Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juni 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 22. juni 2004 15 15 Hóast danska uttanríkisministeriið hevur staðfest, at føroyska passið gevur somu loyvi sum tað danska, so sleppur tú ikki inn í Libanon, um tú hevur »Føroyar« á passinum Vakrar sjónvarpslýsingar á altjóða tíðindarásunum hava seinastu tíðina roynt at víst á Libanon, sum frítíð- arperluna í Miðeystri. Eitt blómandi og nýmótans Beirut, azurblátt Miðjara- hav, skíítróttarstøð og ein rúgva av søguligum støðum og bygningsverkum eru millum annað tað, sum skal lokka ferðafólk hendaveg- in. Men fyri føroyingar er tó eitt stórt minus í øllum hesum. Føroyskir gestir sleppa nevnliga ikki inn í landið. Bara hendan seinasta mánaðin eru fleiri føroy- ingar – sum ikki hava verið í sama ferðalagi – blivnir steðgaðir við libanesiska markið, har tað hevur verið noktað teimum at sleppa inn. So seint sum sunnudagin ætlaðu Guðrun Rógva- dóttir, maður hennara og bæði børnini hjá teimum sær inn í landið. Maðurin hevur danskt pass, so hjá honum var eingin trupul- leiki, men tá Guðrun vísti grøna føroyska passið hjá sær, varð sagt stopp. – Hetta var eitt stórt vónbrot. Vit høvdu bílagt kamar á gistingarhúsi, og undan hesum høvdu vit eis- ini lisið eina rúgvu um landið, so vit gleddu okk- um sjálvandi til ferðina. Men brádliga stóðu vit í ongamannalandi. Millum Syria og Libanon við tveimum børnum og við- førinum. Bussurin hjá okk- um var farin víðari inn í Libanon, sigur Guðrun. Við fartelefonini fekk fatur á donsku ambassad- uni í Damaskus, sum kundi siga teimum, at eisini aðrir føroyingar vóru burturvístir við markið orsakað av grøna passinum. Men hóast tey vóru vitandi um hetta, so er mistakið ongantíð rættað. Tað eydnaðist okkum tó ikki at fáa fatur í donsku sendistovuni undan evsta- marki okkara. Guðrun sigur, at sambært teimum embætismonnum, sum stóðu við markið, kundi Libanon ikki góð- kenna føroyska passið, hóast teir høvdu hópin av upplýsingum um landið. Millum annað vistu menninir at siga, at í Føroyum búleikaðust um 47.000 fólk á 18 oyggjum. Men sambært einum innan- hýsis skjali – skrivað á arabiskum – sum varð víst húskinum, so verður grøna føroyska passið ikki góð- kent í Libanon. Guðrun og maðurin fingu eisini fatur á danska uttanríkisminesteriinum. Haðani varð alt fyri eitt sent eitt skriv, har tað varð staðfest »...that passport issued by the Faroe Islands authorities is as valid as regular Danish passport«. Meðan hjúnini bíðaðu, var alt málið sent til ovastu trygdarmyndugleikarnar í Libanon, men hetta hjálpti tó einki. Passið varð ikki góðkent, og ætlaði húskið sær um markið, so mátti tað verða uttan føroysku mammuna. Endin á øllum varð, at familjan mátti finna sær ein nýggjan buss at seta seg í. Hesaferð við kós móti Damaskus í Sýrialandi. – Eg havi áður upplivað, at fólk hava spurt meg um passið. Men hetta er so fyrsta ferðin, at mær er noktað innferðarloyvi til eitt land, sigur Guðrun, sum dagliga starvast hjá donsku ráðgevingarfyritøk- uni, EURA, og í hesum sambandi vanliga ferðast nógva staðni kring allan heimin. Frítíðarperla forboðin fyri føroyingum Tíðindaskriv Løgtingið gjørdi í 2002 ymsar broytingar í rentu- tryggingarlógini. Tann broyting, sum hevur týdn- ing fyri arbeiðsgevarar og løntakarar, er broytingin viðvíkjandi frádrátti fyri eftirlønarinngjøld hjá løn- takarum. Arbeiðsgevarar