týsdagur 1. juli 2014síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
49
Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Nú tynnist í vinarskara hesi orð
runnu okkum í huga tá boðini
bórust um, at góði vinur og granni
okkara Hjørleif var farin.
Hjørleif var 79 ára gamal, nú
hann andaðist.
Hann var borin í heim í Skopun
2. august 1934, sonur Gregor
Hentze og Elisabeth Poulsen úr
Skopun.
Hann tók víðkaða maskin
meistaraprógv í Keypmannahavn
og fór síðan út í heim at sigla í
nøkur ár.
1964
fekk
hann
starv
á
oljureinsiverki hjá A.P.Møller í
Danmark.
1966
flutti
hann
heim
aftur til Føroya. Hann hevði
fingið
lærarastarv
á
Føroya
Maskinskúla, har hann undirvísti
í 18 ár, og mangir munnu teir vera,
sum við takksemi minnast aftur á
nærlagda læraran, Hjørleif.
Seinastu
virknu
ár
síni
starvaðist Hjørleif hjá Tórshavnar
kommunu
á
Teknisku
deild,
har hann hevði ábyrd av og var
tekniskur leiðari fyri gøtuljósum
kommununar, til hann í 1998 legði
frá sær vegna aldur.
Hjørleif bar ringa sjúku í
samfull átta ár. Ikki sást tú hetta
á honum, hann var tann sami,
altíð positivur, hann samskifti
ofta við okkum um sjúkuna, hann
var sálarliga sterkur í hesi støðuni.
Jóhan
Poulsen
serlækni
í
krabbasjúku, nevndi hetta sum
nakað serstakt í fyrilestri, sum
hann helt á Hotel Føroyum fyrr í
vetur.
Hjørleif og Berlina bygdu sær
sethús her í Hamarsgøtu í 1969.
Hjá teimum hava vit grannar
mangan sitið væl, ikki minst nú
seinnu árini, tá vit hittust eina
ferð um vikuna í vetrarhálvuni, til
hugna og prát.
Hjørleif hevði sína meining
og hann var ikki bangin fyri at
siga hana. Hann var hjálpsamur
og fryntligur maður, við løttum
sinnalag, hetta kundu vit grannar
bert gleðast um, men var hann
varugur við órættvísi, so talaði
hann at.
Tá Hjørleif var hjástaddur
var altíð skemt og gaman, ikki
minst børnini nutu gott av
hansara umsorgan. Hann skipaði
í mong ár fyri tunnusláðing her í
Hamarsgøtu, og læt børnini mála
tunnuna í kjallara sínum.
Eisini
á
mongu
útferðum
okkara høvdu vit gleði av at hava
Hjørleif ímillum okkum.
Dansikvøldini í Hamarsgøtu
møtti hann trúliga upp til, og var
hann altíð væl fyrireikaður.
Vit grannar kunnu bert gleðast
um, at hann var við til at gera
grannalagi til nakað serstakt her í
Hamarsgøtu. Gott er við vinum at
fylgjast á leið.
Vit drýpa høvur í sakni um
góða vin og granna okkara
Hjørleif.
Men størstur er saknurin hjá
tykkum Berlina, Elin, Palli, Diana
og abbabørnini.
Harrin styrki tykkum.
Æra verði minni um Hjørleif.
Grannar í Hamarsgøtu
Minningarorð um Petur Hjørleif Hentze
02.08.1934 – 25.01.2014