Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-01, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2014síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lions Club Tórshavn skipar aftur í ár fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á Ólavsøku. Framsýningin verður í døgunum Leygardagin 26. til Týsdagin 29. juli Hevur tú hug at framsýna tíni listarligu avrik, so set teg í samband við Lions Club Tórshavn á teldupost bústaði lions.torshavn@hotmail.com ella á telefon 282213 í seinasta lagið týsdagin 8 juli. Síðani fært tú sendandi eitt tilmeldingarskjal at fylla út. Hvør luttakari kann hava í mesta lagi 3 málningar við á framsýningini. Málningar, ið skulu sýnast fram, skulu handast nevndini mikudagin 23. juli millum kl. 18 – 20 í Müllers Pakkhúsi. Óseldir málningar skulu avheintast aftur mikudagin tann 30. juli millum kl. 19.30 og 20.00 Ágóðin av framsýningini verður latin Sjóndeplinum til útvegan av lasertóli ið kann hjálpa teim sjónveiku/blindu í arbeiði teirra á Sjóndeplinum. Listaframsýning á ÓLavsøku 2014 Lions CLub TÓrshavn Okkum er fráboðað, at hesi ábyrgdaraskjøl eru burturblivin. Tann sum hevur hesi skjøl um hendi, verður biðin innan 3. mánaðir at prógva rætt sín, ella verða oman fyri nevndu skjøl ógildað og nýggj ábyrgdara skjøl útskrivað. 01.07.2014 NORÐOYA SPARIKASSI 700 KLAKSVÍK ÓgILdISLýSINg Skálavegur 194 FO-480 Skála tel. 441368 fax 441360 Skúlaleiðarin telefon 237052 skalask@post.olivant.fo Størv í Skála skúla og forskúla Hesi størv eru leys at søkja í Skála skúla skúlaárið 2014/2015 1 námsfrøðiligt fast starv 30 tímar um vikuna í forskúlanum. 2 námsfrøðiligt tíðaravmarkað starv 20 tímar um vikuna, til næmingar við serligum tørvi. Søkt verður eftir námsfrøðingum, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu taka lut í dagliga arbeiði skúlans • hava stóran áhuga í og góðan førleika at arbeiða við forskúlabørnum • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • eru við til áhaldandi at menna skúlan • hava hug at arbeiða við ymiskum avbjóðingum • eru sinnaðir at arbeiða í toymum og ynskja gott samstarv við heimini. Førleikakrøv Námsfrøðiliga útbúgving og helst linjuna “skúlabúgving – innskúling” til starvið í forskúlanum. Lønar- og setanartreytir (Námsfrøðingurin verður løntur) Løn sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið. Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera fyrsta­ læraranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. juli kl. 16.00. Meira kann fáast at vita um størvini frá fyrstalæraranum Don Joensen á tlf. 237052