Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juni 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 116 - 22. juni 2004 Nr. 116 - 22. juni 2004 5 Fríggjadagin var ferniser- ing í Leikalund í sambandi við, at Amariel Norðoy lat upp listaframsýning. Rættuliga nógv fólk stukku inn á gólvið, og 17 av teimum 40 verkunum, sum hann sýndi fram, vórðu seld hendan dagin. So ikki kann annað sigast enn, at Amariel er vælumtóktur í sínum heimstaði. Hetta er annars fyrstu ferð í 19 ár, at Amariel hevur listafram- sýning í Klaksvík. Høvuðsevnið í hansara verkum í Leikalund er Mikladalur, og verður framsýningin hangandi uppi til umleið hálvan juli. -sae- Við eini skrúðgongu endaðu um 400 børn í ansingarskipanini hjá Klaksvíkar kommunu evnisarbeiðið, Børn og Heilsa, sum tey serliga hava arbeitt við seinstu tvær vikurnar EVNISARBEIÐI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Triðja árið á rað settu øll børnini í ansingarskipanini hjá Klaksvíkar kommunu sín dám á gøturnar, tá tey í skrúðgongu gingu niðan á fótbóltsvøllin, har tey endaliga settu punktum fyri evnisarbeiðinum í ár. Evnið í ár var Børn og Heilsa, og gingu tey við ymiskum skeltum og øðr- um, sum tey høvdu gjørt. Á fótbóltsvøllinum bjóð- aði Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri vælkomin. Aft- aná Steinbjørn komu børn frá Fjallafípuni upp á pallin at syngja nakrar sangir. Og síðani sungu øll, bæði børn, starvsfólk og foreldur, nakrar sangir og rørsluspøl. Veðrið var sera vánaligt, men tað bilti ikki so nógv fyri børnini, sum øll vóru væl ílatin. Tey mongu regn- klæðini gjørdu tað ógvuliga litríkt at síggja út yvir tey, meðan tey stóðu so fitt á vøllinum. Flestu áskoðararnir sótu í skýlinum við vøllin, so alt í alt var dagurin bara heilt góður. Sum onkur tók til aftaná, at eftirhondini munnu før- oyingar fáa tað inn, at tað nyttar onki at ilskast inn á veðrið. Afturvendandi tiltak Hetta er sum sagt triðja árið, at skipað verður fyri hesum tiltakinum, og er ætlanin hjá skipanini at halda fram við hesum á hvørjum ári. Jórun Niclasen, sam- skipari av barnaansingini í Klaksvíkar kommunu, sig- ur, at tað vísir seg, at til- takið hevur eydnast væl hvørjaferð. – Endamálið er fyrst og fremst, at øll skulu gera okkurt saman og at gera okkum meiri sjónlig, greið- ir hon frá. Og sjálvandi er endamálið eisini, at børnini skulu fáa eina vitan um eitt ávíst evni. Evnini tey bæði undan- farnu árini vóru Fjøra í 2002 og Myndlist í 2003. Í ár varð tað so Børn og Heilsa, og kom tað av, at heilsa er eitt evni, sum upptekur meginpartin av samfelagnum í dag. – Vit eru ein bólkur um- boðandi allar stovnar og dagrøktina, sum hevur til- rættislagt hetta, og tá upp- skotini øll vóru komin á borðið, snúðu so at siga øll seg um eitt hvørt sum hevur við børn og heilsu at gera, og tí varð tað høvuðsyvir- skriftin, greiðir Jórun frá. Síðani valdu stovnarnir, hvussu teir gjørdu víðari. Alt eftir tørvi ella aldurs- bólkum gjørdu tey av, hvussu tey vildu arbeiða við evninum. Íblástur Jórun sigur, at tað vísir seg, tá tað verður arbeitt á hendan hátt, at hugflogið veruliga fær luft undir veingirnar. – Øll vilja sjálvandi gera sítt besta, og tað ger jú tiltakið so mikið betur, vísir hon á. Eisini heldur hon, at tey fáa øll íblástur frá hvørjum øðrum, tá tey hava møguleika til at síggja, hvat hini hava gjørt. Tiltakið fríggjadagin eydnaðist sera væl, men eftirmeting skal til. Jórun sigur, at bólkurin fer at hitt- ast seinni í dag til at eft- irmeta tiltakið og so spaku- liga at byrja at tosa um, hvussu tað skal verða komandi ár. 11 knallert- ir tiknar Fríggjadagin hevði løg- reglan í Havn eitt átak ímóti ólógligum knall- ertum. Løgreglan