skulu nú gjalda løntakarans part av eftirlønargjøldum uttan um afturhaldsskipanina til eft- irlønarkontu hjá løntakar- um. Av tí at eftirlønargjøld nú verða goldin óskattað inn á eftirlønarkontu, skulu løn- takarar ikki longur draga hetta gjald frá skattskyld- ugu inntøkuni. Løntakarar, sum hava ar- beiðsgevaraeftirlønarskipa n og bert hava A-inntøku og ongan skattligan frádrátt, sleppa soleiðis heilt undan at lata sjálvuppgávu inn. Teir fáa framskundaða skattauppgerð, sum Toll- og Skattstovan ger út frá upplýsingum í skattaskrá- unum. Flestu arbeiðsgevarar hava tillagað seg eftir hesari broyting, men enn eru tó nakrir, sum ikki hava gjørt tað. Toll- og Skatt- stovan fer tí at heita á hesar arbeiðsgevarar, sum ikki hava broytt mannagongd, at fáa hetta í rættlag beinan- vegin. Víst verður til lógar- broyting, løgtingslóg nr. 40 frá 26.03.2002 um broyting í rentutryggingarlógini við gildi frá 10.04.2002. Tíðindaskriv Set P/F, ið varð stovnað av framtaksfeløgunum Notio, Framtaksgrunninum og Sparikassagrunninum, byrjaði sítt virksemi í janu- ar 2003 og hevur sostatt virkað í eitt knapt ár. Enda- málið við felagnum er á vinnuligum grundarlagi at seta váðafúsan íbirtingar- pening í verkætlanir og hugskot, sum hava góðar møguleikar fyri einum munandi búskaparligum avkasti. Set P/F hevur síðan stovnan gjørt íløgur í 3 feløg, og arbeiðir í løtuni við fleiri øðrum spennandi íløguætlanum. Felags fyri tær íløgur, sum SET P/F ger er, at tær verða framdar í hugskotsfasuni hjá einari fyritøku, t.e. áðrenn fyri- tøkan veruliga er komin ígongd. Nevndin metir, at útlitini eru góð fyri at felagið kemur at hava týdning fyri nýskapan innan føroyskt vinnulív. Felagið vil fram- eftir eisini virkið royna at finna nýggj hugskot at seta pening í, sum SET metir kunna geva eitt munandi avkast í framtíðini. Felagið eitur Set Broyting í lógini 14 Nr. 116 - 22. juni 2004 MARKNAÐARRÁK Stórstu hendingarnar í farnu viku vóru, at prís- vakstrartøl vóru kunngjørd og at stjórin í FED Alan Greenspan helt røðu í am- erikanska senatinum. Hesar hendingar fingu sera stóra ávirkan á virðisbræva- marknaðirnar og førdu við sær skiftandi kursstig. Vøksturin í nýtsluprísum og framleiðsluprísum, um hesir verða reinsaðir fyri orku og matvørur, vístu eina ymiska mynd. Nýtslu- prísirnir gjørdust lægri enn væntað, meðan fram- leiðsluprísirnir gjørdust hægri enn væntað. Serliga nýtsluprísirnir fingu ávirk- an á marknaðirnar so at lánsbrævarentur lækkaðu heilt fitt og partabrøv hækkaðu. Framleiðsluprís- irnir fingu øvutu ávirkan- ina, hóast hendan ikki var eins ógvuslig. Røðan, ið Greenspan helt eftir kunngerðina av nýtslu- prísunum var áhugaverd. Greenspan legði dent á, at eingin vandi var fyri ógvus- liga hækkandi prísvøkstri í næstum, og at rentuinntriv- ini hjá FED fóru at verða hóvlig. Av tí at marknaðir- nir frammanundan óttaðust minni hóvlig inntriv frá FED, lækkaðu eisini stytru lánsbrævarenturnar. Kaupthing væntar at hendan vikan gerst friðar- lig. Orsøkirnar eru tvær. Fyri tað fyrsta eru hópin av marknaðarluttakarum farn- ir í summarfrí og fyri tað næsta, er sera tunnligt við búskaparligum kunngerð- um hesa vikuna. Umframt at talið av teimum, ið fyrstu ferð søkja um arbeiðsloys- isstuðul í USA, verður kunngjørt, er tað at kalla einans týska vinnuálitið (IFO), ið verður kunngjørt. Væntað verður at álitið hjá týsku vinnuni um verandi og komandi gongd hækkar, men