hósdagur 3. juli 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 4. juli 2014 · Nr. 75
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ið eisini ætlaði sær í rættin
við Eik Banka. Løgtings- og
vinnulívsmaðurin var komin
í eina støðu, sum minti um
støðuna hjá Sólborg Dulavík,
hóast málini ikki vóru heilt
eins.
Føroya Rættur feldi dóm
í fjør. Poul Michelsen vann í
sínum máli, tí Føroya Rætt
ur dømdi Eik Banka at
endurrinda honum 318.000
krónur, tí Eik Banki ikki
ávaraði hann, tá Lehamnn
Brothers var farin at ridla og
seinni fór á heysin. Eik Banki
kærdi málið, og týsdagin
kom Landsrætturin til aðra
niðurstøðu.
–
Landsrætturin
stað
festir, at Lehmannbankin
var høgt rataður á sumri í
2008, sjálvt um bankin fór á
heysin seinni, tí er ikki talan
um skeiva ella villleiðandi
ráðgeving, sigur Jógvan Elias
Winther Poulsen, advokatur
hjá Eik Banka.
Sólborg
Dulavík
tapti
í Føroya Rætti í fjør. Hon
kærdi, og týsdagin tapti hon
aftur í Landsrættinum.
– Her staðfestir Lands
rætturin, at Eik Banki hevur
ikki ábyrgd av tí ráðgeving,
sum bleiv veitt av Kaupthing
Banka, sigur Jógvan Elias
Winther Poulsen.
Fyri
Sólborg
Dulavík
hevur rættarmálið verið ein
tungur burður.
– Hetta vóru pengar, sum
eg havi stríðst og arbeitt fyri
alt mítt lív. Men tað ringasta
er tó, at eg havi mist álitið á
bankarnar, staðfestir Sólborg
Dulavík.
Rudda upp
Hóast tær 288.000 krónurnar
vóru ætlaðar at fjálga um
pensjónistatilveruna hjá tí
skjótt 80 ára gomlu Sólborg
Dulavík, so sigur hon seg
vera avkláraða við støðuna
at liva fyri uttan pengarnar.
– Eg eri somikið gomul,
at tað skal nokk ganga. Men
eg haldi tað vera synd fyri
Føroya fólk, um vit ikki fáa
rættað støðuna uppaftur.
Tann uppgávan liggur hjá
politikarunum, sum hava
ábyrgdina av at verja fólkið
og landið móti slíkum. Og tað
havi eg saknað í stóran mun
í mínum máli, sigur Sólborg
Dulavík.
Hon vísir á, at málið snýr
seg um nakað so grundleggj
andi sum álit. Álit á peninga
stovnarnar og á ta skipan,
sum vit øll liva undir.
– Tað kann ikki bera til
at selja nakað, sum tú sigur
vera trygt, tá tað ikki er satt.
Og tað kann ikki bera til, at
einki verður gjørt fyri at
rudda upp í slíkum, sigur Sól
borg Dulavík.
Sponsorurin
Við dóminum týsdagin varð
eitt stórt punktum sett í
málinum, sum byrjaði við
eini flyting í 2006, og sum
hevur verið gjøgnum rættar
skipanina í áravís.
– Enn eri eg ikki lend
aftur, síðani dómurin varð
sagdur. Men hevði eg funnið
ein ríkan sponsor, so hevði eg
hildið fram og roynt at slopp
ið í Hægstarætt við málinum,
sigur Sólborg Dulavík.
Sjálv hevur hon ongan
møguleika at fara víðari við
málinum. Men bjóðar onkur
seg fram at hjálpa, so er hon
sum nevnt sinnað at fara
allan vegin.
– Eg eri so gomul, og eg
havi einki meira at missa.
Men eg havi ein tørv á at
rætta upp á nakað, sum eg
føli
vera
grundleggjandi
skeivt. Tað má ikki vera líka
lætt at lumpa ein annan eina
aðruferð, sigur Sólborg Dula
vík og heldur fram:
– Eg veit at tað bæði krev
ur góðkenning og kostar
nógvar pengar at føra eitt
mál í Hægstarætt. Men tað
eru nógv ríkfólk í Føroyum,
og tí eftirlýsi eg ein sponsor.
Ber tað ikki til, so má eg liva
við dóminum.
Sólborg Dulavík og Poul
Michelsen fáa einki endur
gjald, og bæði eru tey dømd
at rinda sakarmálskostnaðin
fyri síni mál, 58.000 krónur í
part.
landsrættardómur
fokið
FAKTA um rættarmálini
Bæði rættarmálið hjá Sólborg Dulavík og Poul
Michelsen hava røtur aftur til tíðarskeiðið 2007/2008,
tá Eik Banki yvirtók virksemið hjá Kaupthing í Føroyum.
Bæði høvdu tey keypt sonevnd ”trygg virðisbrøv”, ið
Kaupthing bjóðaði fram í Føroyum.
Málið hjá Sólborg Dulavík snýr seg um, hvørt Eik
Banki heftir og hevur ábyrgdina av tí ráðgeving, sum
varð veitt av Kaupthing, tá virðisbrøvini vórðu seld.
Ein ráðgeving, sum vísti seg at vera bæði villeiðandi
og skeiv. Sólborg Dulavík vildi hava Eik Banka at
viðurkenna, at bankin hevði keypt Kaupthing fult og
heilt – og tí hevði bankin eisini ábyrgd av hesi skeivu
ráðgeving. Men niðurstøðan, bæði hjá Føroya Rætti og
Landsrættinum, er at Eik Banki ikki hevur ábyrgdina
av hesi ráðgeving. Bankin hevur bara yvirtikið ávíst
virksemið hjá Kaupthing, ikki allan bankan við sínum
skyldum mótvegis kundunum.
Málið hjá Poul Michelsen snýr seg um ráðgevaraábyrgd
í Eik Banka. Á sumri í 2008 spyr Poul Michelsen seg fyri
hjá einum starvsfólki í Eik Banka um virðisbrøvini, sum
vórðu knýtt at Lehmann Brothers. Sambært dóminum
í Føroya Rætti átti starvsfólkið at havt ávarað Poul
Michelsen um, at tað var farið at rilla undir Lehmann
Brothers, ið sum kunnugt fór á heysin fáar mánaðir
seinni. Men í landsrættinum varð víst til eina sonevnda
”rating”, ið varð gjørd av Lehmann Brothers um hetta
mundið, og sum vísti at væl stóð til í amerikanska
bankanum. Sambært hesi somu ”rating” stóð somikið
væl til, at eisini aðrir bankar høvdu loyvi til at gera
íløgur í Lehmann.
Í vár stevndu 10 fólk afturat Eik Banka eftir
pengum, sum tey settu í sonevnd trygg virðisbrøv, ið
Kaupthing bjóðaði fram áðrenn bankin varð yvirtikin
av Eik. Tilsamans er talan sum skilst um útvið 20
milliónir krónur, sum fólk hava mist. Eftir dómin í
Landsrættinum týsdagin er ógreitt, hvussu verður við
hesum stevningum.