týsdagur 22. juni 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 116 - 22. juni 2004
Nr. 116 - 22. juni 2004
7
Einki óregluligt hent í Hoyvíkshaganum
Tórshavnar komm-
una hevur alt uppá
tað reina, tá tað
kemur til byggingina
í Maritugøtu. Tað siga
Mikael Viderø, býar-
arkitektur og Magni
Dalsgaard, arkitektur
á býráðnum. – Her er
einki óregluligt farið
fram, tvørturímóti
eru allar lógir og áset-
ingar hildnar, siga teir
BYGGILOYVI
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Byggimálið í Hoyvíkshag-
anum, viðvíkjandi Torkils-
gøtu og Maritugøtu, hevur í
seinastuni
skapt
øsing
ímillum fólk, og fólk hava
sett spurnaðartekin við,
hvørt byggingin yvirhøvur
hevur verið lóglig.
Magni
Dalsgaard
og
Mikael Viderø frá Tórs-
havnar
Kommunu
eru
ógvuliga harmir um hesa
øsing. – Her er alt farið
regluliga fram, staðfesta
teir.
Teir greiða frá, at longu í
1986 varð ein faldari givin
út, ið fekk navnið Havnin í
Framtíðini. Her vóru t.d.
uppskot til, hvussu byggjast
kundi í Hoyvíkshaganum. Í
1990 fingu Guttesen og
Staksberg skeytið uppá eitt
stórt stykki av Hoyvíkshag-
anum, sum teir høvdu
keypt. Teir sendu beinan-
vegin kommununi uppskot
til
húsatekningar,
sum
vórðu góðkendar, tí tær
vóru í tráð við heildarætl-
anina fyri økið, sum var
teknað í faldaranum.
Men so kom kreppan, og
tá lá øll húsabygging meiri
ella minni still, og so varð
einki bygt tá allíkavæl. Tá
kreppan var av, keypti
Høgni Mikkelsen stykki
omanfyri tað, sum Guttesen
og Staksberg áttu, væl vit-
andi um, at hús fóru at
verða bygd á økið framm-
anfyri. Høgni bygdi fyrst á
Jørundargøtu, og seinni á
Torkilsgøtu.
– Táið so Guttesen og
Staksberg í 2001 komu við
byggiloyvistekningunum,
og tær vóru í lagi, var ikki
annað at gera enn at góð-
kenna tær, siga teir báðir.
Fyribilsætlanir
Magni og Mikael halda, at
stóra misskiljingin í hesum
málinum allarhelst hevur
verið tað, sum eitur fyri-
bilsplanir.
– Tað, sum fólk opinbart
ikki vita er, at táið tú keypir
eitt
grundstykki,
skal
kommunan góðkenna tað,
sum skal byggjast. Tískil
koma byggiharrarnir við
tekningum, sum rættiliga
neyvt vísa hvat verður bygt.
Kommunan kann so góð-
kenna ella vraka tekning-
arnar. Í fyrsta umfari verður
hugt at hvussu nógv fríøkið
verður á økinum, hvussu
parkeringsviðurskiftini
verða, útsjóndini á húsinum
o.s.fr., greiða Magni og
Mikael frá.
Teir siga víðari, at um
kommunan góðkennir hesa
fyrstu tekningina, verða
byggiætlaninar til ein fyri-
bils plan, sum kann síggjast
niðri á býráðnum. Tá merk-
ir tað, at býaðið hevur góð-
kent ætlanina, men skal
hava neyvari tekningar, fyri
at geva byggiloyvi. Fyri at
fáa byggiloyvi, skulu tekn-
ingarnar nevniliga eisini
hava
t.d.
kloaksystem,
hæddarmunir á økinum og
innrætting. Eru tær tekn-
ingarnar í lagi, verður
byggiloyvi givið, og nýggju
tekningarnar verða lagdar
afturat hinum fyribilsætl-
anunum. Tá byggiloyvið er
givið,
kann
byggingin
byrja.
