týsdagur 22. juni 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 116 - 22. juni 2004
Nr. 116 - 22. juni 2004
13
UTTAN ÚR HEIMI
Tann 33 ára gamli
suðurkoreanski
handilsmaðurin Kim
Sun-il verður háls-
høgdur, tekur Suður-
korea ikki sínar her-
menn úr Irak
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Vælsignaðir, farið úr Irak.
Eg vil ikki doyggja, segði
Kim Sun-il á sjónband-
inum, sum arabiska sjón-
varpið Al-Jazeera sendi
sunnukvøldið.
Aftan fyri hann hekk eitt
skelti við navninum á yvir-
gangsfelagsskapinum Jama-
'at al-Tawhid, sum jordan-
ski yvirgangsmaðurin al-
Zarqawi er oddamaður í, og
sum hevur tætt tilknýti til
al-Qaeda. Ein av burturflyt-
arunum segði á sjónband-
inum, at tekur Suðurkorea
ikki sínar hermenn úr Irak
og sleppur ætlanini um at
senda 3.000 hermenn aftur-
at hagar, verður Kim Sun-il
hálshøgdur.
Tann 33 ára gamli Kim
Sun-il varð burturfluttur í
irakska býnum Falluja tann
17. juni. Hann arbeiddi
sum tulkur hjá einari suður-
koreanskari fyritøku, sum
flytir útgerð fyri amerikan-
ska herin.
Stjórnin í Seoul helt
kreppufund sunnukvøldið,
og har bleiv avgjørt at halda
fast um ætlanina at senda
fleiri hermenn til Irak. Vara-
uttanríkisráðharrin, Choi
Young-jin, segði, at stjórnin
fer at gera sítt ítarsta fyri at
finna tann burturflutta Kin.
Frammanundan eru 670
suðurkoreanskir hermenn í
Irak.
Hótta við at avrætta hann
Týska fregnartænast-
an vil vera við, at
vandin fyri yvirgangi
í Evropa er størstur í
Danmark, Fraklandi,
Bretlandi, Spania og
Italia
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Blaðið Welt am Sonntag
hevur fingið fatur á einari
meting, sum týska fregnar-
tænastan hevur gjørt av
vandanum fyri yvirgangsat-
sóknum í Evropa.
Niðurstøðan í metingini
er, at vandin fyri yvirgangi
er serliga stórur í Danmark,
Fraklandi, Bretlandi, Span-
ia, Italia og Turkalandi.
Harafturímóti er lítil vandi
fyri yvirgangi í Noregi og
Svøríki. Tá talan er um fjar-
løgd lond, heldur týska
fregnartænastan, at vandin
er størstur í Avstralia, Tei-
landi, Indonesia og Filips-
oyggjunum.
Vandin er serliga stórur í
teimum stóru býunum og
serliga á støðum, har nógv
fólk koma saman so sum
handilsmiðstøðum og týdn-
ingarmiklum ferðamanna-
málum, men vandin er eis-
ini stórur í flog- og skipa-
ferðsluni.
Týska fregnartænastan
sigur sambært Welt am
Sonntag, at vandin fyri
yvirgangi er størstur í lond-
um, har nógv fólk taka und-
ir
við
yvirgangsmonn-
unum, og har trygdartiltøk-
ini ikki eru nóg góð. Fregn-
artænastan heldur, at al-
Qaeda er framvegis tann
størsti vandin, sjálvt um
fleiri av leiðarunum í
felagsskapinum eru deyðir
ella tiknir. Eitt nú eru Said
el-Adel og Abu Mussab al-
Zarqawi framvegis á lívi,
og teir hava tætt tilknýti til
Evropa, skrivar Welt am
Sonntag.
Pávin í øðini
um grundlóg
Jóhannes Páll pávi er sera misnøgdur við, at kristin-
dómurin ikki verður nevndur við einum einasta orði í
teirri nýggju grundlógini hjá Evropasamveldinum.
– Vit kunnu ikki gloyma okkara kristnu røtur, segði
pávin í bøn síni á Pætursplássinum sunnudagin. Hann
takkaði teimum polsku biskuppunum, sum eisini hava
sagt seg vera misnøgdar við, at kristindómurin ikki
verður nevndur í grundlógini. Í einari kunngerð frá
biskuppunum í Pólandi stóð, at tað ber ikki til at
byggja eitt evropeiskt hús við at snara søguni.
