týsdagur 1. juli 2014síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
liva festival
SWANGAH DANGAH
Fær ALTÍÐ suðuroyingar
upp at hoppa
1995 útgóvu Black Ingvars sína fyrstu fløgu út sum
nevndist Earcandy Six . Ein super blanding av harðum rokki og
tað blandaða av vánaligum dansiband tónleikið. Skjótt bleyv
staðfest at hetta var ein succes. Plátan seldi
guld og platin í fleiri vikur. Alt Skandinavien kókaði yvur hendan
nýggja og spennandi bólk úr Svøríki. Orkesturi vóru á turné 320
dagar í einum og tóku ferð eftir ferð met á teirra tónleikaraleið.
Earcandy 5 bleyv navnið á teirra næstu plátu og hendan
bleyv enn eitt hit. Í 1997 var tað tíð til at skriva tónleilasøgu
aftur. Hesuferð høvdu teir blandað kendar barnasangur við
tungum vælkoyrandi rokki. Teir spældu 14 sjónvarpsløg og
tað sum var mest áhugavert, var at nú vóru børn og vaksin
lið um lið og lurtaði eftir vælspælandi tungum rokkguitari
og barnasangi. Plátan seldi væl og virðuliga 178.000 eintøk
í Svøríki. Frá 1998 til 2000 vóru Black Ingvars á einari
langari,villari og útseldari turné. Eftir fleir hundrað konsertum og
yvur 800.000 seldum plátum, troyttur av hotelrúmmum,flúgving,
bussum, vánaligum ljóðprøvum og síðst og ikki minst vóru teir
troyttur av hvørjum øðrum. Black Ingvars tóku sær eina langa og
væltiltrongda pausu sum var fram til 2008. Teir siga at teir hava
ongantíð verið so væl fyri tónleikaliga og eru spentir at koma til
Føroyar at LIVA við okkum.
Teirra tónleikur kann samanmetast við Dio, Metallica og Europe
vilja teir verða við til.
Hanus G
stórapallið leygarkvøldið kl 19.30
Hanus G Johansen (føddur19 juni
1950 í Klaksvík, Er hann nevndur so
er hann kendur. Hanus hevur síðan
í 1988 lagt lag á og gjørt sangir hjá
Poul F Joensen. Hansara fyrsta fløga
var Gaman og álvara. Novembur kom á
fold eru 1000 gudar og her var meira
kram í við góðum tónleikarum innan øll
instrumenturer. Hanus G er runt landi
til festivalar og onnur tiltøk.
AZYLLEX
fríggjakvøldið 21.45 í teltinum.
Hesir ungu metal fýrarnir eru komnur
væl fram innan Heavy Metal listina
og nevnast kann at old School
80'ara trash metal hevur verið teirra
inspiratión. Teir hava verið á ongum
konsertum og hevur tað verið nakrar
serað vælútførdar upptrakkanir sum
vit øll gleða okkum til at LIVA saman
við fríggjakvøldið í teltinum á plenuni.
Jollybobs
er ein bólkur av Tvøroyri sum
er settur saman av royndum
vælspælandi tónleikarum.
Teir eru rokk og pop spælandi men
undirhaldið er í hásætið. Vit koma
at hoyra cover løg av thin lizzy AC/
DC og líknandi. Hetta verður eitt
vælspælandi og undirhaldandi
orkestur sum eru glaðir fyri tónleikin
sum heild. Vit LIVA við Jollybobs.
The Happening
fríggjakvøldið kl 20.00
The happening er ein bólkur úr
eysturoynni og hevur ein serað
lívligan og undirhaldandi tónleik og
er mest meira til Heavy metal síðina
men eru útgjørdir av dugnaligum
tónleikarum og sum sleppa at
byrja LIVA festivalin í teltinum
fríggjakvøldið kl 20 Vit LIVA
Jürghinn
fríggjakvøldið á stórapalli kl 21.00
Jürghinn er ein eftir hondini kendur
bólkur við einari fløgu í sínari tíð. Teir
hava spælt mangar konsertur runt
landið og sigast kann at teirra slag
av tónleikið er festligur, lívligur og
glaður tónleikur sum er rokk kendur
sum oftast. Teir tríggir í manna bólkin
eru John Áki Egholm
Jens Rasmussen og Jeffri Jørgensen.
Vit gleða okkum til eina lívliga løtu at
LIVA við Jürghinn
Swangah nýtist man ikki
at forklára tað stóra um tí
teir mugu nokk verða ein
tann best umtókti bólkurin í
landinum í løtuni. Teir hava
havt framførslur í suðri og tá
hevur fjøldin altíð verið uppi
undir loftinum av teirra framúr
tónleikið so sum Gentan er
farlig, Frá bygd til bý og øðrum
super hittum. Føroya fólk hevur
váttað at teir eru toppurin av
tónleikið í Føroyum við fleiri
virðislønum so at teir koma at
LIVA við okkum fríggjakvøldíð
kl 01.15
Black Ingvars
stórapallið leygarkvøldið 00.45
Vágaverk
leygarkvøldið 20.15 í Teltinum
Vágaverk er ein bólkur úr vágunum
sum hevur runga runt í hvørjum
húsið við løgum sum 1001 nátt
Á trappuni hjá Lenu og ikki minst
tann nokk mest spældi Medistari
í Karry.