Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juni 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 116 - 22. juni 2004 Nr. 116 - 22. juni 2004 9 Nýggi Smyril verður neyvan nøkur kollvelting fyri Suðuroynna. Tað heilt avgerandi er, at hann fer at sigla fleiri túrar, enn hesin ger, sigur Bjarni Mortensen, samfelagsfrøðingur SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Nýggi Smyril verður heilt avgjørt ein bati fyri Suður- oynna. Men hann verður neyvan nøkur kollvelting í sær sjálvum. Á evnisdegi um sam- ferðsluviðurskifti í Suð- uroy, var Bjarni Mortensen, samfelagsfrøðingur, inni á, hvønn týdning samferðslan hevur fyri eitt øki. Og hann ivaðist ikki í, at nýggi Smyril verður heilt avgjørt ein munandi bati á Suðuroyarleiðini. – Hann siglur skjótari og tekur nógv fleiri bilar og farm, enn hesin ger og tað fer at geva Strandferðsluni nógv størri frælsi, tá ið ferðaætlanin skal leggast og sostatt verður eisini tæn- astan verður harvið betri. – Men tað, sum er heilt avgerandi, er, at nýggi Smyril fer at sigla fleiri túrar ímillum Suðuroynna og Havnina. – Og tað krevur meiri pening! Fleiri í tænastuvinnuna Hann vísti á, eisini her hjá okkum er gongdin tann, at alsamt fleiri fólk atbeiða við at veita privatar og almennar tænastur – Menningin og út- breiðslan av samskiftis- og kunningartøkni er øgilig. Í dag eru uml. fýra fartele- fonir fyri hvørjar fimm før- oyingar og internet verður alt meiri vanligt. – At samskiftismøguleik- arnir batnað, hevur við sær, at alt gongur nógv skjótari í dag. Men tað ger eisini, at samferðslan er ikki altíð er so neyðug, tí tað ber til ber at búgva eina staðni og veita tænastur til onkran, sum býr eina heilt aðra- staðni. – Hetta gevur útjaðara- samfelagnum ávísar møgu- leikar, tí tað ber í sær, at fólk kunnu búgva í útjaðar- anum og kortini vera knýtt at arbeiðsplássum í mið- staðarøkinum. Hann vísti eisini á, hvussu nógv samferðslu- kervið er bygt út. Hetta hevur havt við sær, at før- oyska oyggjasamfelagið ikki longur er eitt land við nógvum lutfalsliga isoler- aðum bygdum har gerand- islívið í stóran mun fór fram innanfyri bygdamørk- ini. – Íløgurnar í vegir, byrg- ingar, tunlar, og nú undir- sjóartunlar, eru í ferð við at broyta hesa myndina grundleggjandi. Nú hava 75% av føroyingum veg- samband við hvønn annan. Og tá ið tunnilin um Leir- víksfjørð verður liðug í 2006, verða tað 85% av fólkinum, sum hava hendan møguleikan. Hesi seinnu árini eru fólk eisini byrjaði at tosa um at binda Sandoynna og Suður- oynna í hetta kervið. – Men áðrenn hetta verð- ur veruleiki, kemur ein annar munandi bati á Suð- uroyarleiðini. Og er hetta nýggi Smyril sum kemur seinni í ár. Men Bjarni Mortensen vísti á, at hóast hesa gongd- ina, eru samferðslu- og samfersluviðurskiftini framvegis av alstórum týdningi. – Samferðslu- og sam- skiftisviðurskiftini eru ein grundleggjandi fortreyt fyri menning. Og hetta er ein fortreyt, sum tykist at ger- ast alsamt meiri týdningar- mikil. Og týdningurin er bæði bæði fyri tann einstaka og fyri fyritøkur og stovnar. – Fyri fólk sum búgva uttanfyri meginøki eru samferðslumøguleikarnir avgerandi fyri, hvussu stóran og fjølbroyttan arbeiðsmarknað tey kunnu gerast partur av uttan at flyta bústað. – Í dag ætla øll ung at fáa sær eina útbúgving, tí tey meta at hetta er vegurin til tað góða lívið. Tá ið tey hava tikið útbúgvingina, vænta tey sjálvsagt eisini at kunna brúka hana. Og tá er tað ein stórur fyrimunur at hava atgongd til ein so fjølbroyttan arbeiðsmarkn- að sum til ber. – Samfersluviðurskiftini hava eisini stóran týdning fyri, hvussu nógv frítíðar- tilboð fólk í útjaðaranum hava møguleika at brúka. Og hetta hevur ávirkan á trivnaðin. Til dømis hevur samferðslan alstóran týdn- ing fyri ítróttarlívið og setir karmarnar fyri, hvussu lætt tað er