týsdagur 22. juni 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 22. juni 2004
19
19
GÍ-HB 1-3(1-2)
Kundi farið báðar vegir
HB vann trupla úti-
dystin í Gøtu sunnu-
dagin, men høvdu
gøtumenn verið eitt
sindur neyvari,
kundu teir eins væl
havt stigini eftir í
Gøtu
GÍ-HB
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Mangan hevur HB havt tað
trupult, tá ið teir hava verið
á vitjan hjá GÍ í Sarpigerði,
og dysturin sunnudagin var
einki undantak í so máta.
Hóast havnarmenninir vóru
favorittar undan dystinum,
so var tað heimaliðið, ið
byrjaði dystin best.
Lítið skipað spæl
Nógvur vindur var í Gøtu
sunnudagin, og hetta darv-
aði eisini spælinum nakað.
Gøtumenn høvdu vindin
undan í fyrra hálvleiki, og
fleiri ferðir var ótrygga
HB-verjan sett undir trýst.
Serliga var tað úti í borðun-
um, at GÍ fekk sett trýst á
gestirnar, men tað mangl-
aði sum oftast tann seinasta
avleveringin. Tað hevði
kanska eisini hjálpt hjá
gøtumonnum,
um
teir
høvdu ein mann afturat
heilt har frammi, tí ofta var
Krystof Popczynski ógvu-
liga einsamallur í GÍ-álop-
inum.
Eisini á miðvøllinum, har
HB vanligani er sterkast,
var GÍ við yvirlutan, og
landsliðsleikarin hjá GÍ,
Súni Olsen, hevði ovmikið
av plássi til at liggja og
reika aftur og fram og lúra
eftir møguleikanum fyri at
sleppa framat við kanónini.
Fyrstu løtuna var spælið
ógvuliga óskipað, serliga
hjá havnarmonnunum, men
bráddliga var ein glotti, og
tað gav eisini úrslit. Nærum
ein hálvur tími var leiktur,
tá ið Kári Nielsen hjá HB
sendi Heðin á Lakjuni av-
stað í vinstra borði. Kviki
klaksvíkingurin var knapp-
ur og sendi væl innfyri, og
har var leikandi venjarin,
Heine Fernandez, hægstur
og stútaði bóltin í mál til 1-
0 til gestirnar. Hetta var
ikki heilt í tráð við dystar-
gongdina, men málið hjá
Fernandez fekk leikararnar
hjá HB at vakna við, og
næstu løtuna var betur skil
á hjá føroyameistarunum.
Tó gav altíð vandamikli
Súni Olsen áskoðarunum
eitt gott dømi um, hví hann
av mongum verður mettur
sum okkara allarbesti lang-
skotsskjútti. GÍ fekk eitt
fríspark einar 25 metrar frá
HB-málinum, og landsliðs-
leikarin langaði til. Bólt-
urin brast í tvørstongina og
niður á sjálva málstrikuna,
áðrenn hann bleiv spark-
aður burtur av HB-verjuni.
Eitt framúr gott fríspark,
sum hevði uppiborið eina
betur lagnu.
Ístaðin fyri at GÍ fekk
javnað til 1-1 við fríspark-
inum hjá Súna, vóru tað
gestirnir úr Havn, sum bert
tríggjar minuttir seinni
øktu um leiðsluna. Heine
Fernandez fekk loyvi til at
renna ótarnaður heilt inn í
brotsteigin hjá GÍ, áðrenn
hann bleiv taklaður. Bólt-
urin stakk yvir til liðskipar-
an hjá HB, Rúna Nolsøe,
sum hevði góða tíð at langa
bóltin í mál til 2-0.
Gøtumenn
fingu
tó
minkað um munin beint
fyri hálvleik, men tað
skuldi eitt ógvuliga bíligt
brotsspark til tað. Rasmus
Nolsøe hjá HB bleiv dømd-
ur fyri at hava verið ov
harðligur við ein GÍ-leik-
ara, og tað mundu tað verða
fá onnur enn dómarin, ið
sóu. Eitt ógvuliga ivasamt
brotsspark. Leikandi venj-
arin hjá GÍ, Krystof Pop-
czynski, skoraði ósvikaliga
trygt, og tað var júst tað, ið
GÍ hevði brúk fyri, áðrenn
farið var til hálvleiks.
