hósdagur 3. juli 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 4. juli 2014 · Nr. 75
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nokkso skjótt og tað sama
líkið av Jens Paula – men
hvar var Rani? Leitað varð
eisini á landi við hundum fyri
at útihýsa møguleikanum,
at hann var stungin til fjals.
Eydna:
– Tað var ómetaliga dátt
at fáa deyðsboðini um Jens
Paula, sum vit hava kent
heilt frá barnaárum. Øll
bygdin syrgdi teir báðar. Vit
vónaðu sjálvandi, at Rani
kanska kundi sita undir
einum steini, ella at hann
var farin í eitt úthús at seta
seg, men tann vónin var
nokk meira ynskitankar enn
nakað annað. Vit bíðaðu og
bíðaðu; tað fór at skýma,
og vónin um at finna Rana
svann. Myrkt varð og eingin
Rani var funnin hendan
fyrsta leitingardagin.
Endaleys leitan
Eydna minnist dagarnar eftir
vanlukkuna ræðuliga tungar.
Tann størsti óttin var, at Rani
var farin við streyminum til
havs:
– Telefonin hjá Rana
slóknaði klokkan 06.36, og
ikki fyrr enn umleið klokkan
10.30 vóru teir fyrstu kav
ararnir
komnir
norður.
Oyndarfjørður er djúpur,
og streymur er eisini inni á
fjørðinum, og heilt nógv rák
er úti á Djúpinum. Tann óttin
bara vaks, tá Ågot dró gørn
ini, ið teir høvdu sett tvørtur
um fjørðin, tey høvdu staðið
eitt samdøgur á fjørðinum,
og tað sum var í gørnunum
var á innsíðuni, tvs at tað
rekur úteftur botninum. At
bíða eftir boðunum um at
fáa eitt lík aftur, og so tann
óttin, at leitingin skuldi
steðga, var ringt, minnist
Eydna.
– Og leitingin steðgaði,
uttan at vit fingu boð um
tað frá politinum. Tað var
ein greið avtala um, at vit
skuldu halda okkum við hús
ímeðan leitingin gekk fyri
seg, fyri ikki at forstýra, og
at vit skuldu fáa upplýsingar
um, hvussu gekst frá politi
num. Men longu aftan á tveir
dagar gavst poiltiið við leit
ingini, og bjargingarskipini
fóru av fjørðinum, uttan at
vit fingu boð um tað. Tað
var ræðuliga tungt at síggja,
at bjargingarskip lá við kaj á
Skála, samstundis sum sjálv
boðin leitaðu døgnið á tamb.
Hví skuldi bjargingarskip
liggja svínabundið á Skála?
Kundu teir ikki tað sama ligið
uppankraðir á Oyndarfirði
og leita við MOB-bátinum,
saman við hinum? spyr Rúni.
Rúni sigur frá, at dagin
eftir varð aftur leitað við
fullari styrki:
– Vit vónaðu sjálvandi
inniliga, at Rani skuldi verða
funnin.
Øll
verjuskipini
vóru á fjørðinum, tyrlur,
bjargingarbátar,
nógvir
kavarar og ein ørgrynna
av sjálvbodnum fólki. Men
aftur hendan dagin fór at
skýma, og tað varð myrkt,
uttan at Rani varð funnin,
og enn ein nátt í vónloysi
bíðaði okkum. Eitt fuglanet
frá alibrúkinum varð spent
fyri gjónna, so at hann ikki
skuldi reka út haðani, um so
var, at hann var har. Ymiskt
varð funnið inni í holuni, so
sum pengar og undirbuksur
hjá Rana, og ikki bar til hjá
froskmonnunum at leita so
gjølla orsakað av súginum,
ið var har, so tað var kanska
eitt tekin um, at hann var har
onkustaðni. Alibrúkið var ein
stór hjálp í leitingini, og tað
var eisini har, kommando
sentralurin var. Sigast kann,
at Marine Harvest eigur ein
stóran lut í, at tað eydnaðist
at finna Rana aftur, heldur
Rúni.
Gleði í sorgini
– Dagarnir gingu, og eingin
Rani varð funnin. Vit vóru til
jarðarferð hjá Jens Paula, og
tað var næstan sum at vera
til jarðarferðina hjá Rana,
tí møguleikin fyri at Rani
skuldi verða funnin bara
minkaði, men so leingi sum
leitað var, livdu vit í vón
ini. Tað er ein ring støða. At
missa eitt barn er ófatiliga
ringt, men ikki at fáa jarðað
barnið er upp aftur verri, so
vit høvdu nógvar tankar tí
viðvíkjandi, greiðir Eydna
frá.
Leygardagin 4. januar 2014
varð Rani funnin í Rættar
gjógv, bert fáar metrar frá
ferðsluvanlukkan Í Oyndarfirði
Eydna og Rúni í Billustovu
við Rættargjógv, har
Rani og Jens Pauli doyðu.
Eydna starvast sum lærari
á Hárfríðkanardeildini í
Tekniska skúla í Havn og
sum hárfríðkanarkvinna
á Skála, meðan Rúni siglur
úti sum maskinmeistari
hjá Solstad
Mynd: Álvur Haraldsen
Ongantíð hevur verið neyðugt
at skeldað ella hótt við nøkrum, og
vit kendu okkum veruliga sannførd
um, at Rani hevði skilt álvaran í at
koyra ávirkaður og koyra ov skjótt
Mynd: Privat
...framhald á síðu 8