Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-01, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2014síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

55 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 2. juli 2014 · Nr. 74 ítróttur enn golf kundu sjálvandi komið við sum okkara tólvta ítróttar­grein, men allíkavæl ikki. Í onkrum føri, tí vit ikki íðka hesar greinar her, og í øðrum føri, tí vit ikki hava neyðugu karmarnar og um­ støðurnar, sigur Petur Elias Petersen. Hann nevnir millum ann­ að, at triathlon ber ikki til, tí sjógvurin í Føroyum er ov kaldur til svimjingina. Og eisini vísir hann á greinar sum squash, bowls, sailing og kurvabólt, sum annaðhvørt slett ikki ella í ov lítlan mun verða íðkaðar her, umframt tennis, sum tó vildi kravt fleiri vallir, ið líkindi ikki eru til at fáa. – Alt stendur og fellur tí við, um vit kunnu bjóða golf fram ella ikki. Og tað kunnu vit ikki binda okkum til, so leingi sum landsstýrið ikki endaliga hevur avgreitt sín part, og tí høvdu vit í ÍSF ikki annan møguleika enn at siga, at vit ikki verða klár í 2019, sigur ÍSF-forsetin, ið ásannar, at hetta hevur verið sera møðsamt at arbeitt við síðstu fýra árini. – Tað sigur seg sjálvt, at tað er sera skuffandi at leggja so nógv arbeiði og so nógva orku í at fáa leikirnar til Føroya, men at so einki spyrst burturúr, tá endaliga avtalan um tað skal gerast. Øll, sum hava nakað við hetta arbeiði at gera, hava kent tíðarætlanina, so tí er tað klárt, at eg eri sera vónsvikin, nú vit noyddust at geva avboð. Tankin um at bjóða Føroyar fram til oyggja­ leik­ir­nar aftur, hevur verið frammi fleiri ferðir fyrr, og eina­ferð varð roynt at fáa leikir­nar hendavegin í 2015. Nú ÍSF í 2010 av nýggjum setti út í kortið, vóru í fyrsta umfari 2019 og 2021 á skránni, men av tí at Menorca lá fram­við í 2021, gjørdist tað sjálvsagt, at Føroyar fóru eftir at hava leikirnar í 2019 – sum altso ikki var fyrr enn níggju ár frammi í tíðini, tá ar­beiðið spakuliga fór í gongd. – Øll hava eisini verið við upp á tað og fólk hava spent sæð fram til, at vit kundu hýsa leikunum aftur, 30 ár eftir at leikirnir vóru her í 1989, sum mong minnast aftur á við stórari gleði, tí alt gekk so væl, sigur Petur Elias Petersen. – Sjálvur havi eg eisini trúð uppá, at tað kundi lata seg gera, men nú tíðin fór at ganga undan, kámaðist tann vónin av álvara. Og tí kundu vit ikki annað enn siga við IIGA, at vit máttu lata okkara boð frá okkum, tí vit ikki vóru til reiðar. Spell, men har var eingin annar møguleiki. Í gongd í 2011 Miðvísa arbeiðið at fáa leik­ irnar aftur til Føroya, fekk av álvara luft undir veingirnar í 2011, tá tað undir leikunum á Isle of Wight eydnaðist at fáa ovastu fólkini í IIGA at seta ein heilan seinnapart av til tey, sum í Føroyum varð­ aðu av at hýsa leikunum. Í sam­bandi við fundin vóru myndir tiknar av føroyskum polit­ikarunum og IIGA-fólk­ unum og alt tað, sum plagar at vera gjørt við slík høvi. – Tað var henda seinna­ partin, at alt av álvara varð skotið í gongd. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, Helena Dam á Neystabø, menta­mála­ráð­harri, Heðin Mortensen, borgar­stjóri í Havn, Jógvan Arge, vara­ borgar­stjóri, um­framt embætis­fólk og onnur av­ varð­andi vóru við, sigur Petur Elias Petersen. – Serliga áhugavert var at fáa eina frágreiðing frá Gary Jakeman, sum skipaði fyri leikunum á Isle of Man og í Hetlandi, og sum er tann einasti, ið hevur skipað fyri tveimum oyggjaleikum. Men eisini var áhugavert at tosa við ovastu leiðsluna í altjóða oyggja­leika­nevndini, sum sendi trý umboð at fundast við okkum. Gary Jakeman skar á fund­inum út í papp, hvat skal til fyri at hýsa oyggja­ leik­unum, og av tí at hann hevði skipað fyri leikunum í Hetlandi, sum í so nógvar mátar minnir um Føroyar, var hansara framløga sera við­kom­andi fyri føroysku fyri­reikingarnar. – Hann greiddi út í æsir frá øllum og fór heilt niður í smá­lutir, tá hann skuldi lýsa fyri­munir og vansar. Ikki minst legði hann ovurstóran dent á, hvussu nógv tað hevði at siga, at tíðarlinjan varð løgd og hildin allan vegin ígjøgnum, tí pláss er ikki fyri tilvild, tá talan er um eitt so mikið stórt ítróttartiltak, sum oyggjaleikirnir eru, greið­ir ÍSF-forsetin frá. – Undan fundinum hevði Tórshavnar býráð gjørt eina yvir­lýsing, sum greitt boð­aði frá, at tað stóð 100% aftan fyri ætlanina um at fáa oyggja­leikirnar aftur til Føroya, um­framt at IIGA- forsetin, Jörgen Pettersson, fyrr í 2011 hevði verið í Før­ oyum og havt fundir, um­ framt at hann hevði sæð, hvat Føroyar høvdu at bjóða. Longu tá góvu allir