týsdagur 1. juli 2014síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
53
Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
merkisdagar
Góda Gumma og Gubbi
Hjartaliga tillukku við tykkara fødingar
døgum, gumma tú verður 80 ár 26/7 og
gubbi tú bleivst 80 ár 24/6.
80 ár er ein høgur aldur, men tá man er
so væl fyri sum tit hevur aldurin einki at
siga.
Vit báðir “synirnir” hildu at tað var upp
á sítt pláss, at tit fingu nakrar reglur í fjøl
miðlinum.
Tit hava altið staðið okkum nær, líka
sum við altíð hava følt og føla at vit eru
nakað serligt hjá tykkum.
Vit eiga manga gódar stundir saman vit
tykkum. Bara fyri at nevna onkrar løtur,
so kundi tad verði, ein gódan duss, blund
á bonkinum, fótbólts kampar, fjalldagar,
flettingarløtur, vitjanir av tykkum báðum
úti á Gadd og í Varde og mangt annað, sum
vit við gleði kunnu minnast afturá.
Gumma er næst elst av 8 systkjum og
elsta dóttir í heiminum á Høgabakka. Sum
gumma plagar at siga, so gekk tað rúm tíð,
áðrenn nøkur systir kom afturat. Omma
átti nevniliga tríggjar dreingir áðrenn tann
næsta systirin kom.
Gumma plagar at taka til, at tá var
stórur munur á gentum og dreingjum.
Beiggjarnir sluppu tá í tíðini, lætt tá tað
kom til tað húsliga arbeiðið. Og tá tað kom
til innfaringar tíðir um kvøldarnar, so
skuldi tú altíð listra ordrar, men hjá beiggj
unum var ikki so farligt. Beiggjarnir vóru
livandi, og skaptu teir sjálvandi eina stóra
rúgvu av skitnum klæðum, og sjálvandi var
alt vaskað við hond, mangan var hetta tín
uppgáva. Og fyri at lætta um hjá Ommu,
tókst tú sjálvandi eisini títt tørn, tá kúgvin
skuldi mjólkast.
Gumma tú hevur altíð verið sera
vælgjørd, tað vita vit eisini í dag. Tí er tað
eingin ivi, at tú hevur verið til stóra hjálp
hjá mammu og pápa tínum, sum eisini tíni
systkin hava notið gott av. Abbi tín turkaði
fisk á Kópaskeri og har lá tín partur heldur
ikki eftir.
Nora var á húsarhaldskúla í Nørre
Nissum, sum mangar aðrar føroyskar
gentur. Her hevði tú nógv og góð minnir
saman við bæði donskum og føroyskum
vinkonum.
Gumma arbeiddi á Hotel Føroyum og
kenna vit teg rætt, hevur tín partur heldur
ikki ligið eftir her. Í hesari tíðini minnist
tú til manga góða søgu, millum annað ein
bleiv ein frakki keyptur uppá avbetaling.
Tit fingu tvær gentur, har av bert tí einu
untist at liva tvey ár saman við tykkum.
Báðar genturnar vóru kallaðar Sólborg,
tað er ikki ov nógv at siga, at tær hava
verið og eru tykkara eitt og alt. Ommu
og abbadóttirin Nora kom seinni, og hon
hevur eisini verið eitt vælsignilsi fyri tykk
um.
Gubbi er elst av 7 systkjum. Gubbi
vaks upp á Glyvrum, og sum so mangur
drongur tá á døgum fór hann sum ungur
til skips. Har hann eigur nógv og góð
minnir, serliga er tað tíðin við Kolumbusi
við Jákup Andrias Vang sum skipara , ið
fyllir nógv.
Gubbi hevur verið virkin á fleiri økjum.
Har hann hevur gingið uppí arbeiðið við
lív og sál.
Politikkarar ganga høgt uppí, at gera
avrikslistar sum sjálvandi vísa á, hvat
teir hava avrikað. Um vit skuldu gjørt ein
tílíkan til gubba, so hevði hann verið nakað
soljóðandi: Arbeitt hjá Landsverk í meira
enn 40 ár, brandmeistari og samstundis
eisini
varðabrunaumskjónarmaður
í
meira enn 25 ár, selt billettir fyri Støkk í
nógv Harrans ár, røktingarmaður á Hvít
urð í 40 ár, fjallmaður í meira enn 50 ár.
Umframt at tú altíð hevur verið sera góður
við okkum báðar, og altíð verið klárur við
einari hjálpandi hond. Takk fyri tað.
Við hesum fáu orðum vilja vit báðir
ynskja tykkum báðum hjartaliga tillukku
við degnum, og má Harrin framhaldandi
verða hjá tykkum.
G,A.
Nora og Martin Magnussen
160 ár