Í teirri nýggju grundlógini hjá ES verður víst á tann
felags evropeiska mentanarliga, átrúnaðarliga og
humanistiska arvin, men kristindómurin verður ikki
nevndur. Serliga Frakland var ímóti at nevna kristin-
dómin í grundlógini, ivaleyst tí at har búgva rættiliga
nógvir muslimar.
Gøla skakar Ukraina
Í Ukraina eru andstøðupolitikarar og onnur á gosi,
eftir at tað er komið fram, at ein versonur Leonid
Kutsjma, forseta hevur keypt tað størsta stálverkið í
landinum fyri 780 milliónir dollarar, sjálvt um fleiri
hægri boð komu inn. Eitt nú vildu russiskar, vestur-
evropeiskar og amerikanskar fyritøkur rinda meiri
fyri verkið.
Stjórnin hjá Leonid Kutsjma vísir øllum skuldset-
ingunum aftur. Hon vísir á, at sambært útbjóðingartil-
farinum kundu bara fyritøkur, sum høvdu framleitt
meiri enn eina millión tons av koli í Ukraina tey sein-
astu trý árini, bjóða upp á stálverkið. Tað høvdu tær
útlendsku fyritøkurnar ikki, og tí kundu tær ikki fáa
verkið. Andstøðan sigur, at í veruleikanum var ikki
talan um nakra útbjóðing, tí ætlanin hjá stjórnini var
alla tíðina, at versonur forsetans skuldi fáa stálverkið.
Forsetaval verður í Ukraina í oktober. Leonid
Kutsjma hevur boðað frá, at hann ætlar sær frá, og ta
seinastu tíðina hava myndugleikarnir gjørt alt fyri at
órógva valevnið hjá andstøðuni, skrivar Reuters.
Clinton illur
Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton var um
at missa tamarhaldi á sær sjálvum, tá bretska sjón-
varpið BBC tosaði við hann nú um dagarnar um ævi-
søguna, sum Clinton júst hevur givið út.
Í samrøðuni spurdi sjónvarpsmaðurin, um Clinton
iðrar seg um sambandið við skrivstovukvinnuna
Monicu Levinsky. Sjónvarpsmaðurin var ikki nøgdur
við svarið, sum hann fekk og endurtók tí spurningin
fleiri ferðir. Men tað var í meira lagi fyri Clinton, sig-
ur ein starvsmaður hjá BBC, sum hevur sæð samrøð-
una, sum BBC sendir í kvøld.
Nógvir amerikanskir fjølmiðlar hava tosað við Bill
Clinton um ta nýggju bókina, men bretsk tíðindafólk
halda, at teirra amerikonsku starvsfelagar hava verið
alt ov lagaligir við fyrrverandi forsetan.
Dømir ikki Hitler
Tann 9. oktober í 1942 skrivaði skrivarin hjá Adolf
Hitler, Martin Bormann, undir boðini um at útrudda
jødarnar í Evropa. Hóast hann formliga var skrivari
hjá Føraranum, var Bormann roknaður sum ein tann
týdningarmesti samstarvsfelagin hjá Hitleri.
Men elsti sonur Bormann, sum eisini eitur Martin
Bormann, vil ikki fordøma pápan og heldur ikki Hitl-
er sjálvan. Við blaðið Súddeutsche Zeitung sigur tann
74 ára gamli Martin Bormann, at pápi hansara hevði
ábyrgdina av jødatýningini sum heild, men at hann
hevði ikki ábyrgdina av tí, sum hendi í teimum ymsu
týningarlegunum. Martin Bormann sigur, at pápi
hansara var ikki ein harðrendur maður, og at hann
hevði ikki kunnað beint fyri nøkrum.
– Eg havi lært, at øll fólk kunnu mistaka seg.
Summi sleppa ongantíð burtur úr mistakinum, men
tann einasti, sum kann døma pápa mín og Hitler, er
Guð, sigur Martin Bormann við Súddeutsche Zei-
tung.
