týsdagur 22. juni 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 22. juni 2004
17
Bæði Ove Pedersen og
Jógvan Martin Olsen
vóru nøgdir við dyst-
in leygardagin –
kanska serliga venjar-
in hjá Esbjerg fB, ið
segði seg framman-
undan hava væntað at
fingið harða føroyska
mótstøðu
INTERTOTO CUP
Hilmar Jan Hansen
Esbjerg: Undan dystinum
millum Esbjerg fB og NSÍ
hevði eitt av jútsku bløð-
unum róð framundir, at nú
skuldi NSÍ »få en på tophu-
en«, men tað hendi nú ikki.
Hinvegin var venjarin hjá
Esbjerg fB nøgdur við tað,
hansara menn høvdu avrik-
að teir gott og væl 90
minuttirnar á vøllinum
móti NSÍ.
– Havandi í huga, at vit
nú eru í ferð við at byggja
okkum upp til komandi
kappingarár í superliguni,
helt eg okkara spæl vera á
eini leið. Kanska vit skuldu
havt fingið nøkur fleiri mál
at byrja við í dystinum,
men annars eru eg stak væl
nøgdur, segði Ove Pedersen
eftir dystin.
– Eg hevði roknað við, at
vit fóru at fáa rímiliga
harða mótstøðu frá NSÍ, tí
føroyingar roynast ofta
nokk so drúgvir á vøllinum.
Tað vísti seg eisini, at liðið
dugdi væl at verja og út-
nytta teir møguleikar, ið
komu. Vit kanska lótu teir
fáa í so gott pláss viðhvørt,
tí teir dugdu væl at brúka
tað ímóti okkum.
Eisini Jógvan Martin Ol-
sen, venjari hjá NSÍ, var
nøgdur eftir dystin, ið hann
frammanundan hevði ynskt
skuldi geva gott útgangs-
støði til heimadystin. Tað
helt hann eisini, at dysturin
hevði givið – hóast tað
kundi verið enn betri.
– Burtur sæð frá fyrstu
løtuni við persónligum
mistøkum og kanska nerv-
um, haldi eg avrikið vera
gott hjá okkum. Eftir tað
komu vit øgiliga væl við og
brendu enntá fleiri kjansir,
ið annars plaga at fara í
málið, sigur hann.
– Eg iðri meg eitt sindur
um, at vit ikki fingu lagt
okkum á odda beint eftir út-
javningina, umframt at vit
eisini kundu fingið minkað
um munin við einum máli
móti endanum.
Serliga er Jógvan Martin
fegin um, at tað eydnaðist
NSÍ at halda Esbjerg fB frá
at koma til størri kjansir
allan seinna hálvleik. Hann
hevði tó ynskt sær ein fyri-
mun aftrat:
– Mest harmiligt haldi eg
tó vera, at dómarin ikki
tveitti Fredrik Berglund út,
tá hann opinlýst og uttan
bólt í nánd hevndi seg inn á
Ian, tí við einum manni í
meiriluta kundu vit kanska
havt gjørt uppaftur meira
um okkum.
Báðir venjararnir nøgdir
Hóast fólkið tykist
vera gott, so vil einki
ganga hjá ÍF, sum
framvegis er næstnið-
ast á stigatalvuni
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað eydnaðist B36 at lyfta
seg úr aldudalinum, tá teir
sunnudagin vunnu tryggan
4-1 sigur á ÍF.
Undan dystinum hevði
B36 annars ikki vunnið síð-
ani fjórða leikumfar, og á
stigatalvuni hevur hetta
borið við sær, at teir bara
hava hugt at, meðan Skála
og HB hava togað seg av-
stað í einum stríði, har B36
sjálvt fegin vildi ein partur.
Hjá ÍF hevur støðan ikki
verið stórt betri. Síðani teir
í øðrum umfari vunnu
heimadystin móti NSÍ, er
bert ein javnleikur fingin til
høldar, og tá er ilt at koma
upp um strikuna, sum í løt-
uni hóttir fuglfirðingar.