– Guttesen og Staksberg
fingu byggiloyvið í 2001, tá
teir komu við byggiloyv-
istekningunum. Teir fingu
byggiloyvið, tí ætlaninar hjá
teimum vóru lógligar og í
tráð við heildarætlanina fyri
økið.
Ætlaninar
vórðu
góðkendar áðrenn Høgni
Mikkelsen fór undir at
byggja; tað einasta sum
manglaði hjá Guttesen og
Staksberg, vóru byggiloyv-
istekningarnar.
Tá
tær
komu, og somuleiðis vóru
lógligar, varð byggiloyvið
givið, siga teir báðir. – Hetta
er eitt púra vanligt mál, sum
er farið lógligt fram. Tað
einasta sum er øðrvísi er, at
kreppan kom ímillum og
útsetti arbeiðið eina tíð,
greiða teir báðir frá.
Mismunurin
Eitt, sum íbúgvarnir í Tork-
ilsgøtu eru ónøgdir við er,
at teirra hús ikki vórðu
góðkend við eini reising á
45 stig, men eftir kravið frá
býráðnum skuldu lækkast
til bert at hava 28 stig.
Grundgevingin til hetta
kann vera, at húsini í Tork-
ilsgøtu eru breiðari enn
vanlig hús, og tað kann
vera ein av orsøkunum til,
at byggiloyvið ikki varð
givið til ætlaðu reisingina,
sum hevði verðið sera høg.
Útsýnið hjá teimum í
Jørundargøtu hevur kanska
verið
grundgevingin,
kanska hevur tað verið ein
fagurfrøðilig avgerð.
– Men tað kunnu vit sum
so ikki úttala okkum um, tí
hvørgin okkara var her tá.
Vit vita ikki grundgeving-
arnar fyri avgerðirnar hjá
teimum, ið starvaðust her
undan okkum, siga Magni
og Mikael.
Teir siga, at klaguskrivið,
sum íbúgvarnir í Torkils-
gøtu hava sent til býráðið,
fer at verða viðgjørt og lisið
upp á fundi.
– Øll skriv av hesum
slagi verða sjálvandi tikin í
fullum álvara, men tað er
avmarkað, hvat býráðið
kann gera nú. Byggingin er
góðkend, og hon var tað
enntá áðrenn húsini hjá
Høgna Mikkelsen komu
upp á tal. Tað vildi verið
sera undarligt at farið og
tikið loyvið aftur nú, bert tí
at nøkur fá hús missa
útsýnið. Tað er heilt víst, at
Guttesen
og
Staksberg
høvdu saksøkt okkum, og
ta sakina høvdu vit tapt, um
so var, siga teir báðir
arkitektarnir.
– Fólk mugu gera sær
greitt, at um tey vilja búgva
í einum býi, so kemur út-
sýnið í aðru røð. Tað er
sjálvandi harmiligt at hava
útsýni og so missa tað, men
hatta er ikki nakað, sum vit
kunnu gera nakað við, siga
teir. – Vit kunnu ikki steðga
húsabyggingum, tí tær taka
útsýnið frá grannunum.
Grannahoyringar
Eitt annað, sum tey í Tork-
ilsgøtu eru so sera misnøgd
við, er at býráðið ikki hevur
kunnað tey um byggingina
í Maritugøtu. Til tað siga
teir báðir, at tað ikki er
uppgávan hjá kommununi
at fara út og kunna fólk um
uppgávur
hjá
privatum
byggiharrum.
– Kommunan ger eitt
stórt arbeiði at kunna um
byggiarbeiðið hjá okkum.
Men vit fara ikki at senda
arbeiðið hjá privatum út til
kunningar. Sum sagt, so
hava tekningarnar ligið her
niðri allatíðina, og fólk
hava verið meiri enn væl-
komin oman at hyggja at
ætlanunum fyri økið, siga
teir. Teir halda, at Høgni
Mikkelsen kanska kundi
gjørt meiri við at kunna
sínar keyparar um hvat fór
at henda frammanfyri hús-
ini, ella møguligvís kundi
tað verið kravt, at skelti, ið
vísa
endaliga
arbeiðið,
skulu hanga uppi ímeðan
bygt verður, so grannarnir
kunnu vita hvat teir kunnu
vænta sær.