at fáa ítróttin at rigga runt um landið. Langa ferðatíðin, saman við ferða- ætlanini, hevur t.d. við sær at ítróttarfólk í Suðuroynni brúka sera nógva tíð í sam- band við dystir og kapp- ingar. – Fyri stovnar, og serliga fyritøkur, hevur samferðsl- an heilt avgerandi týdning. Samferðslan setir fyrst og fremst í stóran mun karm- arnar fyri, hvussu smidlig tann einstaka fyritøkan hevur møguleika at vera. Samferðslan ávirkar møgu- leikarnar fyri tilgongd av rávøru og avskipan. Um- framt hetta, hevur sam- ferðslan eisini ofta ávirkan, tá ið tænastur skulu keyp- ast. Tað kann vera í sam- band við at seta tol upp og at røkja tey. Somuleiðis hevur sam- ferðslan eisini sera stóra ávirkan kostnaðarstøðið hjá einstøku fyritøkuni og hetta er nakað, sum fyritøk- urnar í Suðuroynni merkja sera væl! – Eitt annað, sum hevur rættiliga stóra ávirkan á møguleikarnar hjá einstøku fyritøkuni at mennast, eru fortreytirnar fyri at luttaka í fakligum umhvørvum aðra- staðni, t.d. á skeiðum, fund- um, ráðstevnum og nevnd- ararbeiði. – Tað er týdningarmikið at luttaka í tílíkum javnan. Orsøkin til hetta er fyrst og fremst at hetta gevur møgu- leika halda seg dagførdan um við hvat hendir og hvat er á veg. – Men tað at luttøka í fakligum umhvørvi, hevur eisini sera stóra ávirkan á, hvørji netverk tann ein- staki, og sostatt eisini fyri- tøkan og stovnurin, fáa at- gongd til. Hetta kann hava týdning fyri, hvussu væl viðkomandi fær ávirka tær avgerðir, sum skulu takast, ella tá ið bíleggingar skulu fáast til vega. Bjarni Mortensen segði, at støðan hesum viðvíkj- andi er ikki serliga góð hjá suðuroyingum. – Skal ein suðuroyingur á ein fund í Havn, sum tekur 2 tímar, má hann vera burt- ur ímillum 7 og 15 tímar, frá tí at hann fer av Drelnesi og til, hann er aftur. – Afturat hesum kemur so ferðatíðin innanoyggja ímillum bústaðin í Suður- oynni og Drelnes, sum er ferjulegan hjá Smyrli, um- framt møguligar seinkingar í ferðaætlanini. – Og hetta er væl at merkja, tá ið fundurin verður lagdur soleiðis, at hann passar suðuroyingin- um so væl sum tilber. Smyril siglur bara tvær ferðir um dagin og tað hevur rættiliga nógva spill- tíð við sær, tá ið ein suð- uroyingur skal eitt ørindi í Havn ella aðrastaðni í Før- oyum. Heilt avgerandi at nýggi Smyril siglur fleiri túrar Góð samfersluviðurskiftini hava týdning bæði bæði fyri tann einstaka og fyri fyritøkur og stovnar, sigur Bjarni Mortensen, samfelagsfrøðingur Hvussu langa tíð krevur tað at luttaka á einum fundi uppá 2 tímar? Mánadag Mikudagur Fríggjadagur Av Tvøroyri við Smyrli 06.00 07.00 06.00/07.00 Aftur á Tvøroyri 21.15 14.45 13.41 (við tyrluni) Tíðarnýtsla 15 t. og 15 min. 7 t. og 45 min. 7.t. 40 min./ 6 t. 40 min Skal ein suðuroyingur til Havnar á einum fund, sum varar í tveir tímar, skal hann vera heimanífrá í minst sjey tímar og ofta má hann vera burtur í 15 tímar. Og tá skal fundurin harafturat aloftast leggjast so, at hann passar suðuroyinginum best, men tað er verri enn so altíð støðan – Eg kundi væl hugsa mær at lagt uppskot fram um at sett almenn tiltøk verk fyri gongd aftur á vinnulívið í Suðuroy – men ikki fyrrenn øll oyggin verður ein kommuna, sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum KOMMUNU- VIÐURSKIFTI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Suðuroyggin má verða ein kommuna. Tað heldur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, sum eisini umsitur kommunumál. Hann sigur, at tað verður neyðugt hjá suðuroyingum at standa meiri saman enn teir gera. – Tað hevði verið fantast- iskt at sæð suðuroyingar sligið seg saman í eina kommuna, sum kundi stað- ið saman vinnuliga, ment- anarliga og politiskt og bú- skaparliga. Landsstýrismaðurin vísur eisini á tað serstakliga stóra arbeiðsloysið, sum er í Suðuroynni, har tað er nógv størri enn í Føroyum annars. Fleiri ferðir hevur verið víst á, at vinnulívið í Suð- uroy er so niðurundirkomið nú, at tað er neyðugt, at al- menn tiltøk verða sett í verk fyri at fáa gongd á aftur. Men landsstýrismaðurin heldur, at tað kann ikki verða, uttan so, at øll Suð- uroyggin verður løgd í eina kommunu. – Er støðan í Suðuroy so vánalig, at tað er neyðugt við almennum tiltøkum fyri at fáa oynna á føtur aftur, kundi eg væl hugsa mær at sett uppskot fram um tað, so at landið kundi hjálpt til at fingið gongd á aftur. – Tað hevði eg ongar trupulleikar havt við- men bara um Suðuroyggin legg- ur saman í eina kommunu, leggur hann afturat. Hann sigur, at tað er ikki nóg mikið, at Suðuroyingar hava fingið ein felags samferðslubólk. – Suðuroyingar mugu samstarva á øllum økjum. teir mugu ganga plankan út, sigur hann. Sleppa undan yvirskiping Jógvan við Keldu heldur, at sum er, stendur Suðuroygg- in alt ov spjødd til at fáa fulla nyttu burturúr tí fíggj- arliga og menniskjansliga tilfeinginum. – Skal Suðuroyggin upp aftur á sama støðið sum onnur stór øki í landinum, verður tað neyðugt at skapa eitt samfelag í Suðuroy. Hann sigur, at tá ið fólk hugsa um, hvar tey skulu seta búgv, velja tey ikki bara eftir einum arbeiðs- plássi. – Tey hugsa eisini um hvussu virkið mentanar- lívið er, hvørji tilboð eru á sosiala økinum og, hvørjir frítíðarmøguleikar eru í økinum. – Fyri at fáa meiri gongd á øll hesi viðurskifti í Suð- uroy, er tað avgerandi neyð- ugt at skipa Suðuroynna í eina kommunu. Hann sigur, at 20. øld varð merkt av, at komm- unur fóru sundur. Úrslitið av tí hevur verið, at landið hevur sett pening í nógvar havnir og lendingar, skúlar og aðrar útbyggingar alla møguliga staðni. – Hinvegin er 21. øld týðiliga merkt av saman- legging. Tað er rákið og tann, sum ikki er rekur við, hann verður afturútsigldur. Men hví skulu kommunur leggja saman. Kommunur siga, at tær samstarva við aðrar kommunur og at tað gongur fínt? – Styrkin við at leggja Suðuroy í eina kommunu, er,a t so slepst undan stríði um, antin ein skúli, ella ein havn skal byggjast í einari bygd ella eini aðrari bygd, tí tá er alt ein felags kassi. Tað slepst eisini undan at fleiri sama slag útbygging- ar verða gjørdar í granna- kommunum. Jógvan við Keldu sigur, at verður Suðuroyggin ein kommuna, verða tær ymsu útbyggingarnar gjørdar, har tær liggja best fyri og tað slepst undan fleiri sama slag verkløgum á sama øki. Sostatt slepst eisini undan, at eitt øki verður yvirskipað á nógvum økjum. tvørtur- ímóti verða havnir, skúlar o.a. bygt, har tað liggur best. Hann sigur, at verður Suðuroyggin ein komm- una, verður ein yvirskipað byggiætlan gjørd fyri alt økið. Í løtuni ger hvør kommuna sína byggiætlan og tað er ikki at gagnnýta tilfeingið á fullgóðan hátt. Eitt er, at tað er dýrt at byggja, men tað er sanni- liga eisini sera dýrt at røkja øll hesi verkløgini, sum eru bygd allastaðni. Sjálvur ivast hann ikki í, at tað verða bara nøkur heilt fá ár, so verður vanligt at hugsa soleiðis. Hann nevnir økið norðast í landinum sum dømi, har hann kennir viðurskiftini sjálvur. Har hevur verið tosað um at leggja Klaksvík, Leirvík og Fuglafjørð saman. – Hevði tað verið, høvdu vit sloppið undan víðari kjaki um, antin skúlar skulu byggjast í Kambsdali ella í Klaksvík. Teir verða bygd- ir, har teir liggja best. – Tað fer at gera, at pening- urin verður brúktur rætt og tað fer aftur at føra ein heilt annan dynamikk í alt økið. Smábygdirnar hvørva kortini Jógvan við Keldu er heldur ikki samdur í sjónarmiðin- um um, at tær smáu komm- unurnar fara at drukna, verða tær lagdar saman við størri kommunur. – Tær smáu bygdirnar hvørva kortini. Gongdin á smábygd hevur í fleiri ár verið tann, at fólkatalið minkar alsamt. Summi stúra eisini fyri, at tær smáu bygdirnar verða sovibýir hjá teimum størru bygdunum. – Men