Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-01, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2014síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74 54 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur profilurin Hilmar Jan Hansen Á aðalfundi í altjóða oyggja­ leikanevndini, IIGA, sum var á Jersey leygardagin, máttu Føroyar endaliga geva skarvin yvir í royndini at fáa oyggja­leikirnar til Føroya um fimm ár, í 2019. Sam­stundis varð greitt, at IIGA-nevndin nú í staðin fer at samráðast við sponsku oynna Menorca um at hýsa leik­unum í 2019. – Tað stutta av tí langa er, at eg á aðalfundinum hjá IIGA helt eina røðu, har eg greiddi teimum frá, at Før­ oyar ikki eru til reiðar at hýsa leikunum í 2019, sum annars hevur ligið í kortunum síðst fýra árini, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti. – Eg kundi ikki annað enn staðfesta, at alt er seinkað hjá okkum, og at ÍSF tí ikki kann seta sína undirskrift undir eina endaliga avtalu um at hava leikirnar, tí vit onga vissu hava fyri, at ting­ ini koma upp á pláss. Hetta vóru tung boð hjá ÍSF-forsetanum at bera IIGA, men hann sá seg ikki hava annan møguleika, tí lands­ myndugleikarnir ikki enn endaliga hava megnað at gjørt tað, teir annars høvdu lovað. – Av tí sama stóðu vit í eini keðiligari støðu, har vit líkasum máttu geva skarvin yvir á hesum sinni, men eisini kemur hetta dátt við hjá IIGA, sum hevði væntað, at Føroyar kundu taka sær av oyggjaleikunum í 2019. Tey í IIGA er sjálvandi skuffað, men skilja tíbetur væl okkara støðu í ÍSF, nú tá tingini ikki eru komin upp á pláss, sigur Petur Elias Petersen. – Til alla lukku tykist Menorca vera til reiðar at taka leikirnar í 2019, heldur enn í 2021, sum ætlanin ann­ ars hevur verið. Og í mun til Føroyar, so hava tey á Menorca longu alt klárt, hóast vit nú bara skriva 2014, so tað ikki sær út til at vera tann stóri trupulleikin hjá teimum at framskunda leik­ ir­nar har. Tað eru vit sera takksom fyri, tí um vit á aðal­fundinum blivu havnað sum vertir, hevði verið ringt at komið afturumaftur. Júst hetta við, at Menorca hevur skilt álvaran í tí, at tíðar­freistir eru avgerandi fyri, hvussu skipast kann fyri leikunum, er sostatt tann stóri munurin á sponsku sól­skins­oynni og Føroyum, tí hóast nógv hevur verið gjørt fyri at kunna føroysku lands­myndug­leikarnar um, hvørjar freistir eru galdandi, hevur tað ikki munað nakað kortini. – Tað er landsstýrið, sum ikki hevur gjørt sítt, tí í orði og skrift hava bæði løg­maður og avvarðandi lands­stýris­ menn sagt seg vilja gera tað, sum skal gerast, men tá tað er komið til stykkis, hevur eingin av teimum gjørt tað, sum skuldi til, innan fyri neyð­ugu tíðarfreistirnar, stað­festir ÍSF-forsetin, ið er stórliga vónbrotin av, at orð og gerðir ikki hava sam­ svarað. – Og tá vit tosa um myndug­leikar, so er tað bara Tórshavnar býráð, sum hevur hildið orð og gjørt sín part, meðan landsstýrið ikki hevur gjørt tað. Golf altavgerandi Tað, sum málið fyrst og fremst strandar á, er kravið um, at millum 12 og 14 ítróttar­greinir skulu vera á ein­um oyggjaleikum. Og sum er, so megna Føroyar bara at hava 11 ítróttargreinar, tí enn er eingin nøktandi golfbreyt her. – Aðrar ítróttargreinar – Tað er stórt spell, at oyggjaleikirnir ikki kundu koma til Føroya í 2019, tí tað eru so mong, ið høvdu vónað tað og glett seg til tað, men nú kunnu vit so ikki bjóða okkum fram aftur, fyrr enn vit eru fullvís í, at alt er í lagi og vit ikki aftur renna okkum føst í politisku skipanini, ið ikki heldur seg til neyðugu tíðarfreistirnar, sigur ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen við at bíða ikki blíva Vit kundu Petur Elias Petersen: Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, Kaj Leo Johannesen, løgmaður, Jörgen Pettersson, IIGA- forseti, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, tá Jörgen Pettersson vitjaði í Føroyum í fjør í sambandi við føroysku oyggjaleikaumsóknina Mynd: Finnur Justinussena