– Grannahoyringar verða
bara nýttar, um onkur søkir
um serloyvi at byggja
okkurt, ið fellur uttanfyri
byggisamtyktina. T.d um
ein familja má byggja húsið
størri enn loyvi er givið til,
tí tey hava fingið eitt brek-
að barn. Tá verður málið
lagt út til grannahoyringar.
Men í hesum førinum verða
øll krøv uppfylt, og tískil er
einki at senda út til
grannahoyringar um.
Tey í Torkilsgøtu skilja
ikki, hví tað verður lagt út
til grannahoyringar at ein
av íbúgvunum byggir sær
ein kvist, táið tey ikki
vórðu spurd um húsini í
Maritugøtu, sum koma at
standa
beint
uttanfyri
stovuvindeyguni. Til hetta
siga Mikael og Magni, at
hetta eru tvær ymiskar
byggingar, ið ikki mugu
blandast saman.
– Tá ið kvisturin varð
lagdur út til grannahoyring-
ar er tað tí, at byggisam-
tyktin fyri Torkilsgøtu sig-
ur, at øll húsini skulu vera
eins. At hinir húsaeigarar-
nir skuldu góðtaka handan
kvistin, er tí, at um tey um
nøkur ár eisini ætla sær at
byggja kvist, skal hann vera
sama slag, sum tann, ið nú
er bygdur. Grannahoyringin
var sostatt fyri at góðtaka
ella mótmæla, at hatta er
slagið av kvistum, ið verða
bygdir í hesi gøtuni. Tey
skrivaðu øll undir uppá, at
tað var í lagi. Nú hava tey
sostatt ikki loyvi at byggja
sær nakran annan kvist enn
hatta slagið. Tað hevur
einki við húsini í Maritu-
gøtu at gera, tí tað er ein
heilt onnur byggiætlan,
greiða teir frá.
Gegnistrupulleikar
Ført hevur eisini verið
fram, at Mikael Viderø skal
vera gegnigur í hesi sakini,
tí býararkitekturin sjálvur
hevur arbeitt fyri Guttsen
og Staksberg.
– Eg viðgangi, at eg havi
arbeitt fyri felagið, men eg
havi ikki teknað húsini,
sum onkur vil vera við.
Fyrstu tekningarnar av hús-
unum komu inn í 1990, tá
var eg 18 ára gamal, so eg
kann ikki taka mær æruna
av hasum húsunum. Eg
havi gjørt onkrar smávegis
broytingar í tekningarnar
seinni, t.d. broytt onkur
vindeygu og tílíkt, men tað
er ikki nakað eg havi arbeitt
við burturav. Og hvørjaferð
hetta byggimálið hevur
verið frammi á fundi, eri eg
farin út, netupp fyri at var-
veita sakligheitina í mál-
inum, sigur hann.
Hann skilir, at tey halda
tað vera spell, at fáa grann-
ar, ið taka útsýni, men hann
leggur dent á, at tað eru
eingir trupulleikar eru í
hesum byggimálinum. –
Heldur ikki við gegninum
sigur Mikael Viderø at
enda.
Magni Dalsgaard og Mikael Viderø vísa aftur ákærunum sum býráðið hevur fingið í seinastuni. – Vit hava eina ógvuliga
professionella byggimálsviðgerð, ið er á sera høgum støði. Tí er tað sera óheppið, tá fólk av órøttum ákæra okkum á hendan hátt
fyri at fuska við byggiloyvum, siga teir
Myndir: Savnsmynd og Tórshavnar býráð
Tað var turt í veðrin-
um, men lotið var eitt
sindur kalt, tá ið
hestfólk bjóðaðu til
stevnu í Hesti leygar-
dagin. Vakra bygdin
við sínum sermerkta
malagróti omanfyri
havnalagið, var snøgg
og veitsluskrýdd, og
fólk vóru vinarlig og
blíð, tá ið tú stakk inn
á gólvið
ÚTOYGGJASTEVNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygardagin helt Útoyggja-
felagið sín triðja aðalfund,
sum hesaferð varð hildin í
Hesti.