Rógvi avgjørdi
Gøtumenn løgdu bragdliga
fyri eftir steðgin, og fleiri
ferðir vóru boð eftir nýggja
málverjanum
hjá
HB,
Danny Rasmussen, sum
hevði skúgvað Pól Næss
Joensen út á beinkin.
Danny hevði eitt sindur av
nervum í byrjanini av dyst-
inum, men spældi seg upp,
og serliga í seinna hálvleiki
hevði hann fleiri góðar
bjargingar, tá ið gøtumenn
roydnu at trýsta.
Dysturin bleiv avgjørdur,
tá ið seinni hálvleikur var
nærum hálvrunnin. Eftir at
GÍ hevði havt eitt ávíst trýst
á HB-málið eina góða løtu,
komu
havnarmenninir
spakuliga inn aftur í dystin,
og tá ið 63 minuttir vóru
leiktir, fekk HB hornaspark
í høgra borði. Heðin á
Lakjuni sendi innfyri við
vinstra beini, og inni í mál-
teiginum var Rógvi Jacob-
sen hægstur og stútaði
bóltin fram við Halli í GÍ-
málinum, og so var 3-1 til
HB. Hetta málið tók gassið
av ballónini hjá GÍ, og tað
sum eftir var av dystinum,
var tað HB, ið var við yvir-
lutan og hevði fleiri stórar
møguleikar at økja um
leiðsluna.
Hepnið fylgir
oddaliðum
Ofta verður tikið til, at
hepnið fylgir teimum lið-
um, ið eru við har frammi í
oddinum,
og
dysturin
sunnudagin mundi verða
ein staðfesting av hesari út-
søgn. Liðini bæði vóru
ógvuliga jøvn, men tá ið
samanum kom, fór HB
suður aftur til Havnar við
øllum trimum stigunum.
Gøtumenn
høvdu
havt
møguleikan at ogna sær
stigini, men ein tvørstong
og væntandi neyvleiki í
avgerandi løtum gjørdi, at
tað ikki lukkaðist hjá teim-
um. Hinvegin vóru havnar-
menninir meiri avgjørdir, tá
ið høvi beyðst, og tí vóru
tað teir, sum vóru omaná, tá
ið dómarin, Eiler Rasmus-
sen, bríkslaði fyri seinastu
ferð.
Hjá GÍ var saknurin í
Atla Gregersen í miðverj-
uni eisini stórur, tí at HB í
Heina Fernandez og Rógva
Jacobsen hevur tveir áleyp-
arar, ið eru sera sterkir í
luftini. Miðverjarnir báðir
hjá GÍ, Pól og Kaj Enni-
garð, høvdu annars gott tak
á HB-framherjunum, men
báðir mistu hvør sína ferð í
luftini, og í báðum førum
kostaði tað mál.
Tað sá álvarsligt út, tá ið
HB-liðskiparin,
Rúni
Nolsøe, bleiv borin av vølli
eitt korter fyri leiklok eftir
eitt hendiligt óhapp, men
skaðin
er
neyvan
so
álvarsligur.
Teir nógvu HB-áskoðar-
arnir, ið høvdiu leitað sær
norður til Gøtu sunnudagin,
fingu rukkur í pannuna, tá
ið liðskiparin hjá føroya-
meistarunum, Rúni Nolsøe,
bleiv borin av vøllinum
seint í dystinum. Rúni og
ein gøtumaður duttu um
hvønn annan, og í fallinum
beklaði Rúni á báðum
beinum og noyddist tí at
berast av vøllinum.
Seint sunnukvøldið tos-
aðu vit við Rúna, og tá
segði hann, at skaðin
neyvan var álvarsligur, tí
longu tá fekk hann gingið
aftur og sett fótin til. HB-
liðskiparin roknar heilt vist
við at verða klárur aftur til
næsta dystin hjá havnar-
liðnum, sum verður í
Gundadali um tíggju dagar,
tá ið NSÍ kemur á vitjan í
seinasta dystinum í fyrru
helvt.
Dysturin
verður
leiktur mikukvøld, tí at NSÍ
leikar
InterToto-Cup
í
vikuskiftinum.
Um sjálvan dystin í Gøtu
sunnudagin, sigur Rúni, at
hatta var eitt tað vána-
ligasta, ið HB hevur leikt í
ár, men tá ið man fær øll trý
stigini, ger tað onki, heldur
hann. – Spælið hjá okkum
hekk als ikki saman, og
verjan var rættuliga ótrygg
í fleiri førum, heldur Rúni
Nolsøe.
Skaðin ikki so álvarsligur
HB-liðskiparin Rúni Nolsøe
bleiv borin av vølli seint í
dystinum, men skaðin tykist
ikki verða so álvarsligur
savnsmynd
Rógvi Jacobsen var aftur hesaferð millum málskjúttarnar hjá
HB, og klaksvíkingurin hevur nú skorað seks mál í átta
umførum, tað sama sum leikandi venjarin Heine Fernandez
savnsmynd
GÍ-HB 1-3(1-2)
0-1 Heine Fernandez
0-2 Rúni Nolsøe
1-2 Krystof Popczynski brtsp.
1-3 Rógvi Jacobsen
GÍ: Hallur Hansen - Leivur Hansen, Pól Ennigarð,
Kaj Ennigarð, Hanus Jacobsen, Símun Louis Jac-
obsen - Áslakkur Petersen, Hans Pauli Petersen, Pól
Henning Jacobsen - Súni Olsen - Krystof Pop-
czynski
Gult kort: Leivur Hansen og Pól Ennigarð
HB: Danny Rasmussen - Hallur Danielsen (66. Eli
Thorsteinsson), Símun Eliasen, Vagnur Mohr Mort-
ensen, Rasmus Nolsøe - Jákup á Borg, Rúni Nolsøe
(80. Emil Nolsøe Leifsson), Kári Nielsen, Heðin á
Lakjuni - Rógvi Jacobsen, Heine Fernandez
Gult kort: Rógvi Jacobsen og Heine Fernandez
Dómari: Eiler Rasmussen: Hevði onkrar ivasamar
avgerðir, og eisini kundi samarbeiðið við linjuverj-
arnar verið betur, men annars var ikki so nógv at
seta fingurin á.
FAKTA
18
Nr. 116 - 22. juni 2004
Argjamenn nærkast oddinum
TB vann oddadystin
móti Royn leygardag-
in, og harðastu kapp-
ingarneytarnir hjá TB
í løtuni eru argja-
menn, sum vunnu í
Sumba
2. DEILD
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Mest áhugaverdi dysturin í
2. deild hetta vikuskifti var
uttan iva oddadysturin mill-
um grannarnar úr TB og
Royn, sum var leiktur á
Sevmýri leygardagin.
Hallur gjørdi bart
Tað
vóru
gestirnir
úr
Hvalba, sum byrjaðu dystin
betur, og dysturin var ikki
meiri enn 11 minuttir gam-
al, tá ið Rúni Thomsen
legði Royn á odda 1-0. TB
royndi at trýsta fyri at fáa
útjavnandi málið, og tíggju
minuttir eftir leiðslumálið
hjá Royn, fekk heimaliðið
brotsspark. Tað setti Einar
Petersen í netið, og so var
1-1, sum eisini var hálv-
leiksstøðan.
Í seinna hálvleiki var
eingin ivi um, hvat var
betra liðið, tí tvørámenn
vóru greitt við yvirlutan, og
serliga ein leikari skaraði
framúr. Framherjin Hallur
Christiansen var veruliga í
essinum leygardagin, og
hann gjørdi ikki mætari enn
at skora øll fýra málini,
sum TB fekk í seinna hálv-
leiki. Harvið vann TB dyst-
in ruddiliga 5-1, og hevur
tískil styrkt um oddasessin
hjá sær.
AB liggur framvið
Á Krossinum í Sumba var
dystur millum sumbingar
og AB. Hendan dystin
vunnu argjamenn 3-1, men
tað var ikki fyrr enn í evstu
løtu, at sigurin bleiv stað-
festur. Í fyrra hálvleiki vóru
argjamenn klárt við yvir-
lutan, og tað kundi lættliga
komið fleiri enn tey bæði
málini, sum AB fekk fyri
steðgin. Fyrst var tað Pætur
Dam Jacobsen, ið legði
gestirnar á odda 1-0, og
eina løtu seinni økti Rúni
Hvannastein, ið er komin úr
B36, til 2-0, sum eisini var
hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki komu
sumbingar fyri seg, og ungi
Martin Poulsen minkaði
um munin til 1-2, og
heimaliðið trýsti óført fyri
at javna. Ístaðin var tað AB,
sum í síðsta minutti sló
kontra, eftir at Sumba hevði
sent alt fólkið fram í brots-
teigin hjá argjamonnum, og
Símin Hansen skoraði fyri
AB til endaliga úrslitið 3-1
til argjamenn.
Spennandi dystur í
Klaksvík
Ein tann mest spennandi
dysturin var i Klaksvík, har
KÍ hevði vitjan av B71.
Klaksvíkingar fingu bestu
byrjanina upp á dystin, og
Alexander Djordjevic skor-
aði tvær, og so var heima-
liðið á odda 2-0. Seinni
noyddist Djordjevic av
vøllinum við slitnari hæl-
sinu, og hann verður neyv-
an at síggja aftur á vøll-
inum í ár. Jónsvein Thom-
sen minkaði um munin til
2-1, áðrenn unglingaleik-
arin Steffan Kalsø økti um
KÍ-leiðsluna til 3-1. Sand-
ingar góvu tó ikki skarvin
yvir, og fyrst minkaði Clay-
ton Soares til 3-2, áðrenn
Jónsvein Thomsen aftur var
upp á spæl og javnaði til 3-
3. Tað vóru tó klaksvík-
ingar, sum høvdu síðsta
orðið, og stutt fyri leiklok
skoraði Gunnleif Biskopstø
sigursmálið til 4-3 til KÍ.
Tannleyst í Gundadali
Tað sást á øllum brøgdum,
at tað vóru tvey av teimum
veikaru liðunum í deildini,
sum hittust í Gundadali
leygardagin, tá ið B36 og
VB dystaðust. Dysturin var
ógvuliga vánaligur, og mál-
møguleikarnir fáir í tali.
Sera lítið skipað spæl var í
dystinum, og bæði liðini
høvdu rættuliga nógvar
ungar leikarar á liðnum.
B36 fekk tó ein fyrimun um
miðjan seinna hálvleik, tí tá
bleiv málverjin hjá VB
rikin av vølli. Havnarmenn-
inir megnaðu tó ikki at
gagnnýta yvirtalsstøðuna,
hóast teir høvdu onkran
opnan málmøguleika móti
endanum av dystinum.
Einvegis ferðsla í
Vágum
FS Vágar ætlar sær ikki
einki. Leygardagin vóru
leirvíkingar á vitjan í Vág-
um, og teir blivu sendir
norður aftur við einum
lemjandi 2-7 ósigri. Lið-
skiparin hjá FS Vágum,
Birgir Joensen, opnaði mál-
veitsluna, tá ið hann legði
FS Vágar á odda 1-0, men
LÍF fekk tó javnaði við
einum máli, sum Magni
Høgnesen skeyt. Eftir hetta
var tað tó fyri tað mesta
talan um einvegis ferðslu,
og Birgir Joensen var á
blettinum einaferð afturat,
Sonny Johansen skoraði
tvær ferðir, og teir báðir
Eyðfinn Fjalsbak og Jack
Johansen fingu hvør sítt
mál, áðrenn Andrias L. Ol-
sen móti endanum av dyst-
inum fekk pyntað um úr-
slitið fyri LÍF til endaliga
úrslitið 7-2 til FS Vágar.
Ein sigur, sum veruliga
gevur vágamonnum blóð
upp á tonna.
TB-Royn 5-1
0-1 Rúni Thomsen
1-1 Einar Petersen brts.
2-1 Hallur Christiansen
3-1 Hallur Christiansen
4-1 Hallur Christiansen
5-1 Hallur Christiansen
B36-VB 0-0
KÍ-B71 4-3
1-0 Alexander Djordjevic
2-0 Alexander Djordjevic
2-1 Jónsvein Thomsen
3-1 Steffan Kalsø
3-2 Clayton Soares
3-3 Jónsvein Thomsen
4-3 Gunnleif Biskopstø
Sumba-AB 1-3
0-1 Pætur Dam Jacobsen
0-2 Rúni Hvannastein
1-2 Martin Poulsen
1-3 Símin Hansen
FS Vágar-LÍF 7-2
1-0 Birgir Joensen
1-1 Magni Høgnesen
2-1 Sonny Johansen
3-1 Birgir Joensen
4-1 Sonny Johansen
5-1 Eyðfinn Fjalsbak
6-1 Wellington Soares
7-1 Jack Johansen
7-2 Andrias L. Olsen
Stór frásøgn frá FM-
róðrinum á
Sundalagsstevnu verður í
blaðnum í morgin
Klaksvíkingar vunnu
spennandi dystin móti B71 í
Klaksvík leygardagin 4-3
C
M
Y
K
18