tók 11 knallertir, sum á ein ella annan hátt vóru ólóg- ligar. Vakthavandi sigur, at fleiri eru ov ung til at koyra knallert. Í summ- um førum eru tað for- eldrini, sum hava keypt børnunum eina knallert, men av tí at tey eru ov ung, stendur knallertin í navninum hjá foreldrun- um. Í slíkum førum fáa foreldrini eina bót fyri at hava latið eina knall- ert til ein, sum er undir aldurmarkinum. Hetta við at fara út at- kanna knallertir, er nak- að, sum løgreglan ger við jøvnum millumbil- um. – Vit vita, at knallertir verða tað, sum vit kalla, konstruktivt broyttar, og tá eru tær ólógligar og verða tiknar frá føraran- um ella eigaranum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. -sae- Settu punktum í oysandi regni Gravgangur eftir Amariel Børn bóru skelti, har ymisk heilsugott og sunt stóð á. Hesum drongurin bar so errin sítt skelti Ein av stovnunum, har børnini eru von við at vera nógv úti í regni, er útibarnagarðurin Fjallafípan 400 børn í skrúðgongu í oysandi regni. Fremst gingu børnini í frítíðarskúlanum og spældu upp á trummur Havið knýtir okkum saman Í síni røðu á hátíðar- haldinum fyri Grøn- lendska Heimastýr- inum um vikuskiftið nýtti løgmaður, Jó- annes Eidesgaard høvið til at takka grønlendingum fyri at geva føroyingum veiðimøguleikar í Grønlandi í 50 árun- um, tá tað veruliga treyt við øðrum møguleikum hjá før- oyingum RØÐAN HJÁ LØGMANNI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Vit eru felags um bundin- skapin av havinum og tí livandi tilfeingi, ið har er. Vit hava fingið holla vitan og royndir frá okkara for- fedrum um havið og náttúr- una. Vit hava lært at virða náttúruna, og vit hava yvir- livað, tí vit hava varðveitt okkara mentan, og tí vit hava megnað at umsitið ríkidømið úr havinum og náttúruni á ábyrgdarfullan og skilagóðan hátt. Vegna Føroya fólk, Før- oya Løgting og Føroya Landsstýrið flutti løgmað- ur, Jóannes Eidesgaard, leygardagin fram røðu á 25 ára hátíðarhaldinum hjá Grønlendska Heimastýr- inum. Hann nýtti høvið til at greiða frá, á hvørjum økj- um føroyingar og grønlend- ingar hava nakað í felag. Løgmaður røddi um felags søguna hjá føroyingum og grønlendingum á fiskivinnuøkinum. – Vit føroyingar eru ómetaliga takksamir fyri, at vit høvdu møguleikan at fiska í tykkara havum- hvørvi í einari tíð, har vit ikki høvdu aðrar veiði- møguleikar. Í hesum tíðar- skeiði vóru tøtt og sterk familju- og vinarbond knýtt millum grønlendingar og føroyingar, segði løgmaður millum annað í røðuni til grønlendingar. Rúgvandi menning Stórur partur av røðuni hjá løgmanni var um ríkisfel- agskapin, sum knýtir Dan- mark, Grønland og Føroyar í eina eind. Løgmaður gjørdi vart við, at danir, grønlendingar og føroy- ingar hava eina stóra ábyrgd fyri, at ríkisfel- agsskapurin virkar væl og heldur á at mennast. Hann helt tað vera av stórum týdningi, at føroy- ingar og grønlendingar hildu fram við at menna og styrka politisku skipanina í teimum báðum sjálvstýr- andi londunum í Ríkisfel- agsskapinum. – Vit hava nú roynt sjálvsstýrisverkætlanina í góða hálva øld. Tit hava roynt somu skipan í 25 ár. Bæði tíðarskeiðini eru stutt, sæðí einum størri søgulig- um samanhangi, men eg vil kortini hevda, at bæði okk- ara lond eru komin rætti- liga langt, síðan vit fingu sjálvsstýrið, greiddi løg- maður frá. Framtíðin Jóannes Eidesgaard segði eisini, at føroyingar og grønlendingar mugu hava í geyma, at eingin politisk skipan heldur á í allar ævir, og tí er neyðugt at halda á við at eftirmeta ríkisfelags- skapin. Hann nýtti eisini høvið til í røðuna at rósa grønlendingum fyri, hvussu væl teir høvdu megnað at yvirtikið fleiri umráðandi og rúgvumikil málsøkir frá dønum. – Seinastu 