partar til kennar, at tað skuldi ikki standa á at fáa alt tað neyð­ uga upp á pláss í tøkum tíma. Petur Elias Petersen vísir á, at føroyska ætlanin var so mikið seriøs, at tað enntá eydn­aðist at fáa eitt føroyskt umboð valt í IIGA-nevndina, Sølvi Reinert Hansen, tí leik­ir­nir jú skuldu verða í Føroyum í 2019, so allan vegin ígjøgnum hevur ligið í kort­unum, at hetta veruliga var nakað, sum Føroyar meintu í fullum álvara. – Vit hava í míni verð gjørt alt rætt í strembanini eftir at fáa leikirnar aftur til Føroya, so tí er tað veruliga stórt spell, at einki spurdist burturúr, nú skrivast skuldi undir, sigur hann og vísir á, at tað enntá eydnaðist at fáa IIGA-nevndina at koma til Føroya í fjør at hava sín árliga várfund her. – Løgmaður, mentamála­ ráð­harri, sum nú var Bjørn Kalsø, og borgarstjórin í Havn vóru vertir við døg­ urðar, har øll søgdu, at hetta skal nokk koma upp á pláss. Og á fundi á Bermuda í fjør­ summar søgdu løgmaður, menta­málaráðharrin og borgarstjórin enn einaferð, at alt fór at koma upp á pláss. Kundi ikki bíðast Soleiðis hevur verið líka síð­ ani í 2011, at tað hevur ikki staðið á við gyltum lyftum og føgrum orðum um, at alt skuldi koma í rættlag, men burtursæð frá Tórshavnar býráð, sum hevur arbeitt seriøst við ætlanini um at gera golfbreyt á Glyvursnesi, hava mestsum eingi ítøkilig úrslit verið – og í øðrum lagi hevur talan bara verið um hálvar loysnir, tá talan millum annað hevur verið um neyðuga lógararbeiðið. – Lendisviðurskiftini hava verið sera avgerandi, og Tórshavnar býráð lovaði at byggja golfbreytina, samstundis sum landið lovaði at koma við lendinum. Býráðið fór í gongd við einum arkitekti, hugdi at golfbreytum uttanlands og fyrireikaði seg annars, og hóast tað vísti seg at gerast eitt sindur dýrari, enn upprunaliga ætlað, var Tórshavnar býráð framvegis við og vildi gera sín part, steðfestir Petur Elias Petersen. – Í apríl í ár blivu vit spurdir, um alt var upp á pláss, men vit máttu bara siga sum var, at ein lóg um landbúnaðarjørð lá í løgtinginum, og at lógin um endurgjald til festarar skuldi koma upp á pláss á ólavsøku, hóast hetta í veruleikanum skuldi verið á ólavsøku í fjør, tí alt longu tá átti at verið komið upp á pláss. Og hóast hetta ikki var í rættlagi enn, trúðu vit, at fór at verða tað. Tað skilst á øllum brøgdum, at ÍSF-forsetin er vónbrotin, tí so nógv orka er løgd í eitt arbeiði, ið tó ikki kundi røkka á mál, tí allir partar ikki gjørdu sítt til, at ætlanin um oyggjaleikirnar í Føroyum í 2019 kundi gjøgnumførast. – Evstamarkið var í september í fjør, og tað hava øll vitað síðani í 2011. Tað kann gott vera, at golfvøllurin verður klárur, men tað kann eg ikki siga nakað um, og um vit høvdu skrivað undir og einki hendi aftur í heyst, høvdu vit bara verið í enn størri trupulleikum. Eg haldi bara, at var eitt veruligt ynski um at fáa leikirnar hendavegin, átti at verið arbeitt nógv skjótari, sigur Petur Elias Petersen. – Tað tykist bara ikki, sum at landsstýrið skilir, at her er talan um nakrar tíðarfreistir, sum bara mugu og skulu halda. Til dømis siga tey frá Guernsey longu nú, at tey eru klár í 2023 ella 2025, men her siga vit, at tað gongur nokk – men tað gongur bara ikki allíkavæl. ÍSF-forsetin vísir á, at um Føroyar bara søgdu ja og koyrdu víðari, men ikki megnaðu at hýsa leikunum, tá saman­umkom, hevði talan óivað eisini verið um stórt endur­gjaldskrav, tí talan er um eina so stóra ítróttar­ hend­ing, ið ikki bara kann flytast frá degi til dags. – Fólkini, sum sita hinu­ megin borðið, eru fólk, sum eru von við at arbeiða eftir tíðar­freistum, og í teirra verð er ein maður ein maður og eitt orð eitt orð, so har er eingin slingur í valsinum. Hetta eru fólk, sum arbeiða øgiliga seriøst, og tí bar slett ikki til hjá okkum at bíða longur, og tí verða oyggja­leikirnir heldur ikki í Føroyum í 2019, sigur Petur Elias Petersen. – Tað er stórt spell, tí tað eru so mong, ið høvdu vónað tað og glett seg til tað, men nú kunnu vit so ikki bjóða okkum fram aftur, fyrr enn vit eru fullvís í, at alt er í lagi og vit ikki aftur renna okkum føst í politisku skipan­ini, ið ikki heldur seg til neyð­ugu tíðarfreistir­- nar. hilmarjan@sosialurin.fo profilurin – Tá tað er komið til stykkis, hava hvørki løgmaður ella avvarðandi landsstýrismenn gjørt tað, sum skuldi til, innan fyri neyðugu tíðar­ freistirnar, staðfestir ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen, ið er stórliga vónbrotin av, at orð og gerðir ikki hava samsvarað, nú Føroyar hava givið skarvin yvir í royndunum at fáa oyggjaleikirnar higar í 2019 Mynd: Álvur Haraldsen