Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. juli 2014 · Nr. 75 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Í Oyndarfirði búgva hjúnini Eydna, 47 ár, og Rúni, 45 ár, saman við yngsta soninum Hanusi, sum er 12 ára gamal. Seinastu jól búðu eisini tey bæði systkin hansara, Rani, 20 ár og Barbara, 22 ár, heima. Millum jólanna gjørdist eftir­navn teirra, í Billustovu, kent fyri hvørt mansbarn í Før­oyum, tá tað varð partur av hvørj­ari tíðinda­sending og tíð­inda­portali fram til 4. januar, tá Rani í Billustovu varð funnin. Her siga Eydna og Rúni frá, tá tey mistu Rana. Virkisfúsur og kærleiksfullur Rani var ein glaður drongur. Hann var málsøkin og vilja­ sterkur. Honum dámdi væl at hagreiða mat, tvøst og spik, at fletta seyð, at fiska, skera flak og at síggja eitt væl­búgvið borð. Eydna greiðir frá: – Hann var ógvuliga ker­ligur, og himprað­ist ikki at geva mammuni og pápa­num bæði mussar og klemm. Hann var góður við síni systkin, og lítlibeiggin sá upp til hann, sum skuldi vera elek­trikari og maskin­ mestari. Sum yngri spældi hann horn við Nes Sóknar Horn­orkestri, fót­bólt við Skála, og eisini spældi hann hond­bólt við StÍF til tað sein­asta. Vinir hevði hann nógvar, og Jens Pauli var ein, ið stóð honum nær. Líka frá barns­beini av og nú teir liggja lið um lið í kirkju­garð­ inum. Óunniligur morgun Morgunin eftur veitsluna, sum Rani skuldi í, vaknaðu Eydna og Rúni umleið klokk­ an 07.30. Eydna fór inn í kamar­ið hjá Rana at vita, um hann var heimkomin. – Har var eingin drongur. Eg ringdi til hansara, men einki samband var við tele­ fon­ina hjá honum. Vit vænt­ aðu, at hann var privat­ sjaufførur, tí engin bilur var í túninum, og teir vóru vanir at skiftast at koyra hvør ann­ an, um vertskapur var uppií, greiðir Eydna frá. – Annars sótu vit henda leygarmorgunin og fingu okk­um morgundrekka, tá vit varnaðust óvanligt virksemi í bygdini. Bilar koyrdu eitt sindur øðrvísi enn vanligt ein stillan leygarmorgun. Sólbjørn, beiggi Eydnu, kom inn á gólvið, og vit sóu beinan­vegin á honum, at okk­urt var áfatt. Og tá hann so spurdi, um Rani var uppi á loft­inum og svav, vistu vit, at okk­urt álvarsligt var hent. Ein bilur var farin í Rættar­ gjógv, men teir vistu ikki, hvør bilur tað var, minnist Rúni. Rúni fór inn at hyggja við Rættargjógv og sá beinan­ vegin, at tað var bilurin hjá Rana, sum var farin útav. Tad einasta, sum Rúni sá var ein kúfangari á tromini til gjónna, sum bil­urin var farin í. Hann kendi kú­fangaran aftur. Hvør manglar? – Tá Rúni kom heim og segði mær, hvat hann hevði sæð, var tað, sum alt steðgaði upp hjá okkum. Tað er ringt at ímynda sær og siga frá, hvussu ræðuligt tað var. Ongin visti, hvør ella hvussu nógv vóru í bilinum. Fyrst varð tosað um, at tað vóru fimm ungfólk, sum vóru sakn­að, so bankað varð á allar dyr, til funnið varð fram til teirra, sum ongantíð vóru komin heim. Tað vóru Rani og besti vinmaður hansara, Jens Pauli, greiðir Eydna frá. Bilurin varð funnin ferðsluvanlukkan Í Oyndarfirði – 3. jóladagur var, og vit nutu jólafriðin. Rani kom tíðliga heim úr arbeiði. Vit sótu og prátaðu eitt sindur um nýggjárshaldið, sum hann altíð gleddi seg til. Hetta kvøldið skuldi Rani til eitt framskundað nýggjárshald saman við vinmonnunum, tí ein teirra skuldi til Noregs at arbeiða beint fyri ársskiftið. Vit tosaðu um, hvussu spennandi tað kundi verið hjá honum, um hann einaferð slapp á ein boripall at arbeiða sum elektrikari. Ikki hugsaði nakar, at hetta skuldi vera hansara seinasta nýggjárshald og okkara seinasta løta við Rana Tað skal bara ein váttligur túrur til Tað skal bara ein váttligur Tað skal bara ein Mynd: Álvur Haraldsen