Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 4. juli 2014 · Nr. 75 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 við meginpartinum av skansaklædninginum. Báðir bátarnir, sum stóðu á dekkinum, fóru í smildur, kappin brotnaði, og sjógvur fyltist niður í lugarið. Vit máttu til pumpurnar og fingu lensað skipið. Farið varð inn í Vest­ manna­oyggjarnar, har skip, motorur og bátar vóru afturgjørd, og vit kundu halda áfram at fiska. Á sumri sama árið fór eg við trolaranum »Tórfinni« hjá Tórreiðarinum. Vit vóru fyrst á fesk­fiskaveiðu undir Íslandi, seinni á salt­fiskaveiðu við Bjarnoynna og í Hvíta­ havinum, sum nú er russiskur sjógvur. Ein av túrunum fóru vit beinleiðis til Keyp­manna­ havn at landa. Vit sigldu innanskers fram við norsku strondina. Saltfiskalastin varð seld fyri kr. 1,25 pr. kg. Hetta gav ikki ta stóru inn­tøkuna. Fyri at sleppa á navigatiónsskúla varð kravt at hava siglingstíð við seglskipi við hjálpi­motori. Tí fór eg við »Austerlitz« hjá Bartal á Strondum. Her sigldu nógvir eiðis­menn við. Á veg til Íslands gjørdust veður­vánir­nar so vánaligar, at vit fóru inn í Reykja­vík, og her lógu vit í 3 vikur og bíð­ aðu. Men vit fingu kortini túr. Til hesar longu túrar var neyðugt at hava ein hóp av klæðum við, tí tað kundi ikki vask­ast á túrinum. Bíblian ella Nýggja Testa­ menti mátti eisini vera við. Tá vóru oljuklæði altíð heimagjørd, og tey máttu ferniserast, fyri at vera vatntøtt. Tey luktaðu illa og vóru sera sjóverkslig at byrja við, men lukturin hvarv sum frá leið. Vit fóru síðan til Grønlands, hagar tað vóru einir 10 dagar at sigla. Vit byrjaðu at fiska á Fiskanesbankanum, og tá tað byrjaði at ger­ast trongligt í lastini vegna alt saltið, vit høvdu við, fóru vit inn og løgdu fiskin upp á eini lítlari oyggj tætt við Føroyingahavnina. Fiskurin varð førdur í land við einum lítlum báti, og síðani varð presending løgd útyvir. Farið varð ikki út beinanvegin, tí tað var sunnu­dagur, og so varð farið á møti á sjó­ mans­heiminum. Sunnudag varð ikki fiskað, og tá fingu vit altíð buding oman á døgurða. Onkuntíð fóru vit inn at landa. Hetta dámdi ikki øllum, tí hetta longdi um túrin, tað vóru fleiri mans sum longdust. Aftan á fýra mánaðir fóru vit heim og sigldu okkum í eina grind. Tað eydn­ aðist at fáa ein hval, og tá var dagur í viku at fáa feska grind og spik til døgurða. Á skiparaskúla og hitti Maritu Síðan fór eg á skiparaskúla og tók fyrst skipara­prógv og síðan longdina í 1948. Eg fór við »Tórfinni« sum 2. stýrimaður, áðrenn eg tók longdina. Hana tók eg í 1949, og fór við trolaranum »Kallsevni«, har skip­arin var svágur mín Kristian Petersen. Meðan eg gekk á skiparaskúla, kom eg at kenna Maritu, dóttir Elspu og Tummas Justinussen í Leirvík, og aftaná fýra ár blivu vit gift tann 13. desember 1952. Tað var tætt við, at brúd­leypið mátti avlýsast vegna eitt slíkt kava­rok, at tað ikki varð koyrandi mill­ um bygdir. Eftir sjónum var eisini ringt, men kort­ini fingu vit bát at sigla okkum til Fugla­ fjarðar, har sýslumaðurin vígdi okkum. Hetta var í síðstu løtu, tí veðrið versnaði so mikið, at løtu seinni hevði hetta ikki verið møgu­ligt. Tað vóru nógvir brúdleypsgestir, sum mátti setast aftur vegna illveðrið. Vit hildu kort­ ini brúdleyp saman við teimum, sum vóru komin. Fór sum skipari Várið eftir fór eg sum skipari við sluppini »H. M. Stanley« úr Vág á snørisveiðu undir Íslandi í sjálvdrátti. Agnið var sild, men so høvdu vit ein lítlan bát, ritubátin, sum skiparin nýtti til at skjóta ritur við til agn. Aftan á saltfiskatúrin varð farið á sildaveiðu við gørnum. Eg havi bert góð minni um samstarv