Fleiri ferðamannalond
í vanda fyri yvirgangi
Trygt at ferðast í Danmark
Tað er framvegis trygt hjá ferðafólki at
koma til Danmarkar
Hóast tann týska fregnartænastan nevnir Danmark
sum eitt av teimum londunum, har vandin fyri yvir-
gangi er stórur, halda teir donsku myndugleikarnir
ikki, at ferðavinnan er serligt álopsmál.
– Vit hava ikki sett nøkur serlig trygdartiltøk í verk
í sambandi við ferðavinnuna her, sigur Ole Torpe-
gaard í danska uttanríkisráðnum við norska blaðið
VG. Heldur ikki norska sendistovan í Keypmanna-
havn sigur seg hava fingið nakra ábending um, at
vandin fyri yvirgangi er vaksin har.
Norska reiðaríið Color Line skal flyta umleið eina
millión ferðafólk ímillum Noreg og Danmark í
summar, men heldur ikki har hava tey fingið nøkur
boð um størri vanda fyri yvirgangi, sigur kunningar-
stjórin, Helge Otto Mathisen, við VG.
Tann 33 ára gamli suðurkoreanski handilsmaðurin verður hálshøgdur, tekur Suðurkorea ikki
sínar hermenn úr Irak
Verjarnir hjá trimum
amerikonskum her-
monnum, sum eru
ákærdir fyri at hava
farið illa við iraksk-
um fangum, vilja
hava George W. Bush,
forseta at vitna í rætt-
inum
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Umframt forsetan vilja
verjarnir eisini sleppa at av-
hoyra verjumálaráðharran,
Donald Rumsfeld, sum
vitni. Ein av verjunum,
Paul Belgrin, hevur skuld-
sett Bush og Rumsfeld fyri
at hava skákað sær undan
Geneve-sáttmálanum. Hann
vil vera við, at fangavørð-
urin, sum hann er verji hjá,
bleiv biðin um at mýkja teir
iraksku fangarnar fyri at
fáa teir at siga tað, sum teir
vistu.
Verjarnir kravdu eisini, at
tveir av teimum ovastu
amerikonsku generalunum
í Irak, skuldu avhoyrast, og
í gjár fingu teir sín vilja.
Dómarin gjørdi av, at
generalarnir John Abizaid
og Ricardo Sanches skulu
avhoyrast.
Krevja Bush at vitna
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum
mintust meg á sjeytiáradegnum 5. juni 2004
við gávum, blómum og góðynskjum við
telefonsamrøðum, kort og e-mails. Tað
gleddi meg stórliga. Øll góð ynskir til
tykkum øll.
Heilsan Eli Davidsen
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
tá ið kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Henry Ziska
Klaksvík
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkið í Sambýlinum í Bøgøtu fyri góða
røkt og til deild M á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tøkk til prest og kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Tøkk til tykkum, sum vitjaðu inn á gólvið og til tykkum,
sum ringdu til okkara.
Tøkk fyri blómur og kransar og tykkum, sum sendu
gávur til Búfólkið í Sambýlinum.
Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini
og ervinum og til tykkum øll, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Hanna, Beinta og Jógvan
Krista, Hanna og Birgir
Hervið verður kunngjørt fyri ætt, vinum
og kenningum, at góða mamma, vermamma,
omma og langomma okkara
Anna Sofía Joensen
vanliga rópt Lillan, ættað úr Vestmanna,
búsitandi í Havn
andaðist á Lágargarði 19. juni, 84 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
hósdagin 24. juni kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Sólrun, Jónvør, Helgi og Durita
Tey, ið vilja minnast Lilluna, kunnu lata eina gávu til Parkinsonfelagið.
Dagurin
22. juni. 10.000 blóðvitni. Allir í eini herdeild hjá keisr-
anum Hadriani gjørdust kristnir. Eftir miklar pínslur
vórðu teir krossfestir á einum fjalli, summi siga á Ararat.
Føroya Læraraskúli:
25 lærarar útskrivaðir
Durita Nielsen:
Ph.D ritgerð í sild til góðskingar
Mynd: Jens Kristian Vang
Fríggjadagin 18. juni
2004 vóru 25 lærarar
útskrivaðir av Føroya
Læraraskúla.
