Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. juli 2014 · Nr. 75 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Avgerðin um at flyta upp­ spar­ing­ina úr BankNordik yvir í sonevnd ”trygg parta­ brøv” í Kaupthing Banka í Før­oy­um hevur fylgt Sólborg Dula­vík sum ein marra síðstu nógvu árini. Pengarnir, tilsamans 288.000 krónur, vórðu fluttir í 2006, og týsdagin varð eitt punkt­um sett fyri málið, tá Eystari Landsrættur feldi dóm í drúgva rættarmálinum mill­um Sólborg Dulavík og Eik Banka, sum í 2008 yvir­ tók Kaupting í Føroyum. Sólborg Dulavík fekk ikki viðhald. Landsrætturin met­ ir ikki, at Eik Banki hevur ábyrgd­ina av tí ráðgeving, ið varð veitt úr gamla Kaup­ thing Banka, áðrenn hesin varð yvirtikin av Eik. Fyri Sólborg Dulavík merkir dómurin, at hon ikki fær endurreist tað álit, hon eina­ferð hevði á pen­inga­ stovn­ar­nar. – Eg havi fullkomiliga mist álitið á bankarnar. Dóm­ urin merkir, at tú kanst ikki taka nakað fyri fult, og tað ørkymlar meg og ger meg ótrú­liga kedda, sigur Sólborg Dula­vík. Sólborg Dulavík helt væl stan­da til, tá hon í 2006 flutti sína uppsparing úr Bank­ Nordik, sum tá bar navn­ið Føroya Banki, yvir í Kaup­ thing Banka. Hon setti sum nevnt sínar peng­ar í trygg virðisbrøv uttan váða. Og hon helt at ábyrgdin fyri hesa ráð­gev­ ing fylgdi við, tá Eik Banki yvirtók virksemið hjá Kaup­ thing í Føroyum. Einki av hes­um vísti seg at vera veru­ leiki. – Fyri meg var tað ikki ein spurningur um at tjena pengar. Eg vildi bara hava pengarnar standandi trygg­ ar, og hetta skuldi jú vera uttan váða, greiðir Sólborg Dulavík frá. Avgerðin Orsøkin til at Sólborg Dula­ vík í 2006 valdi at flyta sín­ ar sparipengar yvir í Kaup­ thing Banka var ein spont­an handling, íkomin av lønar­ politikki bankans, sum gav stavsfólkunum bonus í sam­ band við 100 ára haldið fyri stovn­an bankans. – Eg hoyrdi í fjølmiðlunum banka­stjóran greiða frá, at nú fóru øll at fáa dupulta løn. Og so legði hann afturat, at tað fingu tey, tí at tey vóru so røsk. Og tað helt eg satt at siga vera ótrúligt av honum at brúka sum grundgeving. Vit skulu væl saktans øll vera røsk í okkara arbeiði, argu­ menter­ar Sólborg Dulavík, tá hon greiðir frá avgerðini um at flyta sparipengarnar úr táverandi Føroya Banka yvir í ”tryggu” virðisbrøvini í Kaup­thing Banka. – Tað varð sagt har, svart uppá hvítt, at pengarnir stóðu trygt, sigur Sólborg Dula­vík. Í 2008 fær Sólborg Dulavík kunn­ing um, at Eik Banki nú hev­ur yvirtikið Kaupthing í Før­oy­um, og harvið roknar hon so við, at eisini hennara tryggu virðisbrøv fylgja við. – Tað er har, at málið eftir mín­um tykki fer fullkomiliga av sporinum. Tí hví greiða pen­inga­stovnarnir ikki frá, hvus­su sølan veruliga fer fram. Hví fái eg eitt skriv um, at mínir pengar nú liggja í eini goymslu í Eik Banka, tá tað kortini vísir seg ikki at vera satt, spyr Sólborg Dula­ vík út í tóman heim. Hon heldur lítið um, at við­skiftafólkini ikki fingu at vita innihaldið í søluni av Kaup­thing í Føroyum til Eik Banka. – Tá var stjórin í Kaup­ thing (Petur Holm, red.) til taks, og so kundi man farið eftir honum. Men í veru­ leika­num fái eg einki at vita um støðuna fyrr enn í 2010, og tá er eingin stjóri at spyrja um nakað sum helst. Tá, í 2010, rennur veru­ leikin upp fyri Sól­borg Dulavík. Tryggu parta­brøvini eru virðisleys, og upp­spar­ ingin er burtur. Eingin trygd er flutt við úr Kaupthing yvir í Eik Banka, og Eik sigur seg ikki hava nakra ábyrgd av tí ráð­gev­ing, sum Kaupthing veitti Sólborg Dulavík og sum í síðsta enda kostaði hen­ni alla uppsparingina. – Tá kundi eg tað sama fing­ið skjølini út í hjallin hjá mær, heldur enn at tey vórðu løgd í eina boks í einum banka, sum kortini onga ábyrgd tók av nøkrum sum helst, sigur Sólborg Dulavík. Tá byrjar eitt stríð, sum fer allan vegin upp gjøgnum rættar­skipanina. Stríðið Sólborg Dulavík byrjar hjá Rættarhjálpini, men skjótt er greitt, at neyðugt er við advokathjálp, ið kann føra henn­ara sak í Føroya Rætti. Tað er tó lættari sagt enn gjørt. – Tað var ikki bara sum at siga tað. Eg varð møtt við øll­um møguligum um­ber­ ing­um. Og eg minnist meg hava sagt við onkran, at tað var spell at tað skuldi koma skálk­unum til góðar, at øll vóru inhabil, sigur Sólborg Dula­vík og heldur fram: – Eg trúi at vit kundu hava álit á advokatunum og rættarskipanini. Men har stóð eg, eftir øllum at døma uttan nøkur sum helst rætt­ indi, tí eingin vildi føra mína sak. Tá avtornaði fór Sólborg Dul­a­vík til Danmarkar eftir hjálp. Føroyski advokaturin í Vordingborg, Brandur Ellings­gaard, tók á seg at føra sakir­nar, bæði hjá Sólborg Dula­vík og Poul Michelsen, Álitið er – Eg kann liva við at hava mist alla mína uppsparing, men tað ringasta er at hava mist álitið á bankarnar, sigur Sólborg Dulavík, sum eisini tapti í Landsrættinum og tí ikki fær endurgjald fyri tær 288.000 krónurnar, sum hon í 2006 setti í trygg partabrøv uttan váða landsrættardómur Kaupthing við stjóranum Petur Holm á odda fekk føroyingar í stórum tali at seta sínar sparikrónur í sonevnd trygg virðisbrøv uttan váða. Tá Eik Banki yvirtók virksemið hjá Kaupthing í Føroyum, lá ábyrgdin eftir – Tað kann ikki bera til at selja nakað, sum tú sigur vera trygt, tá tað ikki er satt. Og tað kann ikki bera til, at einki verður gjørt fyri at rudda upp í slíkum, sigur Sólborg Dulavík, sum misti alla sína uppsparing á 288.000 krónur, ið vórðu sett í trygg virðisbrøv uttan váða