hósdagur 3. juli 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. juli 2014 · Nr. 75
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Siðsøga
við Óla Jacobsen
Eiðismaður
gjørdist fiski
klógv í Esbjerg
Tað verður nú ein steðgur í frásøgnunum hjá Kristian Djurhuus. Tær halda fram
seinni í summar. Nú verður aftur ein fiskimannasøga í tveimum pørtum
T
að eru rættuliga fitt av føroying
um, sum hava gjørt seg galdandi
sum fiskimenn í Danmark. Ein
teirra var eiðismaðurin Karl
Johan Joensen, sum eisini dugdi
væl at greiða frá. Hann byrjar við minnum
av Eiði
Tá bilur kom til Eiðis
Eg varð føddur í 1925. Tá búðu 565 fólk í
bygdini. Fyrst í 30-árunum kom tann fyrsti
bilurin til bygdina. Talan var um ein brúktan
Ford lastbil. Hann var altíð í ólagi, tí varð
hann kallaður Lasarus. Vegurin millum
bygdirnar var ikki liðugur, so tað varð
bert koyrt í bygdini, og hetta fingu børnini
nógvan stuttleika burtur úr. Ein dagin komu
eini eldri hjún frá eini grannabygd at hyggja
at hesum løgna fari. Konan spurdi, hvussu
nógvir mans skuldu til at draga bilin! Bilurin
varð nógv brúktur til at koyra tøð og torv í
bygdini.
Útróður og gummi
ballur undir krígnum
Undir krígnum var lítið av skipsfiskiskapi.
Tey flestu skipini sigldu jú við ísfiski við
minni manning. Men á Eiði varð nógv róð
úti. Her vóru tá 29 bátar. Ofta varð ein slupp
fylt eftir einum útróðrardegi. Selt varð í
Bretlandi. Men viðraði ikki tók tað fleiri
dagar at fylla sluppina.
Útróður gav ikki tað stóra, men tað var
ikki nógv at velja í, tí var eisini smáligt í
nógvum heimum. Tað bøtti ikki um, at vegna
minuvandan fóru menn ofta ikki á flot, fyrr
enn tað var blivið ljóst, og komið varð aftur,
áðrenn tað gjørdist myrkt.
Heima var einki radio og eingin veður
forsøgn. Tí máttu menn sjálvir meta um
veðrið sum við at banka á barometrið. Nógv
varð eisini hugt upp í luftina, eins og miðað
var eftir streyminum. Tað vóru teir, sum
dugdu væl á at skyna um veðrið.
Vit brúktu goggu til agn. Var uppiløga,
máttu vit veiða goggu. Eingin frysting var,
so rot kom skjótt í goggurnar. Tá luktaðu
tær ræðuliga illa, og tað kundi vera sera sjó
verksligt!
Tá so komið varð heim aftur, mátti bátur
in dragast. Hetta var áðrenn nakar bátahylur
var.
Tað mátti sparast í húsarhaldinum.
Tað einasta, sum kundi keypast, vóru tær
mest neyðturviligu húsarhaldsvørurnar og
petroleum.
Alt varð keypt í leysari vekt, og nógvar
vørur vóru skamtaðar. Øll í húsinum fingu
eins nógv skamtanarkort. Tí var ríkiligt av
skamtanarkortum í húsum við nógvum
børnum, meðan tað knípti í húsum, har bert
vaksin fólk vóru.
Men nógv hús áttu grind, spik og turran
fisk í hjallinum, so hetta drýggjaði væl um.
Harafturat høvdu fólk kúgv.
Undir krígnum arbeiddi eg í tríggjar
vetrar við at gera veg millum Eiði og Ljósá.
Vegurin var útstykkjaður í 100 metrar
longdir, og hesar longdir fingu 12-13-14 mans
upp á akkord. Vegurin skuldi leggjast soleiðis,
at høgligt var at koma til torvheiðarnar.
Undir krígnum var eisini stórur tørvur á
gummiskóm og gummistivlum til sjófólkið.
Men tað, sum bjargaði støðuni, vóru allar
gummiballurnar, sum róku á land ymsa
staðni í Føroyum. Tær stavaðu frá søktum
farmaskipum. Hetta vóru samanpressaðar
gummiplátur, sum blivu loystar hvør frá
aðrari við bensini. Tá kundu tær brúkast til
at lappa gummiskógvar og stivlar við. Eisini
vórðu gjørdir gummiskógvar av nýggjum og
somuleiðis stivlaskøft úr hesum tilfari.
Fyri at spara gummiskógvarnar brúktu
vit húðarskógvar. Tá hesir vóru slitnar, vórðu
teir vendir, og kundu tískil slítast báðumegin.
Vit lærdu at vera sparin.
Misti pápan
Eg var nú blivin 16 ára gamal og fekk læru
pláss sum smiður í Havn. Her vóru eisini
avbjóðingar. Teir flestu motorarnir, sum vit
umvældu, vóru danskir, og úr Danmark fing
ust eingir eykalutir. So hesar máttu vit gera
sjálvir, hetta eydnaðist væl.
Sama ár, 1942, fórst pápi mín, Rasmus, við
»Tór 2«, sum varð torpederaður av týskum
kavbáti, og 18 mans fórust. Árið framman
undan var pápi eisini við »Tór 1«, tá ið hann
var minusprongdur. Men tá bjargaðust allir.
Foreldur míni vildu ikki, at eg skuldi ger
ast fiskimaður. Tey hildu, at eg skuldi hava
eina útbúgving. Men nú var mamma blivin
einsamøll, so eg fór heim til Eiðis at vera hjá
henni.
Eg gjørdist maður í húsinum á ungum
aldri. Eg kendi tað sum eina tunga ábyrgd,
men eg vildi gera mítt besta. Hetta kundi
stundum kennast tungligt, so ungur sum eg
var.
Vit lærdu eisini andalig virði at kenna.
Higar komu missiónsmenn umframt Andrew
Sloan og Victor Danielsen at halda møti. Eg
gekk nógv á møti í hesum tíðum og kom
eisini til trúgv.
Av størsta týdningi var eisini, at vit høvdu
gott samanhald í familjuni. Vit vitjaðu nógv
hvør annan, eins og vit hjálptu hvør øðrum.
Til skips
Summarið 1945, slapp eg við fyrsta »Skála
berg«, sum Christian Holm Jacobsen og
Kjølbro áttu saman, men eg var bert við tveir
ísfiskatúrar.
Árið eftir slapp eg við sluppini »Føroy
ingur« hjá Dánjal Jákup í Skipshandlinum.
Vit vóru á snørisveiðu til ísfisk undir Íslandi
og landaðu í Bretlandi. Hetta var hart lív.
Svøvnurin gjørdist ikki meira enn 3-4 tímar
um samdøgrið. Á ísfiskaveiðu vóru túrarnir
avmarkaðir í longd, tí tað var mark fyri
hvussu leingi veiðan helt sær.
Á einum túri á Suðurlandinum fingu vit
motorskaða. Vegna vánaligt veður vórðu øll
segl repað, og lagt varð bakk út frá landi.
Somu nátt gjørdist eitt rættuligt ódnarveður.
Á hundavaktini fingu vit ein sjógv, sum fór
Karl Johan og systir hansara, Maria, í 2004
Karl Johan 1. partur