týsdagur 22. juni 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 116 - 22. juni 2004
Nr. 116 - 22. juni 2004
3
Listin í hásætið á Varmakeldu
Ongin ivi er um, at
fuglfirðingar hava
valt mentan og list
sum vørumerki fyri
Varmakeldustevnuna
í ár. Umframt stór-
sligna samtakið
»Menniskja í Søgu og
søgn«, fáa stevnugest-
irnir eina ørgrynnu
av øðrum listarligum
upplivingum at velja
ímillum á Varma-
keldu, sum verður í
døgunum 1.- 4. juli
VARMAKELDA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Listarligu tiltøkini á Varma-
keldu byrja longu miku-
kvøldið 30. juni kl. 20.00.
Eftir at Jógvan á Lakjuni
hevur sett Varmakeldufram-
sýningina í Mentanarhúsin-
inum, verða tveir fyrilestrar
um list á skránni. Bárður
Jákupsson fer at tosa um
føroyska list, og Petur Mart-
in Petersen og Brynhild
Petersen fara at halda
fyrilestur um ávikavist lívið
og listina hjá listamanninum
Jóanesi Kristiansen.
Hósdagin 1. juli lata síð-
ani ein røð av ymsum fram-
sýningum upp, har høvi
verður at síggja og hoyra
verk hjá bæði føroyskum
og útlendskum, kendum og
minni kendum listafólkum
»Vanvart«
Í Riberhúsi hevur leirlista-
konan Gurðið Poulsen eina
forvitnisliga
stakfram-
sýning, sum hon nevnir
"Vanvart". Heitið sipar til
tilfarið, tann brenda stein-
toysleirin, sum bæði er
ótrúliga sterkur og óbroyti-
ligur,
men
samstundis
skroypiligur og lætt støkkur
sundur. Í summum verkum
hevur listakvinnan toygt
leirin so langt, at hann er á
markinum, har hann ikki
"kann ella vil" meira. Men
heitið "Vanvart" er eisini
ein tilsiping til menniskja-
lyndið, sum á ein gátuføran
hátt kann tykjast so óvika-
ligt og sterkt, men sam-
stundis er so veikt og við-
brekið.
Øll verkini á hesi fram-
sýningini
hjá
Gurðið
Poulsen eru nýggj.
Út úr kjallaranum
Í fimleikarahøllini letur
afturvendandi Varmakeldu-
framsýningin upp, og hevur
hon hesuferð fingið heitið
"Blandað list". Hóast fram-
sýningin ongantíð hevur
havt nakra skipaða nevnd,
og kom í lag í síni tíð mest
fyri at lokka listafólk "út úr
kjallararnum", sum ein av
fyrireikarnum tekur til, so
hevur hon yvirlivað og
kann í ár hátíðarhalda sín
35 ára føðingardag.
Kanska hetta eisini hevur
givið øðrum listafólkum
hug og dirvi at kaga út úr
kjallaranum. Í Gomlu Toy-
stovuni lata tey ungu dyrn-
ar upp til framsýningina
"Ung List", har flestu lista-
fólkini eru undir 30 ár. Frá
fyrireikarnum frætta vit, at
tey ungu hava sýnt hesi
framsýningini
ógvuliga
stóran áhuga. Okkurt bend-
ir á, at ung listafólk tora
betur at bjóða seg fram, tá
tey vita, at øll hini á fram-
sýningin eisini eru lut-
fallsliga nýggj í listayrk-
inum, halda fyrireikarnir.
Tey menningartarnaðu
smæðast heldur ikki burtur.
Hesuferð eru tað tey á
Verkhúsinum Stíggur, sum
saman við Ogga Lam-
hauge, pedagogi og grafik-
ara, sýna fram myndir og
lutir. Framsýningin "Menn-
ingartarna
saman
við
Ogga" verður at síggja í
Stórhúshøll.
Útlendsk luttøka
Tað vera tó ikki bara før-
oyskar listaframsýningar at
síggja á Varmakeldu í ár. Í
Arbeiðsmannafelagshúsinu
m fer danski listabólkurin
7:9:13 at sýna fram. Hetta
eru somu listafólkini, sum
hava gjørt standmyndirnar,
sum í løtuni verða settar
upp á ytra armi í bátahyl-
inum í Fuglafirði.
Sum nakað rættiliga øðr-
vísi verður Kommunuhús-
kjallarin hesar dagarnar
karmur um eina ljóðmynd.