Eins og undanfarin ár,
varð aftur í ár skipað fyri
stevnu í samband við fund-
in.
Sosialurin var við í Hesti,
og í vikuni fara vit at gera
nógv burtur úr degnum og
ymisku tiltøkunum, sum
vóru á skránni.
Umframt
at
umrøða
sjálvan aðalfundin, fara vit
at umrøða setanina, har
Sanna
Silvurstein,
út-
oyggjaumboð í Hesti, beyð
vælkomin, og Heðin Mor-
tensen, býráðslimur í Tórs-
havnar kommunu, setti
stevnuna. Aftaná sang Sól-
armagnkórið av Velbastað
nakrar vakrar sangir.
Vit fara eisini at gera
nógv burtur úr tí, sum
søgufróði, Pól á Kletti, ið
hevur sínar røtur í Hesti,
segði við minnisvarðan í
bygdini
hendan
dagin.
Minnisvarðin er reistur yvir
teir, sum doyðu á sjónum
og teir, sum fórust í bjørg-
unum. Tað eru júst 100 ár
millum fyrstu nøvnini á
minnisvarðanum og tey
seinastu.
Á skránni hendan dagin
vóru ymisk tiltøk, bæði fyri
børn og vaksin, og skipað
varð eisini fyri matsølu, har
tú kundi keypa breyð við
føroyskum viðskera, eins
og tú kundi keypa bakkar
við grind, spiki, turrum
fiski og køldum eplum. Á
havnalagnum fekst eisini
vælsmakkandi suppa úr
stóru grítuni hjá Birgiri
Enni.
Umframt vanligu stevnu-
tiltøkini, kundi tú eisini
fara út í Koltur saman við
Bjørn Patursson og familj-
uni, og skipað varð fyri
gongutúri niðan á oynna í
Hesti.
Høvið var eisini hjá fólki
at vitja kirkjuna.
Uppi á skúlaloftinum
hingu tvær framsýningar,
sum lýsa gomlu tíðina.
Onnur var ein myndafrá-
søgn um eitt neytakonu-
gildi í bygdini, og hin lýsti
stóra fólkafundin í Hesti
fyri júst sjeyti árum síðan.
Henda dagin í 1934, sum
var ein av bestu summar-
døgum, ið fólk vita um at
siga, var eisini gudstænasta
í túninum í bygdini, har
Jákup Dahl talaði.
Vit fara at gera burtur úr
hesum degnum fyri sjeyti
árum síðan, tá ið mett
verður, at eini 1500 fólk úr
stórum parti av landinum
høvdu leitað sær út í Hest.
Útoyggjastevnurnar, sum
áður eru hildnar í Skúvoy
og á Kalsoynni, vórðu væl
vitjaðar, og soleiðis var eis-
ini við stevnuni í Hesti
leygardagin.
Á veg úr aftur Hesti leyg-
arkvøldið,
metti
Birgir
Enni, skipari á Norðlýsin-
um, at Norðlýsið og Teistin
– umframt aðrir bátar, sum
sigldu ímillum – høvdu
flutt eini 700 fólk út í Hest
hendan dagin.
Seinast á skránni hetta
stevnukvøld var dansur við
bólkinum, Twilight.
700 fólk á stevnu í Hesti
Nógv fólk var til setanina av
stevnuni í Hesti leygardagin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tað er ikki á hvørjum degi, at so nógv fólk vitja í Hesti
Mynd: Vilmund Jacobsen
Veðrið var gott og turt, men tað var eitt sindur kalt í lotinum.
Hesar eru komnar heilt úr Eysturoynni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Óla Jákup úr Dímun er formaður í Útoyggjafelagnum, sum
helt aðalfund í Hesi leygardagin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Grótið var eitt sindur skurvut at ganga eftir, nú Norðlýsið á
heimferðini legði at ytri í havnini á Gomlurætt
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
7
6