ávirkanin á marknað- irnar verður væntandi av- markað. Av øðrum viðurskiftum, ið tala fyri at vikan gerast friðarlig eru, at fríggjadag- in hava Svøríki og Finnland afturlatið, og kanska meira týdningarmikið er, at allir marknaðir bíða eftir at amerikanski tjóðbankin hevur rentufund mikudagin í næstu viku. Tá fer FED at hækka teirra leiðandi rentu við 0,25%. Hækkingin sjálv fer neyvan at ávirka marknaðirnar, tí ein slík er væntað. Áhugaverdari verður hvørji tíðindi FED fer at bera fram á fund- inum. Rentuhækkingin verður hóvlig Vika 26, 2004 www.kaupthing.fo Føroyska songkvinn- an Maria Guttesen og tónleikabólkur henn- ara, Divided Minds, koma tann 21. juni á føroyska marknaðin við nýggjari fløguút- gávu, við heitinum The Last Night TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Á fløguni eru 12 spennandi løg, sum Maria bæði hevur verið við til at smíða og framleitt. Ein blandingur av sorgblíðum - saman við hugløddum, lívligum song- um, allir við hugfangandi niðurløgum. Eitt forvitnisligt, inniligt og eitt sindur øðrvísi ljóð, ið Maria Guttesen, við síni sermerktu rødd, megnar at frambera á sín heilt serliga hátt. Hetta er gløggur og fjøl- broyttur popprokkur, ið spennir víða, líka frá tí bleytasta til tann harðasta rokkin. Maria syngur sjálv øll løgini og hon spælir eisini fleiri ljóðføri. Upptøkurnar eru gjørdar í MediaMusic í Keypmanna- havn, í Julian F Studio og Steeven Studio í Árhus. Tað er danska plátufelag- ið Cope Records, sum gev- ur fløguna út og hava tey stórar vónir fyri hesi fløgu. Ikki so løgið, tí løgini og tekstirnir eru framúrskar- andi, eins og ljóðfram- leiðslan og tónleikarnir eru á sera høgum støði. Fyrsta stakfløgu útspæli, A Better Today, er komið inn á playlistan hjá P3 á Danmarks Radio, so allir møguleikar fyri at røkka langt eru til staðar. Í Mars mánaði var hesin sangurin við á Gaffa-fløg- uni og tónleika-felagskap- urin SoundVenue hevur eisini biði um at fáa sangin við á teirra summar-fløgu. Meira fæst at vita um Mariu Guttesen og Divided Minds á heimasíðuni www.dividedminds.dk, har eisini tónleikur av fløguni eru at hoyra. Tað er útgávufelagið Tónleikur, ið gevur fløguna út í Føroyum, og hon fæst í handlunum nú. Mánamorgunin varð tann fyrsta pisan floygd í Hoydølum STUDENTASKÚLI Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Tað var ikki sørt við bland- aðum kenslum, at 19 ára gamla Ása Christiansen kundi kalla seg fyri student. Beint áðrenn klokkan níggju mánamorgunin fekk hon nevniliga húgvuna á høvdið, og gjørdist sostatt fyrsta floygda pisan í Hoy- dølum í ár. – Tað kennist bæði løgið og deiligt, at hetta er yvir- staðið, segði Ása, eftir hon kom út frá seinastu próv- tøkuni í religión. Hon leggur afturat, at tað er bæði fríandi og syrgiligt, at kapitullin í Hoydølum er yvirstaðin. Steðg Framtíðarætlanirnar hjá Ásu eru framvegis ikki heilt vissar. Hon ætlar fyrst og fremst at halda ein steðg eftir at hava gingið í skúla í 13 ár á rað. – Eg veit ikki nær ella hvat eg ætli mær at lesa víðari, men tað verður eina- ferð, sigur hon við einum smíli. Í summar verða annars floygdar beint yvir 100 pisur í Hoydølum. Maria Guttesen hevur fingið plátusáttmála Ása Christiansen, fyrsta pisan: Deiligt og løgið Fyrsta pisan í Hoydølum í summar, Ása Christiansen. Her stendur hon saman við stoltu foreldrunum, Birgith og Krisjan Christiansen Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 14