Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. juli 2014 · Nr. 75 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ferðast VARMAKELDA Vilmund Jacobsen Á Havnarskrivstovuni í Fugla­ firði eru teir eisini spentir eft­ir avbjóðingini við nýggja upp­sjóv­ar­ virkinum og Rólant Højsted, havn­ ar­meistari, ivast onga løtu í, at P/F Pela­gos fer at geva Fuglafirði eina enn størri skipaferðslu. – Móttøkuorkan verður fyribils 600 tons um samdøgnið. Tað merk­ ir, at alt eftir, hvat skipini hava á hvørjum túri, kunnu vit vænta eina væl størri skipaferðslu. Fisk­ ur­in, sum kemur upp á land til inn­frystingar, skal eftir frysting í fyrsta lagi inn á goymsluna, men síð­an skal hann eisini avskipast aft­ur. Neyv planlegging Rólant Højsted vísir á, at tað verður ein avbjóðing hjá teimum, sum skipa fyri í havnini, at skipa alt so væl sum tilber. – Tað verður neyðugt enn meira planlegging, tí hóast havna­lagið er stórt, hevur tað eis­ini sínar avmarkingar. Ytst á havnalagnum hava vit Effo Bun­ kers, og síðan kemur nýggja og stóra uppsjóvarvirkið. Henda at­ løgu­síðan er 178 metrar long, og bæði bunkringar, landingar og av­ skip­ingar skulu fara fram á somu bryggju, tó at skipini eru stór. Havnarstjórin veit at siga, at nýggja virkið kemur at hava trý inn­tøk, sum hann róptar tað, og hesi verða brúkt - alt eftir, um skip liggja til bunkringar ella avskipingar um somu tíð, sum fiskur verður land­ að­ur. ­– Eg dugi at síggja, at við eini fyri­bils frystiorku á 600 tons um sam­døgnið, kemur eitt skip at landa í senn, leggur Rólant Højsted aftr­ at. Gongur sum er Havnarstjórin vísir á, at talan hevur ver­ið um at longt ytstu djúphavnina við umleið 50 metrum inn eftir og kanska 70 metrum úteftir. – Men, tað gongur sum er, tó at tað kann fara at gerast trongligt, tá skipa­ferðslan verður størst. Skulu havna­viðurskiftini gerast optimal, hevði verið rættast at longt bryggj­ una bæði inn-og úteftir. Rólant Højsted vísir á, at Fugla­ fjørð­ur eisini hevur mjølbryggjuna, sum er 55 metrar long og hevur eitt dýpi, sum er størri enn 12 metrar. – Tað hevur eisini verið upp á tal at longt mjølbryggjuna einar 20 metr­ar, leggur hann aftrat. 50 skip fleiri Skipaferðslan í Fuglafirði økist ár und­an ári. Higartil í ár hava sløk 50 skip fleiri verið á Fuglafirði enn somu tíð í fjør. Talan er um 370 skip í ár í mun til 320 somu tíð í fjør. Í 2012 høvdu 330 skip verið á Fuglafirði, tá juni mánaði var liðugur. – Í fjør høvdu vit 840 skip og í ár, nú nýggja uppsjóvarvirkið kemur upp at koyra, hava vit sett nøsina upp móti 1000 skipum, tá árið er lið­ið. Rólant Højsted sigur, at talið av út­lendskum skipum higartil í ár er nak­að minni enn í fjør, men talan er bert um nøkur heilt fá skip. Hin­veg­ in hevur talið av føroyskum skipum ver­ið størri. Vøkstur fyri stavn – Vit eru sera spent upp á nýggja upp­sjóvarvirkið og vegna Fugla­ fjarð­ar kommunu og fólkið í Fugla­ firði fegnist eg um, at enn størri vøkst­ur er fyri stavn, sigur Rólant Høj­sted, sum byrjaði í starvi á Havn­arskrivstovuni í Fuglafirði í janu­ar 2009. Vilmund Jacobsen Á uppsjóvarvirkinum, sum P/F Pela­gos byggir úti á havnalagnum í Fuglafirði, eru einir 100 mans til arb­eiðis, nú arbeiðið so smátt fer at nærk­ast endanum. Tá Sosialurin vitjaði í Fuglafirði miku­dagin, var nógv virksemi inni á virkinum, og nógvar hendur vóru í gongd. Ætlandi verður virkið, sum er bygt eftir nøkrum mánaðum, roynd­arkoyrt seinni í hesum mán­ að­inum. Tað eru tríggir av risunum í før­ oysk­um vinnulívi, sum hava reist hesa veldugu verkætlan á føtur, Havs­brún í Fuglafirði, Framherji í Fuglafirði og so teir, sum standa aft­an fyri Norðborg og Christian í Grótinum í Klaksvík. Hesir hava sett tilsamans 50 miljónir krónur í verk­ætlanina. Haraftrat eiga onnur fe­løg og lokalir íleggjarar tilsamans 10 prosent av partapeninginum í P/F Pelagos. Tá virksemið byrjar, verður kapa­ si­teturin 600 tons um samdøgnið, men virkið verður bygt soleiðis, at móttøkuorkan lættliga kann økj­ ast. Verkætlanin fer at kosta einar 200 miljónir krónur, og miðjað verð­ ur eftir, at P/F Pelagos fer at taka ímóti umleið 45.000 tonsum av upp­ sjóv­arfiski um árið. Eini 80-100 fólk fáa arbeiði á nýggja uppsjóvarvirkinum í Fugla­ firði. vilmund@sosialurin.fo Málið er 1000 skip í ár 80-100 fólk fáa arbeiði hjá P/F Pelagos – Í fjør høvdu vit 840 skip og í ár, nú nýggja uppsjóvarvirkið hjá P/F Pelagos kemur upp at koyra, hava vit sett nøsina upp móti 1000 skipum, tá árið er liðið, sigur havnarstjórin í Fuglafirði, Rólant Højsted Einir 100 mans eru til arbeiðis á nýggja uppsjóvarvirkinum, sum verður bygt í Fuglafirði, og sum ætlandi verður royndarkoyrt seinni í hesum mánaðinum Eini 80-100 fólk fáa arbeiði á nýggja uppsjóvarvirkinum hjá P/F Pelagos í Fuglafirði. Mynd: Vilmund Jacobsen Skipaferðslan í Fuglafirði økist ár undan ári. - Higartil í ár hava sløk 50 skip fleiri verið á Fuglafirði enn somu tíð í fjør, sigur fryntligi havnarstjórin, Rólant Højsted. Mynd: Vilmund Jacobsen