Fremra rað f.v.: Búi Bratta-
berg, Nina Brockie, Elsa
Dam, Anna Gærdum, Birita
Hansen, Erla L. í Húsinum,
Katrin G. Isfeld, Bjørg
Joensen, Leivur R. Joen-
sen, og Jónina Justinussen,
Aftara rað f.v.: Tórhallur
Justinussen, Anetta Kalsoy,
Signar á Reynatrøð, Áshild
Kristiansen,
Reimund
Langgaard, Jónley á Løg-
mansbø, Jütta Reynslág,
Lydia Mortensen,
Jan
Terje
Simonsen,
Ingrid Patursson, Beinta
Skaalum, Veronika Peter-
sen, Marita Poulsen, Hans
Toftegaard og Silvurlín
Rasmussen.
Durita Nielsen úr Havn
(dóttir Arnfríðu og Svenn-
ing Nielsen) vardi tann 11.
juni Ph. D. ritgerð sína,
sum hon kallar »Herring -
living resources and good
products« við undirheit-
inum »A study of some
factors influencing the
guality of marinated herr-
ing«. Verjan fór fram á
Danmark Tekniske Uni-
versitet.
Durita, sum hevur starv-
ast á deildini fyri Fiske-
industriel Forskning á Dan-
mark Fiskeri-undersøgelser
síðani 1999, hevur seinast
trý árini verið við í einari
sildaverkætlan, og er tað í
tilknýti til hesa verkætlan,
at hon hevur skrivað rit-
gerðina.
Durita hevur granskað í
góðskueginleikunum
av
ferskari sild við atliti til
matvøruframleiðslu. Hon
hevur millum annað kann-
að eftir í hvønn mun faktor-
ar sum fitiinnnihaldið í
sildini, árstíðin, kynsbún-
ingin, støddin, hvar sildin
er fiskað og goymslan um
borð hevur á eginleikarnar
fyri góðskingini.
Hon hevur við sínari
gransking funnið fram til,
at ein av meginfaktorunum
fyri góðskuni er goymslu-
hátturin um borð, har ísing-
in er betri enn goymsla í
kølitangum.
Kanningar hennara vísa
eisini, at ein av fyritreyt-
unum fyri góðskingini (for-
edlingini) er fitiinnihaldið í
sildini. Og her hevur hon so
funnið fram til ein einfald-
an hátt hjá virkinum at
máta fitiinnihaldið eftir, so-
leiðis at sildin lættliga kann
flokkast eftir hesum.
Eitt annað, sum er áhuga-
vert við hennara kanning-
unum, er, at góðskan av
stórari gýtandi sild við høg-
um fitiinnihaldi er betri enn
góðskan av smáari óbúnari
sild við lítlari fiti.
Próvdómararnir (oppo-
nentarnir) sum vóru senior-
forsker Bo M. Jørgensen
frá Danmark Fiskeriunder-
søgelser í Lyngby, profess-
or Magni Martens frá Mat-
forsk í Noregi og dr. Ingrid
Undeland frá Chalmers
Tekniska Høgskola í Svø-
ríki, vóru sera væl nøgdir
við úrslitið av granskingini.
Durita hevur fingið boðið
granskingarstarv í North
Carolina í USA, og fer hon
eftir summarfrítíðina yvir
hagar, har hon skal gera
góðskugranskingar í ali-
fiski.
Tíðindaskriv
Fríggjakvøldið 18. juni kl.
19.00 læt málningafram-
sýning upp í Smiðjuni í
Lítluvík.
Tað eru tey bæði Kristina
Joensen og Ian Luid ið sýna
fram. Á framsýningini eru
30 akrylmálningar.
Í samband við at fram-
sýningin læt upp, varð tón-
leikacafé í Smiðjuni við
Niels Midjord, Høgna Lis-
berg,
Ronnie
Poulsen,
Finnur Jensen o.ø
Framsýningin er opin:
Fríggjakvøldið 18. juni frá
kl. 19.00 - 22.00.
Leygardagin 19. juni -
hósdagin 24. juni frá kl.
15.00 - 20.00.
Málningaframsýning og tónleikacafé
í Smiðjuni í Lítluvík
C
M
Y
K
13
12