Tað er íslendski ljóðlista-
maðurin Baldvin Ringsted,
sum við fløguspælarum og
16 hátalarum fer at skapa
eina ljóðuppseting, sum
skal ímynda samskiftið
millum norðurlendskan og
amerikanskan tíðaranda.
Kort yvir listina
Av tí at so nógvar framsýn-
ingar hava opið samstundis,
eru nærum øll hóskandi høli
í bygdini tikin í nýtslu. Hesi
liggja rættiliga spjødd, og tí
er ætlanin, at tey vitjandi
bert skulu nýtast at keypa
eitt atgongumerki, sum so er
galdandi til allar framsýn-
ingarnar. Saman við at-
gongumerkinum, sum verð-
ur keypt í fimleikarahøllini,
fáa fólk eisini útflýggjað eitt
lítið kort yvir, hvar í bygdini
hinar framsýningarnar eru.
Eisini verða gøturnar í
bygdini merktar við littum
pílum, so ongin trupulleiki
skuldi verðið at finna tað, tú
leitar eftir.
ALV-stýrið vil einki siga
Hóast
ónøgdsemi
og
ákærur frá bæði Øssuri av
Steinum
sjálvum
og
næmingum á ALV-skúl-
anum vil ALV-stýrið ong-
ar viðmerkingar gera til
málið um umstríddu upp-
søgnina av skúlastjóran-
um Við Áir. - Sum vit áð-
ur hava víst á er hetta eitt
persónsmál, og vit vilja
ikki fara út í fjølmiðlarnar
við viðmerkingum um eitt
persónsmál, sigur Doris
Hansen,
forkvinna
í
nevndini í ALV.
ALV-stýrið átti at
verðið skift út
– Sambært lógini
skal ALV-stýrið skift-
ast út eftir fýra ár-
um, og núverandi
stýrið hevur sitið
síðani 1. januar 2000.
Tí er tað sera løgið
og harmiligt, at stýr-
ið í síni egnu yvirtíð
tekur eina so drast-
iska avgerð og sigur
skúlastjóran Við Áir
upp, sigur Jóannes
Eli Iversen, fakfelags-
formaður hjá Øssuri
av Steinum
UPPSØGN
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Uppsøgnin av skúlastjór-
anum á ALV-skúlanum
Við Áir hevur vakt miklan
ans. Doris Hansen, for-
kvinna í ALV-stýrinum, vil
ongar viðmerkingar gera
til uppsøgnina av Øssuri
av Steinum í fjølmiðlun-
um, tí talan er um eitt per-
sónsmál, og nú hevur fak-
felagið hjá Øssuri av
Steinum, Føroya Lærara-
felag, kært framferðarhátt-
in hjá stýrinum til avvarð-
andi landsstýrismannin í
almanna- og heilsumálum,
Hans Paula Strøm.
Formaðurin í Føroya
Lærarafelagi, Jóannes Eli
Iversen, sigur, at við kær-
uni hevur fakfelagið gjørt
tað, sum stendur í teirra
makt at ávirka støðuna,
og sambært Dimmalætt-
ing fer Hans Pauli Strøm
at viðgerða málið í kom-
andi viku.
Stýrið sitið ov leingi
Fakfelagsformaðurin hjá
Øssuri av Steinum sigur
seg harmast um viðferð-
ina, Øssur hevur fingið
frá stýrinum.
– Skúlastjórin Við Áir
hevur gjørt eitt pionerar-
beiði á ALV-skúlanum og
verið har í mong harrans
ár. Tí er tað løgið og
harmiligt, at hann fær
slíka viðgerð frá stýrinum,
sigur Jóannes Eli Iversen.
Men fakfelagsformaðurin
hevur eisini aðrar ákærur
móti ALV-stýrinum.
– Sambært lógini skal
ALV-stýrið skiftast út eftir
fýra árum, og núverandi
stýrið hevur sitið síðani 1.
januar 2000. Tí er tað sera
løgið og harmiligt, at stýr-
ið sigur skúlastjóran upp í
síni egnu yvirtíð, sigur
Jóannes Eli Iversen.
Stýrið skuldi sambært
honum sostatt verið skift
út, og við hesum í huga er
drastiska avgerð teirra sera
undranarverd. Jóannes Eli
væntar, at nývalið í januar
mánaði er ein orsøk til, at
stýrið ikki er skift út.
– Samanumtikið bakka
vit Øssur av Steinum upp
í hesum máli, og nú hava
vit so kært uppsøgnina til
landsstýrismannin, sigur
Jóannes Eli Iversen, for-
maður í Føroya Lærara-
felagi.
C
M
Y
K
3
2