Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-01, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2014síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

48 |Sosialurin Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000 Mikudagur 2. juli 2014 - Nr. 74 NØVN Hjartaliga takka vit øllum fyri synda samkenslu, tå okkara elskaða kona, dóttir, systir, fastir, svigarinna og svigardóttir. % 5, April 1992 + 19.Mars 2014 Rebekka Bolstad So brådliga varð tikin frå okkum. Takk til Elisabeth og Tær fýra, fyri góð og troystarík orð, og vakran sang í kappellinum. Takk til læknar og starvsfólk á B6 fyri at tit vóru so góð við Rebekku, tað tíðina ið hon var har. Takk til Theodor Olsen prest, fyri sera vøkur og góð orð. Takk fyri vakran sang og urgulspæl í Haldórsvíkar kirkju. Takk til berarar, sangarar, gravarar og kirkjutænarar. Takk til tykkum øll, sum bakaðu og hjálpti til við ervinum. Takk til tykkum øll, sum fylgdu Rebekku úr kappellinum og kirkjuni. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Freslunarherin í Havn. Takk til familju og vinir, fyri umsorgan og stuðil í hesi stóru sorg okkara. Jesus segði við hana: Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr. Jóhs. 11,25 Vegna oll okkum avvarðandi Herluf Andreasen Takk Hjartans takk til tykkum øll „sum mintust til mín á minum 75 ára fødingardegi. Heilsan Hanus Petersen Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymsan hátt vístu samkenslu, tá elskaði maður, pápi og abbi okkara Hjartaliga takka vit ollum fyri synda samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Leif Guðmundsson Tórshavn f. 30.09.1946 d. 04.05.2014 andaðist og varð jarðaður. Tekk til tykkum, sum á ein og annan hátt hjálptu okkum við jarðaferðini og ervinum. Tøkk til Ann Dahl Hansen prest og Bjarna Bæk prest fyri troystandi orð. Ein serlig tøkk til starvsfólkini hjá Tórshavnar kommunu, vinfólkini, grannar og familju fyri hjálpsemi og vælvild. Takk fyri heilsanir og tøkk til tykkum, sum fylgdu Leif til hansara seinasta hvíldarstað. „Sov kæri vinur, sov nú“ Nanly, Vivian, Bjork, Vár, Egin, Ró og Ægir Jógvan Páll Mikkelsen ættaður úr Klaksvík, búsitandi í Hirtshals andaðist á Vikingebanke Rørktarheimi í Hirtshals, mánadagin, 30. juni 2014, 83 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Asdal Kirke, fríggjadagin 4. juli kl. 13.00. Påll Sigmund, Sålfrid, Såra og Sigrun Ola Martin og Elsa Jens Christian Sivert Højgaard Tórshavn andaðist og varð jarðaður Takk fyri blómur og kransar, og fyri peningagávur til Meinigheitshúsið í Tórshavn. Takk til starvsfólkið á Lágargarði fyri góða rekt og umsorgan og til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum. Somuleidis vilja vit eisini takka Una Næs fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni, og Kristuliga Sangkórið fyri vakran sang. Eisini ein stór tøkk til tykkum sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum, og tit mongu sum fylgdu Jens til hansara síðsta hvíldarstað. Familjunar vegna Tylla, Helgi, Marita, Birna og Carolina Hjartaliga takka vit tykkum øllum sum sýndu samkenslu og hjálptu til, tá okkara kæra mamma, omma, langomma og olduromma Anna Louisa Jacobsen í Skálafirði andaðist og varð jarðað. Takk til heimahjálpirnar fyri røkt og umsorgan. Takk til Marjun í Kálvalíð prest og Sverra Kass fyri góð og troystarrík orð. Takk til tykkum í Kelduni, sum lótu høli til ervið og tykkum, sum lótu peningagávu til Skúlan í Skálafirði. Takk til tykkum øll, sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Vegna tey avvarðandi Børnini