týsdagur 1. juli 2014síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74
44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað eru í hesum umfarinum upp til 7,5 mió. kr.
tøkar til gransking og menning á fimm raðfestum
økjum, har t.d. epidemiologi og ílegugransking kunnu
innganga í hvørt einstakt øki, eins og t.d. menning av
nýggjum tilgongdum, skipanum ella tænastum.
Stuðul kann veitast til smærri verkætlanir, sam
starvs verkætlanir, ph.d.verkætlanir og post.doc.
verkætlanir innan raðfestu økini.
Raðfest øki: (í bókstavraðfylgju)
• Heilsa – sum sosialt fyribrigdi, at kanna tey sosialu
viðurskifti sum ávirka heilsu og sjúku og hvussu
sosialir trupulleikar sum fylgja av sjúku kunnu
bøtast. Her kunna samfelagsviðurskifti og ávirkanin
á heilsustøðu verða greinað.
• Heilsa – sum medisinskt fyribrigdi, at kanna tey
medisinsku viðurskifti sum ávirka heilsu og sjúku,
td. autoimmunar sjúkur, neuro degenerativar sjúkur
og giktasjúkur.
• Hjartasjúkur, gransking / kanning av sjúkum
í hjarta og blóðrensli, atvoldin til hjartasjúkur,
fyribyrging og viðgerð.
• Krabbamein, epidemiologiskar kanningar /
gransking innan krabbameinsøkið
• Sálarfrøðilig heilsa, gransking og kanningar innan
sálarsjúku og fyribyrgjandi tiltøk.
Miðað verður eftir, at avsetti stuðulin til hetta
høvuðs økið skal býtast nøkulunda javnt millum áður
nevndu raðfestu økir. Vit tilskila okkum rætt til ikki
at lata stuðul á øllum økjum og ikki at játta alla tøku
upphæddina í hesum umfarinum.
Formlig krøv:
Sum meginregla verður í mesta lagi latin stuðul til
2/3 av verkætlanini. Í heilt serligum føri kann verða
latið upp til 100% í stuðli til granskingar verkætlanir
fíggjaðar úr Sjúkrakassagrunninum. Viðfígging frá
øðrum gevur fyrimun. Allur játtaður stuðul skal nýtast
í Føroyum, undantikið útreiðslur til ferðing, skeið og
ráðstevnur.
Overhead kann í mesta lagi vera 10% av
lønarútreiðslunum.
Minsta stuðulsupphædd, sum kann veitast til hvørja
verkætlan innan raðfestu økini, er kr. 150.000, og
latast kann í mesta lagi kr. 1.500.000.
Umsóknir skulu skrivast á skandinaviskum ella
enskum máli á serligt oyðublað, ið fæst á gransking.fo
à Sjúkrakassagrunnurin. Har liggur eisini kunning um
formlig krøv og vegleiðing til umsóknir.
Umsóknir skulu sendast við telduposti til
gransking@gransking.fo innan 1. september 2014
kl. 12 føroyska tíð.
Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband
við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í
sambandi við umsóknirnar.
www.gransking.fo
Stuðul til gransking
og menning
á heilsuøkinum
Granskari kann saman við
stovni í Føroyum søkja um
stuðul til gransking og menning
innan raðfest økir, sum kunnu
menna heilsu økið í Føroyum
Verkætlanir kunnu fevna um, men eru ikki:
• Avmarkaðar til:
• Upplýsandi átøk
• Upplýsandi tilfar
• Serlig tiltøk
• Ráðstevnur
• Kanningarverkætlanir
Stuðul verður ikki veittur til:
• Vanligan rakstur í felagsskapunum, harundir løn
til starvsfólk og tað sum felagsskapurin fæst við í
sínum dagliga virksemi
• Einstaklingar ella viðgerð, heilivág og hjálpiamboð
• Ráðstevnuluttøku, skeið, útbúgving og
eftirútbúgving
• Uttanlandsferðir hjá bólkum ella einstaklingum
• Útgerð so sum lyftir og annað
Serligar treytir viðv. kanningarverkætlanum:
Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera
kanningar verkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsu
fremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning.
Kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst
hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor
ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum
vegleiðara/ábyrgdarhavara.
Formlig krøv:
Latast kann í mesta lagi kr. 150.000 til hvørja
verkætlan undir hesi skipanini, kanningarverkætlanir
tó millum kr. 50.000 – 400.000.
Verkætlanin kann vera 100% fíggjað úr
Sjúkrakassagrunni Føroya.
Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum.
Umsóknir skulu skrivast á serligt oyðublað, ið fæst á
gransking.fo Sjúkrakassagrunnurin.
Umsóknir skulu sendast við telduposti til gransking@
gransking.fo. Tað er eingin føst umsóknarfreist.
Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær verða
móttiknar.
Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband
við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í
sambandi við umsóknirnar.
www.gransking.fo
Sosialurin 341800
Stuðul til upplýsandi
og mennandi tiltøk
umframt kanningar
verkætlanir á
heilsu økinum
Føroysk áhugafeløg, ið umboða
fólk, sum bera brek og feløg
innan eldraøkið, sjúklingafeløg
og fakfeløg, kunnu søkja
um stuðul til upplýsandi og
mennandi tiltøk, sum kunnu
menna heilsuøkið í Føroyum