um­ borð á teimum skipum, sum eg havi verið við. Flutti til Danmarkar Síðan fluttu vit til Danmarkar. Gott eitt ár eftir, at vit vórðu gift og høvdu fingið okkara fyrsta barn, fekk eg bræv frá svági mínum Kristian sum tá búði í Hundested í Norðursælandi. Hann var farin niður árið frammanundan, og hann greiddi frá danskari fiskiveiðu, so sum laksa­veiðu í Eystursjónum, veiðu við snurriváð og hemaraveiðu á sumri. Hetta ljóðaði áhugavert og vit gjørdu so av at fara niður at royna. Vit búðu fyrstu tíð­ ina hjá sváginum, inntil vit høvdu vant okk­ um við alt hetta nýggja. So fór eg við einum báti úr Hundested, sum veiddi frá Thyborøn á vesturstrond Jyllands. Tá eg kom til bátin, helt eg hann síggja so lítlan út sammett við føroysk skip. Fyrsta túrin fóru vit á hemaraveiðu norðar­ laga í Norðsjónum. Henda veiðan var nýggj og spennandi, og eftir 14 dagar komu vit heima at landa. Dagin eftir, at vit vóru heimkomnir, vóru vit bidnir um at koma heim til reiðaran at fáa av­rokning, og hana fingu vit í hondina. Hetta var eg als ikki vanur við í Føroyum, og túr­ urin gav eins nógv og ein góð avrokning fyri ein grønlandstúr, sum vardi í fleiri mánaðir. Seinni sama ár fór eg umborð á ein 32 t. stóran nýbygning hjá sama reiðarí, og hesu ferð var tað á laksaveiðu í Eystursjónum. Her fiskaðu vit allan veturin, fyrra partin við línu og seinna partin við gørnum. Her var ofta buldra­sligt, tí veðrið kann vera ringt har um vet­urin. Tað hendi meira enn so, at bátar kundu ganga burtur við mann og mús, meðan aðrir fóru runt í sjónum. Vit fingu kortini væl burtur úr. Tað hendi eisini, at tað gjørdist so kalt, heilt niður í 31 kuldastig, at tað snøgt sagt ikki bar til at fara út, og tá fóru vit heim til Hundested at bíða eftir, at kuldin linkaði. Tá máttu gørnini koyrast í lastina, so hvørt tey vórðu drigin. Annars gjørdust tey ein ís­ klumpur og kundu ikki setast aftur. Tað hendi eisini, at vit máttu fara inn í Pólandi at fáa tiðna gørnini upp við dampi. Teir, sum høvdu vitjað havnirnar í Pólandi beint eftir kríggið, fortaldu, hvussu vaktarmenninir plagdu at prika beionettirnar niður í garnarúgvurnar fyri at tryggja sær, at eingin krógvaði seg har fyri at rýma av landinum. Um summarið fiskaðu vit í Norðsjónum og landaðu í Grimsby. Møttu stórum áliti Vit komu skjótt at kenna fólk í Hundested, og fólk vóru sera fitt og fyrikomandi. Vit vóru nú fallin so væl til, at eg fór at hugsa um at fáa mær egnan bát. Eg kannaði møgu­leik­ar­ nar, og her vóru øll sera lagalig, og eggjaðu mær at fara at byggja, og mær varð víst slíkt álit, at eg kundi rokna meg sum góðkendan í sam­felagnum. Avgerð varð tikin um, at eg skuldu byggja ein bát, sum var 25 t. og skuldi hava 75 hk Hundested motor. Tað var spennandi at byggja egnan bát, og eg royndi meg eisini við eitt sindur av nýhugsan undir byggingini, sum t.d. at hava eina hægri lúnning enn tað vanliga. Hetta minkaði eisini munandi um vandan fyri at detta fyri borð, og tað vísti seg eisini, at hetta alt vóru batar, sum gjørdu bátin bæði rúmligari og betri, og eg fekk rós frá mongum fyri hetta. Bátarnir, sum henda skipa­smiðjan bygdi eftir hetta, vóru eftir sama leisti. Komandi partur: Í komandi parti greiðir Karl Johan millum annað frá túrinum, tá tað var eitt undir at teir bóru boð í bý. Foreldrini hjá Karl Johan, Rasmus og Anna Elisabeth. Rasmus fórst við Tór 2 undir krígnum Marita og Karl Johan búsettust í Hundested, har tað var nógvur fiskiskapur Vegarbeiði í gomlum døgum. Her skal borast hol til spreinging. Ein maður heldur borinum. Hinir skiftast um at sláa við sleggju Brúðarmynd av Maritu og Karl Johan