatur, har teir fara at bjóða fólki inn til eitt heilt serligt show, har tær magisku effektirnar henda beint fyri eygunum á áskoðarunum. Project Ásgar kann upplivast kring landið í juli mánaða - og fyrstu ferð á LIVA festivalinum á Tvøroyri.