hósdagur 3. juli 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. juli 2014 · Nr. 75
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
har, sum bilurin fór á sjógv.
Tann dagin høvdu sjálvboð
in tikið stig til eina lands
umfevnandi leiting, sum var
á sjógvi, á landi og í luftini.
Hann hevur eftur øllum at
døma ligið í teirri 65 metra
longu holuni, sum er í gjónni,
har sum froskmennirnir ikki
fingu leitað, sigur Rúni.
– Vit vóru øll so ómetaliga
glað fyri, at Rani varð aftur
funnin, men hann var jú
deyður. Hvat er tá at gleðast
um? Men akkurát tá vóru vit
veruliga glað, tí nú sluppu vit
undan óvissuni, og kundu
fáa loyvi til at jarða hann og
harvið hava eitt stað at fara
til, sigur Eydna.
Droymdi um sjógvin
At missa ein son í besta
blóma
er
meiningsleyst.
Rani ætlaði sær út í verðina
at sigla sum maskinmeistari.
– Hann var ikki stórt
meiri enn 12 ára gamal, tá
hann bað um lærupláss til
elektrikara. Hann hevði verið
í læru í gott eitt ár hjá JT-
Electric, og áðrenn tað verið í
eitt ár á SIT. Harafturat hevði
hann verið við línuskipinum,
Jákupi B, umframt eitt togt
við skúlaskipinum, Georg
Stage. Hann treivst væl á
sjónum, og verðin lá opin fyri
honum, sigur Eydna.
Kundi ikki verið forðað
Eydna og Rúni hava tosað
við síni børn um vandan, ið
stendst av at koyra ávirk
aður og at koyra ov skjótt:
– Ongantíð hevur verið
neyðugt at skeldað ella hótt
við nøkrum, og vit kendu
okkum veruliga sannførd
um, at Rani hevði skilt álvar
an við hesum. Men hesum
koma vit ikki nærri. Hvat
ið veruliga hendi, verður
millum Jens Paula og Rana,
tí tað er ikki staðfest, hvør
teirra koyrdi bilin, tí sam
bært líkskoðanini bar ikki
til at siga, hvør ið koyrdi, tí
hvørgin teirra hevði sitið í
trygdarbelti. Eingin hevði
sæð teir. Men upplýsing er
tað einasta, ið kann fyri
byrgja, halda tey bæði.
Svárur saknur
Tað hevur verið ein strævin
og tung tíð hjá Eydnu, Rúna
og børnunum síðani van
lukkuna.
Ein
ómetaligur
svárur saknur hevur tað
verið, eins og tað er enn. Ein
lívsglaður drongur, stórur
og vælvaksin, og hann fylti
nógv í gerandisdegnum í
húskinum.
– Gud viti, hvussu leingi
tað fer at vera so ringt, sum
tað hevur verið higartil, tað
er næstan, sum ein endaleys
ur saknur, men einaferð fara
vit helst at kunna minnast
og tosa um Rana við gleði.
Tí tær góðu løturnar hava
verið nógvar. Helst fara vit
tá eisini at fella gleðistár, tí
vit hava havt hann hjá okk
um í 20 ár. Um vit ongan
drong høvdu havt, høvdu vit
heldur ikki verið kedd nú,
men var tað nú betur? Nei,
vit eru glað um at hava havt
Rana hjá okkum í 20 ár, og vit
royna av øllum alvi at fóta
okkum aftur sum familja,
siga Eydna og Rúni.
Tey halda tað vera ringt
at siga, hvat kundi byrgt
fyri eini vanlukku sum hes
ari. Meiri sjónligt politi á
vegunum hevði munað væl,
halda tey.
Tað fer at henda aftur
Hetta er fyrsta árið, at
blómutyssi verða løgd fyri
Jens Paula og Rana í sam
bandi
við
Minningardag
teirra deyðu í ferðsluni.
– Tað er altíð onkran
annan, tað gongur út yvir,
tá vanlukkur henda. Men
nú hava vit roynt tað. Tað
gekk ikki meira enn ein vika
aftaná at Rani var jarðaður,
tá var longu enn eitt ungt lív
mist orsakað av meinings
leysari koyring. Og tað fer
at henda aftur. Tað er gott,
at fokus verður sett á, at tað
eru fólk, ið doyggja í fersluni.
Vit halda, at tað átti at verið
settar
minnisplátur
upp
framvið vegnum, har fólk
hava latið lív í ferðsluni, so at
til ber at síggja hvønn talan
er um, um tað eru fremm
andafólk, ið koma framvið,
siga Eydna og Rúni at enda.
Rani varð føddur 20.
desember og Eydna kom
heim við honum frá føði
deildini jólaaftan, og hann
varð doyptur nýggjársdag í
Vágs kirkju. Hann andaðist
28. desember, varð funnin 4.
januar, kom úr kapellinum
7. januar og bleiv jarðaður 8.
januar. So hesi næstu jólini
fara uttan iva at verða sera
tung at koma ígjøgnum.
eirikur@sosialurin.fo
ferðsluvanlukkan Í Oyndarfirði
Barbara, Rani og Hanus. Barbara fór til Danmarkar
undir hægri lesnað stutt eftir vanlukkuna
Mynd: Privat
Akkurát tá vóru
vit veruliga glað, tí
nú sluppu vit undan
óvissuni, og kundu fáa
loyvi til at jarða hann
og harvið hava eitt
stað at fara til
Mynd: Privat
Meira mann elskar,
meira syrgir mann, tí sorg
og gleði eru fylgisveinar,
hvør hjá øðrum.
Sorg er heimleysur kærleiki,
men sorgin hevur sítt pláss
og tað er í hjartanum,
tí kærleikin vinnur á sorgini.
Eydna og Rúni í
Billustovu saman við
yngsta soninum, Hanus
Mynd: Álvur Haraldsen