25 árini hava Grønland og Føroyar varð- veitt eitt gott samstarv á fleiri økjum. Vit hava megnað væl at finna eitt felags stev í norðurlendska samstarvinum. Eg vil vegna føroyska landsstýrið vóna, at vit í framtíðini kunnu menna og økja samstarvið bæði landanna millum og gjøgnum norð- urlendskt og vesturnorður- lendsk samstarv, segði løg- maður millum leygardagin á 25 ára- hátíðarhaldinum fyri Grønlendska Heima- stýrinum. Løg- maður og hini Nógvir navnframir politikkarar hava um vikuskiftið hátíðarhildið 25 ára dagin hjá Grønlendska Heimastýrinum. HEIMASTÝRIÐ 25 ÁR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Politikarar og onnur kend andlit ≤úr øllum herðashornum hava um vikuskiftið hátíðarhildið 25 ára dagin hjá Grønlendska Heima- stýrinum. Úr Føroyum fóru løgmaður, Jóannes Eidesgaard og løgtingsformaðurin, Ed- mund Joensen, og frúir til Grønlands fríggja- dagin. Danmark væl umboðað Úr Danmark vóru for- sætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, vinnuráðharrin, Bendt Bendtsen og Flemming Hansen, ið er ráðharri fyri norðurlendskum sa- mstarvi, umboðaðir. Danska Fólkatingið sendi eisini fyrrverandi uttanríkismálaráðharr- an, Mogens Lykketoft, 1. næstformann, Svend Auken, 4. næstformann, Margrethe Auken og formannin í Fólkating- inum, Christian Mej- dahl. Umframt politisku um- boðini úr Danmark, høvdu Drotning Margr- etha og prins Hendrik eisini leitað sær til há- tíðarhaldið. Hini norðanlondini Norski, finski og svenski sendiráðharrin í Danmark hava eisini verið í Grønlandi um vikuskiftið. Finlending- ar høvdu eisini forsetan, Aiko Pekka, umboðað- an á hátíðarhaldinum. Umboðið úr Íslandi var formaðurin í Altingin- um, Halldór Blondahl. Sendiráðharrar fyri Thailand, Kanada og USA vóru eisini millum luttakararnar um viku- skiftið. Løgmaður, Jóannes Eidesgaard og grøn- lendski landsstýris- formaðurin Hans Enoksen hildu sunnu- dagin ein óformellan fund um politisku støðuna landanna millum LØGMAÐUR Í GRØNLANDI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Løgmaður Jóannes Eides- gaard og Hans Enoksen nýttu eina løtu sunnudagin at umrøða politisku viður- skiftini landanna millum. Ætlanin var, at íslendski forsætisráðharrin, David Oddson eisini skuldi verið við á fundinum, men innan- hýsis trupulleikar í stjórnini í samband við íslendsku fjølmiðlalógina forðaði honum at luttaka á Útnorð- urfundinum. Tá tað ikki beyðst íslendska forsætis- ráðharranum at vera við, hildu løgmaður og grøn- lendski landsstýrisformað- urin ein óformellan fund sunnudagin. Hans Enoksen og Jóannes Eidesgaard við- gjørdu fyrst og fremst fiskivinnuna. Trætan loysast Føroyingar og grønlending- ar hava leingi sita illa um sátt um býtið av rækjunum á økinum 3 L. Hans Enok- sen og Jóannes Eidesgaard viðgjørdu trætuna, og løg- maður er bjartskygdur um at finna eina endaliga loysn á málinum. Mikudagin verður fundur í Keypmannahavn um kongafiskin í Irmingarhav- inum. Í samráðingunum um kongafiskin eru Føroyar, Grønland og Ísland bólkaði sum strandalond, og tí av- ráddu løgmaður og grøn- lendski landsstýrisformað- urin at leggja nógv fyri, at føroyingar, grønlendingar og íslendingar høvdu eina felags ætlan á fundinum, so úrslitið varð so gott sum gjørligt hjá øllum pørtum. Seinasta málið á fund- inum millum løgmann og Hans Enoksen var um fiskivinnuavtaluna millum Grønland og Føroyar. Í galdandi avtalu ber til hjá føroyingum at keypa grøn- lendskar avlopskvotur, men hendan skipan hevur virkað illa, og tí setti løgmaður ynski fram um at fáa av- taluna í rættlag. Fiskivinnan á breddanum Løgmaður, Jóannes Eides- gaard, og grønlendski Hans Enoksen hildu ein óformellan fund sunnudagin C M Y K 5 4