Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-01, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2014síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit sóknast eftir dugnaligum og røskum fólki til amboðs- og beslagdeild okkara í Tórshavn at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðsumhvørvið er í eini nútímans fyritøku, har tú verður partur av einum toymi av sølu og avgreiðslufólki, sum í góðum samstarvi søkja at einum felags máli. Vit bjóða eitt sera spennandi starv, har tú innan tryggar karmar veruliga fært møguleikan at royna tíni evni. Uppgávur tínar verða innkeyp, søla og viðlíka- hald av deildini umframt fyrifallandi arbeiði í hesum sambandi. Vit krevja at tú ert ein arbeiðssamur og álítandi persónur, sum hevur evnini og viljan at røkka teimum málum, ið vit í felag seta. Vit leggja stóran dent á tíni samstarvsevni. Samstundis vænta vit, at tú hevur fakligu evnini, áræðið og kreativitetin, ið skal til, fyri at halda deildini á einum høgum støði. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna íroknað skiftandi leygar- dagsvaktir. Freistin at søkja starvið er 15. juli 2014. Ger skjótt av, tí starvið verður sett, so skjótt skikkaður umsøkjari er funnin. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Heina Fosaa, stjóra á telefon 311250 ella hf@ht.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsókn saman við viðkomandi skjølum skal sendast til: TIMBURHANDILIN, Heykavegur 4, Boks 3038, 110 Tórshavn ella á teldupost: ht@ht.fo Mrkt: Amboð 2x3 Starvsfólk til amboðsdeildina í 2x3 Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) • Gravsteinar (Framsýning við Marknagilsvegin 86) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo