Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juni 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 116 - 22. juni 2004 Nr. 116 - 22. juni 2004 11 So eydnaðist tað ES londunum at semjast um eina grundlóg fyri alt ES samveldið. Uttan mun til um okkum líkar hetta, so er grundlógin ein søgulig hending, tað skerst ikki burtur. Hóast allir statsleiðarar nokta fyri tí, so er semjan um ES grundlógina tað higartil størsta stigið fram móti Sameindu Statum Europas. ES grundlógin, sum skal verða komin endaliga í gildi í 2014, flytir myndugleikan á avgerandi økjum frá teimum einstøku tjóðunum og til samveldið við ráðharraráði, nevnd og tingi. Tey mest týðandi myndugleikaøkini, ið verða flutt frá limalondunum til samveldismyndugleik- arnar, eru uttanríkismál, verjumál og rættar- og løgreglumál. Her er sostatt talan um ómetaliga stórar broytingar, ið flyta stór og týðandi myndugleikaøki frá limalondum til samveldið. Her er sostatt talan um eina sera víttfevnandi miðsavnan av politiskum valdi. Tað er í hesum høpi áhugavert at minna á, at alt hetta, sum nú er hent, eru broytingar, sum eitt nú danskir og bretskir politikkarar søgdu ongantíð fór at henda. Danski forsætisráðharrin Schlüter gjørdist kendur fyri orðini: Unionen er død! Her skuldi bert vera talan um búskaparligt samstarv og als einki polititisk samstarv. Samveldið er sostatt ikki deytt men sprellivandi. Tað er ein góður spurningur, hví øll gongdin hev- ur verið tann øvugta av tí sum sagt og lovað varð í 1972, tá Danmark og Bretland fóru upp í tað tá- verandi EF nú ES. Hetta hevur nakað at gera við, at alt Europa og øll verðin eru broytt á ein hátt, sum eingin tá dugdi at hugsa sær. Múrurin fall, politisku og samfelagsligu broytingarnar í Eyst- ureuropa, internationaliseringin og yvirgangurin eru nøkur av lykalorðunum, tá vit skulu finna svarið til hendan spurning. Tað er eisini ein sera áhugaverdur spurningur, hvat, ið tey lond, sum enn eru uttanfyri ES nú far at gera. Mestan áhug- an og størsta týdningin fyri Føroyar í hesum sam- anhangi er spurningurin, hvat Noreg og Ísland nú fara at gera. Tað er eingin, sum í ramasta álvara longur trýr, at hesi bæði lond kunnu halda seg uttanfyri í tað óendaliga. Til tess er teirra búskap- ur alt ov samantvinnaður við ES. Hartil kemur, at tann tíð nærkast, tá tað fer at gerast ein politiskur trupulleiki hjá báðum hesum londum at standa uttanfyri ES. Tá hetta hendir, so fer aftur tað óhugsandi at henda, at bæði Noreg og Ísland fara at søkja um limaskap í ES. Hvussu fer hetta at ávirka okkum og hvat gera Føroyar tá? Tað er ein spurningur, sum øll eiga at seta sær longu nú. DAGSINS MEINING Sosialurin Ein søgulig hending VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Hóast tað er hægsti móti í føroyskum politikki at tosa um stuðulsfría vinnu og sjálvberandi búskap, so hendir tað seg meira enn so, at tey, sum vilja gera seg til talsmann fyri hesi sjón- armið, sjálvi standa í fremstu røð, tá talan er um at móttaka almennan stuð- ul. Eitt dømi um hetta er Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi. Eftir fólkatingsvalið í november 2001, skipaði fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldisflokkinum, sam- an við grønlendsku fólka- tingsmonnunum ein ting- bólk, sum verður kallaður Norðuratlantsbólkurin. Hes- in bólkur hevur sambært skipanini fyri tingbólkar á fólkatingi rætt til at fáa eina grundupphædd á kr. 59.502 um mánaðin fyri hvønn tinglim, umframt eina so- kallaða »mandatupphædd« sum er kr. 37.263 um mán- aðin pr. tinglim. Hesar inn- tøkur koma afturat sjálvari lønini hjá fólkatingsmonn- unum. Alt í alt merkir hetta, at Norðuratlantsbólkurin fær góðar 290.000 krónur um mánaðin ella slakar 3,5 mió. krónur um árið frá Fólkatinginum til at gjalda lønir til skrivstovufólk, halda ráðstevnur fyri o.s.fr., umframt sjálva lønina hjá tingmonnunum. Hevði tað eydnast Norðuratlantsbólk- inum at fingið fólkatings- limin hjá Sambandsflokk- inum uppí bólkin (sum teir royndu dúgliga eftir valið), so hevði Norðuratlants- bólkurin fingið eina saml- aða upphædd á kr. 387.060 um mánaðan, ella 4,64 mió. krónur um árið umframt lønina hjá tinglimunum. Hin 21. januar 2002 skrivaði Dimmalætting, at limirnir í Norðuratlants- bólkinum vóru farnir at ótolnast, tí hóast tveir mán- aðir vóru gingnir síðani fólkatingsvalið, so vóru skrivstovuviðurskiftini fram- vegis ikki komin uppá pláss, og tí var tolið farið at ganga undan. Formans- skapurin í Fólkatinginum hevði í hesum sambandi fingið eitt bræv frá Norður- atlantsbólkinum, har biðið varð um, at hølistrupulleik- in varð loystur sum skjót- ast, tí, sum blaðið skrivar: »Norðuratlantsbólkurin hevur í fyrsta umfari fingið bjóðaðar fimm skrivstovur, ið liggja saman á Christi- ansborg, men hetta er ov lítið til tey sjey-átta fólkini, ið eftir ætlan skulu arbeiða hjá bólkinum. Vit hava í tveir mánaðir víst eskimo- iskt tolsemi, men nú er nóg mikið. Fyribils skrivstovur- nar eru ov fáar og smáar,« segði Norðuratlantsbólkur- in. Norðuratlantsbólkurin, sum arbeiðir fyri føroysk- um og grønlendskum full- veldi, vil sostatt ikki ganga á odda, tá talan er um at frásiga sær stuðul og rætt- indini, sum teir eiga í ríkis- felagsskapinum, og einki er sum bendir á, at bólkurin í hesum førinum hugsar so nógv um tær 40 vaskikon- urnar á Vesterbro, hvørs skattakrónur, allar sum ein, fara til at fíggja skrivara- lønir og ráðstevnur hjá Norðuratlantsbólkinum á Christiansborg. Er Norðuratlantsbólkurin ein pengamaskina? Nú siðvandu fiskifrøðing- arnir og teir meira frílyntu fiskifrøðingarnir aftur eru farnir at stríðast um fiski- frøðiligar spurningar, hevur Útvarp Føroya sett teir báð- ar fiskifrøðingarnar, Petur Steingrund og Jón Krist- jánsson, saman í Útvarps- stovuni. Orðaskiftið er um teir grundleggjandi spurningar um hvussu fiskastovnarnir best kunnu verjast. ICES og Petur Steingrund halda uppá, at vit best verja fiska- stovnarnar, um vit ikki fiska alt ov nógv burturúr stovninum á hvørjum ári. Jón Kristjánsson heldur harafturímóti, at vit skulu fiska so nógv, sum til ber. Jón heldur uppá, at toska- stovnurin er so illa fyri beint nú, júst tí vit hava fiskað ov lítið seinastu ár- ini. Í orðaskiftinum koma báðir inn á toskastovnarnar í Kanada og í Grønlandi, sum hvurvu. Spurningurin er, um tað var ovurfisking ella hitaviðurskifti, sum gjørdu seg galdandi. Jón Kristjánsson heldur ikki, at tað ber til at fiska ein fiskastovn upp. Her er Petur Steingrund heilt ósamdur og vísir millum annað á norðhavssildina. Jón Kristjánsson hevur staðið á lønarlistanum hjá Fiskimálaráðnum í trý ár. Samstundis leiga vinnu- feløgini Jón Kristjánsson at ráðgeva teimum í tilmæl- inum til Bjørn Kalsø, landsstýrismann. Men íslendsku vinnu- feløgini og íslendska stjórnin brúka ikki Jón Kristjánsson. Orsøkin er, sigur Jón, at hansara ráð- geving hevði tikið beinini undan kvotuskipanini. Meira hevði verið fiskað, men peningakervið er so fast knýtt at kvotuskipan- ini, sigur Jón, at órógv hevði komið í íslendska virðisbrævamarknaðin. Petur Steingrund sigur í orðaskiftinum, at Jón Krist- jánsson er skaðiligur. Jón svarar aftur og sigur, at ICES er at líkna við eina mafiu. Orðaskiftið millum Petur Steingrund og Jón Krist- jánsson kemur í Útvarp Føroya í dag klokkan 17.05. Vertur er Helgi Jacobsen. Orðaskifti um fiskifrøði Virgar T. Dalsgaard Tann 10. juni hevði Sosial- urin á forsíðuni hesa ógvis- ligu yvirskrivt: »Berlingar- in lýgur um Oskarsson«! Eg hvakk við og helt sjálv- andi, at her varð gjørt for- vitnisligt og álvarsamt journalistiskt kanningarar- beiði av Sosialmonnum niðri í Danmark, so heiðurskrýnda danska mál- gagnið Berlingska tíðindi kundi avdúkast sum grunt lættisoppablað! Men tá ið eg blaði inn á sjálva greinina, vísir tað seg, at »keldan» til reins- ingina av harra Oskarssyni er Oskarssonurin sjálvur! Hetta má vera journali- stikkur heilt eftir serfør- oyskum leisti. Sosialurin hevur ikki so frægt sum gjørt sær tann ómak at venda sær til Berlingaran sjálvan og fyrileggja teim- um skuldsetingarnar frá Oskarssyni. Teir fara bara við inhabila búskaparfrøð- inginum sum vitni á forsíð- una og leggja Berlingaran undir ærumeiðing! Hetta er einastandandi ábyrgdar- leysur journalistikkur! Er einki, sum eitur keldu- kritikkur á Sosialinum? Fyri tveimum døgum síð- ani, t.e. týsdagin 15. juni fekk eg samband við harra B. Højgaard Sørensen, journalist á Berlingska tíð- indi. Hesin maður váttaði fyri mær, at hann stóð við hvørt orðið, sum skrivað varð um Oskarssonin - og sum Sørensen sjálvur mál- bar seg: »Vi har det hele på bånd!« Hann bakkar ikki fyri Oskarssoninum, og hann avsannar einki. Nú stendur orð móti orði. Ant- in lýgur Berlingarin ella lýgur Oskarssonurin. Men er tað soleiðis, at Oskarssonurin fastheldur, at Berlingarin lýgur, so eig- ur hann at leggja sak móti Berlingaranum beinanveg- in. Spillnakin Oskarssonur Annars má eg leggja aftur- at, at skullu vit velja mill- um at trúgva Berlingar- anum ella Oskarssoninum, er valið ikki trupult, tí Oskarssonurin stendur frammanundan púra úrlat- in. Hann hevur fyrr víst seg eiðasøran í almennari dømikraft og roynir nú sum ein annar advocatus diaboli at verja seg við, at hann ikki á Christiansborg hevur sagt nakað móti blokki ella sjómonnum, men tað er púra óinteressant og líka mikið, tí hann hevur bæði í Danmarks Radio, beint áðr- enn fundin og í Berlingar- anum sagt akkurát tað, sum hann nú feikliga roynir at skulka sær undan! Tað er allarhelst so, at harra Oskarssonur bara er ein pinkulítil finna á talv- borðinum hjá Hoydals- feðgunum, og tessvegna hava nógv fólk higartil hildið Hermannin Oskars- son verið ein mun frægari og knapt so maktsjúkan sum harra Høgna Hoydal, men nú tá ið til skarpsker- ingar kemur, og hendur skullu vaskast aftaná djúpt láturligu Christiansborg- seancuna, vísir tað seg, at Oskarssonur er akkurát sama ómansliga lyguvætti sum Høgni Hoydal, Sjaldsama løgið er, at Oskarssonur ikki forstend- ur, at tað er púra ótolandi, at eitt land, sum næstan svimur í búskaparfrøðing- um, letur sama mannin hava tvær so kontroversiell- ar kaskettir, nevniliga bæði stjórastarv fyri hagmonn- um og formansstarv í bú- skaparráðnum. Eg nevndi tað fyri einum donskum økonomi, at leið- arin fyri okkara pendant til Statistisk departement og Det økonomiske råd var ein og sami maður – hann rysti við høvdinum og vildi illa trúgva tí. Einasta viðmerk- ing hansara var, at ein slík- ur maður hevði sett seg á ein ræðuligan uriaspost og mátti gerast heilt schizo- frenur í høvdinum! Var Oskarssonurin nakar maður, erkendi hann sjálv- ur hetta og segði annað starvið frá sær! Men so frægt av fínfølilsi skullu vit ikki rokna við frá hesum maktsjúka manni, einum embætismanni, sum ætlaði at stilla upp á tjóðveldislist- anum til seinasta løgtings- val. Inhabilitetur hevur í Føroyum leingi verið dyrk- aður sum eitt principp, og tað tykist at versna! VIÐMERKINGAR Hvør lýgur um hvønn? Formansskapurin í grundlógarnevndini At stýra landinum ræður um virði. Vit velja alt eftir virðum okkara at stýra hesa ella hasa leið. Grundarlagið undir fólkaræðinum er tí, at ongin kann vita betur, um mál og virði eru góð ella ring. Ongin er serfrøðingur í virðum. Serfrøðin kann einans siga frá hættum ella miðlum at røkka longu sett- um málum. Tá ræður um at stýra landinum, er tað tí fólkið, sum óskert eigur at velja millum mál og virði. Ein- ans tá tað ikki ber til hjá fólkinum at savnast og taka støðu til mál, og so tá ræður um at fremja samtyktir í verki, eiga umboð fólksins og onnur embæti at taka støðu. Umboðsstýri eigur einans at verða tikið fram um beinleiðis fólkastýri av praktiskum og ikki hug- sjónarligum orsøkum. Vit mugu ásanna, at hó- ast føroyska samfelagið er lítið, so er tað á mangan hátt eins fjøltáttað sum onnur nógv størri samfeløg við mongum ymiskum áhugamálum í kapping. Hetta hevur við sær, at hó- ast tinglimir liggja um teir tríati í tali, so avmyndar tingið ikki altíð øll virðini og áhugamálini hjá veljara- skarðanum. Tingfólk skulu umboða so nógv ymisk virði: vinstra-høgra, ríkis- felag-fullveldi, bygd-bý, yngri-eldri, sjóvinnu-land- vinnu, norðanfjørðs-sunn- anfjørðs, siðbundi-nýmót- ans og so frameftir. Tí er trupult hjá teimum altíð at vera líka umboðandi; tey kunnu hava boðað frá støðu síni til sumt av hesum, men neyvan alt. Á sama hátt hevur veljarin tikið støðu út frá summum, men ikki øll- um av hesum virðistvístøð- um. Føroyar eru eisini lítið land, har stutt er millum fólk og politikarar og skjótt at fáa orð á fólk, og eigur beinleiðis fólkaræði sostatt at hava enn betri fortreytir her á landi enn so manga aðra staðni. Tí verður ideal- ið um beinleiðis fólkaræði upphevjað til eitt ráðandi virði í føroysku stjórnar- skipanini, sum skotið upp í fyrra flaggdagsáliti. Fyrri liður í grein 18 (2) í uppskotinum ljóðar soleið- is: »Íbúgvar landsins eiga rætt at taka støðu til lógir og viðtøkur við fólkaat- kvøðu.« Henda áseting staðfestur rættin hjá borgarunum til við fólkaatkvøðu at taka støðu til samtyktir og lógir. Ásetingin fer ivaleyst at merkja, at tingið fer at kenna skyldu til at leggja mál til fólkaatkvøðu. Hetta kann vera, tá fólkið hevur serligan áhuga fyri mál- inum, ella tá tingfólk kenna seg lítið umboðandi, sum í málum har ósamsvar kann vera millum veljara og tingumboð. Onnur áseting, sum eisini staðfestir hugsjónina um beinleiðis fólkaræði, er grein 18 (3), ið ljóðar so: »Eru tingmenn ónøgdir við samtykta tinglóg, kann trið- ingur av tingmonnum krevja lógina lagda fyri fólkið í síðsta lagi viku eftir, at hon er samtykt.« Henda áseting gevur sostatt triðingi av tingmonnum rætt til at krevja samtykta tinglóg lagda til fólkaat- kvøðu innan viku eftir sam- tyktardagin. Sum greitt nærri frá í seinni riti, er henda áseting týdningar- mikið amboð til at verja minnilutan og tí eisini til at elva til samstarv um mið- una á tingi. Kortini er áset- ingin samstundis partur av hugsjónini um beinleiðis fólkaræði, og við slíkari áseting verður tað lætt hjá einum minniluta á tingi at krevja mál løgd beinleiðis til fólkið, og kemur meiri- lutin tí í størri mun enn nú at standa fólkinum bein- leiðis til svars. Væntandi fara summi, ið óttast fólksins óskerdu rødd, at mótmæla slíkari áseting. Men neyvan er vandi fyri, at minniluti av tingmonnum fer at misnýta slíkt amboð og krevja fólkaatkvøðu í tíð og ótíð; tann politiski flokkur, ið roynir at gera sær dælt av slíkum amboði vil skjótt missa virðing og trúvirði millum manna, og tí er væntandi, at javnvág kemur í av sær sjálvum. Stjórnarrit 4: Hugsjónin um beinleiðis fólkaræði Eimskip hevur stovnað nýtt felag innan altjóða fram- flutning av farmi FARMAFLUTNINGUR Tíðindaskriv Í hesum døgum stovnar Eimskipafelag Íslands ehf. fyritøkuna Eimskip Reefer Logistics BV. Felagið er stovnað við tí fyri eyga at økja tænast- una í framflutningi av frystum og køldum fiskavørur kring allan heimin. Málið við nýggju fyritøkuni er at styrkja heildartænastu Eimskips innan fiski- vinnuøki. Nýggja felagið fer at samskipa tænasturnar frá ymsu Eimskip skrivstov- unum, bæði í Føroyum, Íslandi og uttanlands. Hetta ger, at tað ber til hjá Eimskipum at bjóða samskipaðar og enn meira víttfevnandi tænastur innan sjóflutning og goymslu av fiskavørum runt um í heiminum. Nýggja felagið fer eisini at virka sum bindilið millum verandi tænastur hjá Eimskipum og tæn- astunum hjánorska felag- num CTG, sum Eimskip keypti meirilutan av fyri tíð síðan. Eisini verður fyritøkan bindilið við onnur skipafeløg og tæn- astuveitarar. Dentur verð ur lagdur á at bjóða heildarloysnir, har platta- og bingjuflutningur verð- ur samansjóðaður eftir tørvi. Høvuðsskrivstovan hjá Eimskip Reefer Logistics BV verð ur í Hollandi; bæði í Rotterdam og í Schiphol Airport, har partur av flogfraktartæn- astu Eimskips er. Har er eisini ein onnur fyritøka hjá Eimskipum, nevni- liga fyritøkan Freshport, sum hevur at gera við handling og tænastu av feskvørum loftvegis. Stjórin í nýggja felag- num er Bas Giezen. Hann hevur royndir, sum sølu og marknað arleið- ari í einari av størstu fyri- tøkum í Europa innan flutning og goymslu av fiskavørum. Heimshandilin innan fiskavørur er broyttur munandi seinnu árini. Størri og størri partur av framleiðsluni av fiska- vørum fer fram í Kina. Keyp og søla av ráðvøru og fiskavørum annars fer fram allastaðni í heim- inum. Hetta ger, at eftir- spurningurin eftir øðrvísi flutningstænastum økist saman við øktum krøv- um til úrslit og til trygd. Við felagnum Eimskip Reefer Logistics BV økir Eimskip munandi um sína altjóða tænastu. Málið er at ganga øktu krøvum kundans á møti. Flutningur Eimskips av frystum og køldum fiskavørum er vaksin munandi seinastu árini. Árliga stendir Eimskip fyri flutningi av 600.000 tonsum av fiskavørum kring allan heimin. Eim- skip arbeiðir við at stovna fleiri skrivstovur og fáa fleiri umboð í um- ráðum, sum eru av týdn- ingi fyri fiskivinnuna, siga Eimskip í Føroyum í tíðindaskrivi. Eimskip økir tænastuna innan fiskivinnuøki Tað verður Mogens Tilsted Christensen, sóknarprest- ur í Norðurstreymoyar prestagjaldi, sum prædikar á ólavsøku í ár. Tað er altíð tann seinast setti presturin, sum ikki hevur hildið ólavsøkuprædikuna áður, ið heldur ólav- søkuprædikuna. Hvalvíksprestur prædikar á ólavsøku C M Y K 11 10