hvat so, spyr landsstýrismaðurin. Hvat eru tær smáu bygdirnar í dag? Hann sigur, at verður Suðuroyggin løgd saman í eina kommunu, kann han nsjálvsagt ikki tryggja, at tær smáu bygdirnar fara at blomstra. – Men tað er í hvussu so er greitt, at tað búskapar- liga grundarlagið at halda lív í bygdunum verður heilt munandi størri. Tann fyri- munurin verður í øllum før- um hjá smábygdunum og sostatt hava tær nógv størri møguleika at hóra undan í einari stórkommunu, legg- ur hann afturat. Hann nevnir, at ein út- bygging upp á eina millión í eini smábygd, kann verða ein ómøgulig uppgáva hjá eini lítlari kommunu, men tað er ikki serliga nógv hjá eini stórari kommunu. – Tað verður ómeta- liga trupult at fáa meiri pening til Suðuroyarsigling- ina, so at nýggi Smyril kann sigla fleiri túrar. Men hann kann sigla 3-4 túrar afturat um vikuna, uttan at koma í manningar- trupulleikar SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað verður ikki lætt at hækka játtanina til Strandferðsluna næsta ár. Tað sigur Jógvan við Keldu aftaná evnisdegin, sum var í Suðuroy sein- asta leygardag um sam- ferðsluna til og úr oynni. Jógvan við Keldu sig- ur, at fíggjarliga støðan í landinum er ikki tann besta í løtuni og sostatt eru heldur ikki útlit fyri, at játtanin til Strandfersl- una fer at hækka. Tann 5. juli verður Strandferðslan løgd undir Jógvan við Keldu at umsita. Og á evnisdegnum varð ført fram, at nýggi Smyril verður eitt stórt framstig fyri Suður- oynna, men at hann verð- ur neyvan nøkur kollvelt- ing í sær sjálvum. – Tað er alt avgerandi, at nýggi Smyril fer at sigla fleiri túrar, sigur Bjarni Mortensen, sam- ferðslufrøðingur í aðrari grein her í blaðnum. Kann sigla 3-4 afturat meir um vikuna Jógvan við Keldu sigur, at á evnisdegnum varð upplýst, at nýggi Smyril kann sigla 3-4 túrar afturat um vikuna, uttan at spreingja sáttmálarnar, sum manningin hevur um arbeiðstíð. Men sum støðan er nú, skulu suðuroyingar ikki seta nøsina upp eftir ov nógvum. Tað var Kristian Dav- idsen, stjóri á Strand- ferðsluni, sum upplýsti á evnisdegnum, at nýggi Smyril siglur so mikið skjótari enn Smyril ger nú, at nýggi Smyril fer at brúka einar 14 tímar færri um at siga sama túratal, sum Smyril ger nú um vikuna. – Fyri hesar 14 tímarn- ar, kann nýggi Smyril sigla einar 3-4 túrar fleiri um vikuna, uttan at spreingja karmarnar hjá manningini viðvíkjandi vaktarætlanini. Men tað kostar sjálv- sagt olju og aðrar út- reiðslur, so spurningurin er um pláss verður fyri fleiri túrum, uttan at játtanin hækkar. – Skal nýggi Smyril sigla meiri enn hesar tríggjar, fýra túrarnar afturat, kemur Strand- ferðslan í manningar- trupulleikarnar, tí so verður farið útum sátt- málatreytirnar hjá mann- ingini. Verður farið upp um tað loftið, fer tað at krevja eyka manning, soleiðis sum sáttmálarnir nú eru. Men tað er eisini greitt, at skal nýggi Smy- ril sigla 3-4 túrar afturat um vikuna, mugu teir leggjast so, at tað passar inn í vaktarskipanina og tað kann seta krøv til ferðaætlanina. Men stjórin á Strand- ferðsluni segði, at nú stovnurin er farin at leggja rakstrarætlan fyri komandi á, verður fyri- bils arbeitt útfrá at sama ferðaætlan verður gald- andi næsta ár, sum í ár. – Men spurningurin um túratalið verður end- urskoðaður, legði hann afturat. Skulu ikki vænta hægri játtan til nýggja Smyril Nøkur fólk høvdu leitað sær á evnisdag í Øravík seinasta leygardag at tosa um amferðsluna til og úr Suðuroy. Tey fingu at vita, at nýggi Smyril kann sigla einar 3-4 túrar fleiri um vikuna innanfyri somu karmar sum nú Suðuroyingar mugu ganga plankan út Hesir tríggir politisku oddamenninir høvdu leitað sær á samferðslufund í Suðuroy seinasta leygardag. Jógvan við Keldu fremst, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, í miðjuni og Johan Dahl, løgtingsmaður C M Y K 9 8