Uttan sjálvsálit
Og tað var eisini sjónligt, at
tað vóru tvey lið í kreppu,
sum hittust í Gundadali.
Spælið var als ikki nakað at
rópa hurra fyri, og hóast
báðir partar góvu gott pláss
a miðvøllinum, so bleiv tal-
an í nógvum førum um
sparkarí í vónini um, at
álopsmenninir kundu skapa
okkurt.
Her tóktist tað liggja
betri fyri hja´ÍF fyrstu løt-
una. Í varnu útgangsstøð-
uni, har Bartal var fluttur
aftur í miðverjuna, var
Magni á Lakjuni einsamall-
ur á toppinum, men ætlanin
var so heilt greitt, at frem-
stu miðvallararnir í besta
Drillo-stíli skuldu koma
rullandi fram, tá Magni
hevði fingið tamarhald á
bóltinum. Nakrar opnar
møguleikar gjørdist talan
ikki um, men fleiri ferðir
stóð nógv á B36-verjuni.
Í hinum endanum var
sera fátæksligt við vanda-
støðum fyrstu longu løtuna.
Sparkaríið
niðan
móti
álopsmonnunum endaði at
kalla hvørja ferð við, at
Bartal Eliasen stútaði burt-
ur, og tó at ein væl upplagd-
ur Allan Mørkøre ferð eftir
ferð kom niðan við í høgra
borði, so var tað rár hend-
ing, at bólturin varð lagdur
út til hansara.
Tilvildin ráddi
Tað bendi alt á, at eitt til-
vildarligt mál til annan
partin, kundi punktera mót-
støðuna, og tað sum so eis-
ini tað, sum hendi, tá B36
skoraði.
Alex dos Santos sendi
langt innfyri úr høgru, og tá
Bárður Mortansson skall-
aði útfrá, lameteraði Allan
bóltin í ÍF meskarnar.
Og so fall alt meira ella
minni saman hjá ÍF. Varna
útgangsstøðið var at kalla
nyttuleyst, nú teir vóru
aftanfyri, og at John Peter-
sen at kalla ótarnaður kundi
stúta horna í netið til 2-0,
mundi ikki bøta um støð-
una.
Seinni hálvleikurin gjørd-
ist tó eitt sindur meira
spennandi, enn fyrstu trý
korterini høvdu bent á. B36
tók seg nú væl longur aftur
á vøllin, og tað gav ÍF góð-
ar umstøður at skapa eitt
skipað trýst. At teir sam-
tundis fluttu Bartal niðan í
álopið, hevði við sær, at teir
gjørdist munandi meira
vandamiklir í loftspæl-
inum, tó at talan heldur ikki
her gjørdist um opnar
møguleikar.
Fuglfirðingarnir spentu
bogan høgt í royndunum at
skora, og brádliga hendi so
tað, sum so ofta hendir í
slíkum førum. John Peter-
sen varð spældur púra leys-
ur, og einsamallur við mál-
verjanum sveik hann ikki.
Eitt lið í kreppu
Og so var seinasta luftin
farin úr ÍF. Klæmint Matras
økti til 4-0, og talan kundi
so væl og virðiliga verið
um fleiri mál til vertirnar,
áðrenn ÍF í yvirtíðini pynt-
aði um munin eftir horna.
Tað fekk tó ikki fjalt ta
sannroynd, at ÍF mest sum
líktist einum liði í upp-
loysn. Og spurningurin er
helst, um verandi aldudal-
urin hevur rakt somikið
meint, at liðið ikki fær reist
seg aftur. Enn hava teir luft
niður til toftamenn, men
avrikini hjá hesum hava
bent rætta vegin seinastu
tíðina. Komandi vikuskifti
fær ÍF vitjan av KÍ, sum
ikki hevur vunnið í sjey
umfør, og tann dystin hava
fuglfirðingarnir neyvan ráð
at tapa.
Hjá B36 mundi sigurin
hinvegin vera eitt kærkom-
ið lyft, men hann fekk tó
ikki fjalt, at liðið framvegis
hevur stórar trupulleikar at
arbeiða við. Á pappírinum
hava teir góðan møguleika
at ogna sær trý stig afturat,
áðrenn
farið
verður
í
summarfrí, tá teir vitja á
Toftum. Verður tað so, so
hevur liðið um ikki annað
konsoliderað seg í ovaru
hálvu av stigatalvuni, men
teir skulu framvegis hava
góða hjálp frá øðrum, um
teir skulu ota seg longur
uppeftir.
B36-ÍF 4-1 (2-0):
Vandaleysir fuglfirðingar
B36-ÍF 4-1 (2-0)
1-0 Allan Mørkøre, 30
35.: 2-0 John Petersen, 35
70.: 3-0 John Petersen, 70
74.: 4-0 Klæmint Matras, 74
89.: 4-1 Hanus Eliasen, 90
B36:
Tróndur Vatnhamar – Allan Mørkøre, Jóhannis Joen-
sen, Egil á Bø, Arnbjørn Danielsen – Bárður Mort-
ansson (Jens Erik Rasmussen, 72.), Kenneth Jacob-
sen (Ronnie Samuelsen, 77.), Niels Joensen, Alex
Dos Santos – John Petersen, Áki Mørk (Klæmint
Matras, 62).
ÍF:
Karstin Joensen – Áki Petersen (Torstein Joensen,
77.), Viggo Johannesen, Bartal Eliasen, Rúni Elttør
– Fritleif í Lambanum, Eyðolvur Petersen, Høgni
Zachariasen – Árni Petersen, Atli Petersen (Høgni á
Lakjuni, 60.), Magni á Lakjuni (Hanus Eliasen, 60.).
Gult kort: Høgni á Lakjuni.
Dómari: Jens Petur Brattalíð. Hevði ikki nevni-
verdar trupulleikar av tomu uppgerðini.
Fakta um dystin
Niels Joensen og B36 vóru
omaná í dystinum ímóti
ÍF í Gundadali
sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
17
Nr. 116 • týsdagur • 22. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Matematisku møgu-
leikarnir fyri úrslit-
inum í Esbjerg leygar-
dagin rukku líka frá
6-0 til 3-3. Jens Mart-
in Knudsen tók
broddin av vertunum
ta fyrstu hektisku løt-
una, og so við og við
kom NSÍ til heilt stór-
ar kjansir móti
bronsuvinnarunum
úr donsku superlig-
uni
INTERTOTO CUP
Hilmar Jan Hansen
(Esbjerg) Tá NSÍ í fjør
spældi sín útidyst í UEFA
Cup-kappingini í Norra
móti Lyn, endaði tað við
sorli. Heili 6-0 taptu runa-
víkinga tann dystin, eftir at
teir á heimavølli høvdu tapt
3-1 í fyrra dystinum.
Leygardagin var tó líkt
til, at NSÍ hevur lært nakað
av hesum, tí burtur sæð frá
fyrstu løtuni móti bronsu-
vinnarunum
í
donsku
superliguni, Esbjerg fB, var
ongantíð nakar veruligur
vandi fyri endurtøku av
sorlinum í fjør.
Fyrst og fremst var Jens
Martin Knudsen maðurin,
ið helt lív í gulu-svørtu
vónunum í ítróttarleikvøll-
inum í Esbjerg, sum var
karmur um dystin. Við
fleiri framúrskarandi bjarg-
ingum syrgdi hann fyri, at
Esbjerg fB ongantíð kom í
holt við nakra málveitslu.
NSÍ hevði eitt sindur ilt
við at fóta sær fyrstu 15-20
minuttirnar, men fekk síð-
ani spælt seg upp og fekk
eisini í løtum givið Esbjerg
líka fræga mótstøðu, sum
liðið farna kappingarárið
mundi fáa frá fleiri øðrum
superliguliðum.
Víst fekk Esbjerg fB hol
á longu í fjórða minutti, tá
Jerry Lucena smekkaði til
eftir jørð frá brotsteigar-
markinum, uttan at Jens
Martin hevði ein livandi
kjans. Men annars var topp-
húgvumaðurin kongur í
feltinum og tók alt, sum
kom ímóti.
– Fyrstu løtuna vóru vit
undir sera hørðum trýsti,
har teir at kalla skræddu
okkum sundur. Men eg
fekk gjørt nakrar bjargingar
har, so eg má bara siga, at
eg eri sera væl nøgdur, sig-
ur Jens Martin.
– Hinvegin haldi eg, at vit
fótaðu okkum øgiliga væl í
dystinum. At vit fóru at fáa
onkrar kjansir, høvdu vit í
grundini roknað við, tí teir
hava so álopshugaðar bakk-
ar, at fyrr ella seinni fór at
verða pláss fyri onkrum í
okkara part. Og so var eis-
ini.
Fatur á rætta
endanum
Tá hálvur tími var farin av
fyrra hálvleiki, fekk NSÍ
javnað til 1-1. Málið kom
eftir eina løtu, har NSÍ
hevði víst gott spæl, so tí
var kanska væntandi, at
onkur beinleiðis roynd móti
málinum fór at spyrjast
burturúr.
Málgevandi álopið varð
eisini sera gott. Bólturin
kom heilt afturi frá vinstru
verjusíðu umvegis Brynj-
olv Nielsen á høgra bakki
fram til Helga L. Petersen,
sum slapp fram við tveim-
um verjuspælarum hjá Es-
bjerg fB, áðrenn hann úr
høgru fekk sent væl inn-
fyri.
Gert Langgaard var á
rætta staðnum og skuldi
skjóta, men onkursvegna
fekk hann ongantíð skot á. Í
staðin fór bólturin aftur um
hann, men har fylgdi Ian
Højgaard upp og fekk
smekkað bóltin í mótsatta
málkrók, uttan at Lars
Winde í málinum hjá Es-
bjerg fB hevði ein livandi
kjans at bjarga.
– Tað var ótrúliga deiligt
at síggja handan bóltin í
málinum. At eg fekk bóltin,
var kanska eitt sindur til-
vildarligt, men hann kom at
liggja øgiliga væl fyri hjá
mær, og so var bara at vera
avgjørdur og smekka til,
segði Ian Højgaard, sum
yvirhøvur var væl nøgdur
eftir dystin.
– Jú, eg eri nøgdur. Men
kortini hevði eg vónað, at
bara eitt mál var á muni til
síðst. Vit kundu jú komið á
odda 2-1, líka so væl sum
vit kundu havt minkað til 2-
3. At vit so fingu tikið ferð-
ina úr dystinum og forðað
teimum í at skapa nakað
allan seinna hálvlveik, eri
eg framúr væl nøgdur við.
Eg haldi, at vit hava lært
okkurt frá dystinum móti
Lyn í fjør, tá alt skrædnaði
hjá okkum.
Tveir minuttir fyri hálv-
leik var Ian miðdepil í ein-
ari hending, ið átti at havt
kostað svenska framherj-
anum, Fredrik Berglund,
reyða kortið. Hann spark-
aði Ian niður beint undir
liðini á maltesiska dómar-
anum, ið kortini ikki latst
um vón, eins og linjudóm-
arin heldur ikki læt við seg
koma.
– Tað var heilt ótrúligt, at
hetta ikki skuldi kosta hon-
um nakað, tí øll mundu
hoyra brestin, tá hann
sparkaði meg niður, sigur
Ian, ið helt hetta vera or-
søkina til, at Fredrik Berg-
lund bleiv skiftur út í hálv-
leikinum.
Fleiri kjansir
Eftir at runavíkingar høvdu
javnað, fingu teir fleiri
møguleikar at leggja seg á
odda. Fyrst Gert Langgaard
við einum frálíkum skallara
frá fimmmetrinum, sum
Lars Winde meistarliga
fekk refleksbjargað, eins og
hann var skjótur út, tá Jón-
stein Petersen rann alla
verjuna hjá Esbjerg fB av,
men tamdi ov harðliga við
bringuni, so bólturin fór ov
langt frá honum.
Eisini eftir at vertirnir
høvdu lagt seg framum 3-1,
hevði NSÍ møguleikar at
svara aftur. Tann størsta átti
Helgi L. Petersen fýra
minuttir fyri hálvleik, tá
hann í høgru síðu fekk
skrædd seg leysan av bakk-
inum og sent móti mál-
inum. Hesa ferð lá Lars
Winde flatur uppi undir
yvirliggjaranum og fekk
jústað bóltin á samankom-
ingina og út.
Í seinna hálvleiki var
Helgi eisini arkitekturin
aftan fyri kanska størsta
møguleikan at fáa minkað
um munin, tá hann mest-
sum í yvirtíðini fekk sent
innfyri úr høgru síðu. NSÍ-
ararnir framman fyri mál-
inum vóru í yvirtali og
stóðu rættiliga væl fyri,
men eingin teirra fekk fatur
á bóltinum, ið mestsum
bara skuldi sópast inn.
– Eg eri ikki ordiliga
nøgdur við úrslitið, men
allíkavæl nøgdur. Teir eru
eina deild betri enn vit,
men eina ella aðrastaðni
hevði eg vónað, at vit
kundu fingið ein javnleik,
hóast tað er nokk so nógv at
vænta sær, segði Helgi L.
Petersen.
Hann var leygardagin ein
av fleiri NSÍ-arum, ið førdu
seg fram á høgum stigi í
dystinum
móti
donsku
bronsuvinnarunum. Aðrir
vóru eitt nú Jónstein Peter-
sen, Ian Højgaard, Brynj-
olvur Nielsen, Óli Hansen
og sjálvandi Jens Martin
Knudsen.
Spurningurin er so, hvat
NSÍ kann gera við Esbjerg
fB seinnapartin leygardag-
in, tá liðini møtast á Svanga-
skarði í seinna dystinum.
Tað velst um, um tann dyst-
urin fer at líkjast fyrstu løt-
uni við stórum trýsti á sær
ella síðsta korterinum av
fyrra hálvleiki við góðum
NSÍ-spæli í longum løtum.
Um vit venda aftur til
matematikkina, so kemur
NSÍ víðari við einum 2-0
sigri. Tað er nokk meira,
enn krevjast kann av før-
oyskum amatørum móti
donskum yrkisspælarum,
men hinvegin er bólturin
framvegis rundur…
Runavíkingar
komu væl frá tí
Jústinus R. Hansen dystast við Jakob Poulsen, meðan Ian Højgaard og Aleksandar Jovevic fylgja við
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Leygardagin 19. juni 2004 í Esbjerg
Esbjerg fB-NSÍ 3-1 (3-1)
1-0: Jerry Lucena, 4. min.
1-1: Ian Højgaard, 30. min.
2-1: Søren Barslund, 36. min.
3-1: Jess Thorup, 38. min.
NSÍ:
Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Dánial
Hansen, Óli Hansen, Sjúrður Jacobsen (Andy Olsen,
63.) – Aleksandar Jovevic (Kári Hansen, 46.), Ian
Højgaard, Jústinus R. Hansen – Helgi L. Petersen,
Gert Langgaard (Eddie Mikkelsen, 81.), Jónstein
Petersen
Esbjerg:
Lars Winde – Martin Jensen, Nikolai Høgh, Kjetil
Pedersen – Frank Hansen, Jan Kristiansen (Tommy
Løvenkrands, 46.), Jakob Poulsen, Jerry Lucena –
Søren Barslund (Henrik Hansen, 78.), Fredrik
Berglund (Morten Friis, 46.), Jess Thorup
Gul kort: Aleksandar Jovevic 17, Helgi L.
Petersen 50, Ian Højgaard 64
Áskoðarar: 925 (harav minst 100-150 føroying-
ar).
InterToto Cup
C
M
Y
K
16